verið lagaligir, og tí hórar rækjuflotin enn. Men her er Bjarni Petersen ikki samdur. - Eg haldi ikki, vit kunnu siga, at bankarnir eru lagaligir, tá ið tað er dýrari at fíggja skip enn bilar. Hann vísir á [...] antin tað er úr Føroyum ella uttanlands. Hetta sóu vit, tá ið Ocean Pride endaði í Kanada, og Rækjuvirkið á Oyri keypti Kappan. Afturút sigldir Bjarni vísir á, at føroyski rækjuskipaflotin er ikki bara [...] og tað fer burtur av prísinum, vit fáa. Fiska vit eini 2500-2700 tons um árið, og helmingurin er rárækjur, er talan um 1,2 milj. krónur minni í okkara part. Selja norðmenn sínar rækjur í Føroyum, hava teir
Skiparin í land 14 dagar er long tíð at liggja, og serliga dátt kemur hetta við hjá JFK-Troli, sum eigur skipið, nú avtala er gjørd um sølu við einum ávísum skeringsdegi, sum er við at renna út. Fyrr í [...] og umborð á skipinum er eingin neyð, tó at støðan er ógvuliga keðilig. - Tað ljóðaði herfyri, at drekkivatnið hjá teimum var farið at ganga undan og onkur, sum ringdi til mín her úr Føroyum, segði, at [...] hvørjar vónirnar eru. Skipanin í Ruslandi er nokso tung og tað einasta, vit kunnu gera, er aftur og aftur at seta okkum í samband við russar. Hann vísir á, at tað er næstan ógjørligt at koma í beinleiðis samband
Glarfiti er tann fiti, sum snykar, tá tú sker í kjøtið, meðan tálgafiti, ið Petur Skeel meinar er útlendsk, brotnar sum tálg undir knívinum. - Tað er tann gamli føroyski seyðurin, ið ber glarfiti, ið er so nógv [...] burtur úr føroysku hagunum, er neyðugt at kenna ættartalvuna hjá seyðinum. Eins og tú mást vita, hvør ærin er, er ikki minni umráðandi, at tú veitst, hvør brundurin er. Hetta er alt avgerandi í einum hagaparti [...] Longu nú er spinnandi galið í nógvum hagapørtum kring landið. Hann sigur, at tað er hin útlendski seyðurin, sum gjøgnum árini er komin til landið, ið hevur borið okkum tálgafitina. Seyðurin er vorðin meira
- Eg kann bara staðfesta, at tað er hent ótrúliga nógv her í Føroyum. - Tað er flott. Ja, tað er faktiskt ótrúliga flott, sigur Schlüter, sum í samfull 30 ár varð knýttur at donskum politikki og seinni [...] tí menningin er so stór innan fiskivinnu, byggivinnu og annað sum hevur stóra ávirkan á búskapin. - Olja er eisini í føroyskum øki Eitt av tí, sum Schlüter er vorðin kendur fyri í Føroyum, er avtalan um [...] havøkið. “Det er ganske godt”, sum hann tekur til. Tað er kortini ikki bert fiskivinnan, sum hevur hansara áhuga. Hann fylgir somuleiðis væl við í støðuni í føroyska búskapinum. Og tað er ikki frítt, at
listagreinunum, Tóroddur fæst við, er poesiin 'einkarbarnið', sigur hann, men letur skilja, at ein mynd jú eisini er poesi. List skal bara vera góð Nær er hon tað? - Tá hon er sublim. Líka sum tá eitt heilskapt [...] Onkur religión hevur tó sympatisk trekk - serliga Zen Buddisma Er hon so tað "rætta"? - Tað rætta er, at tú júst spurdi meg, hvat tað rætta er, sigur Tóroddur og hyggur yvir á hin endan á verkinum, har Jesus [...] skilur hann heldur ikki, hví fólk altíð antin grenja um, at føroyskt er so stirvið og torført at stava ella stúra fyri, at ávirkanin útifrá er í ferð við at oyðileggja føroyska málið. - Øll í mínum ættarliði
men her er hann rættiliga avgjørdur. - Nei, eg vil ógvuliga gjarna heimaftur til Føroya at búgva. Eg haldi, at tær leingist meira, so hvørt árini ganga. Her yviri er ikki nógv, arbeiðsloysið er stórt [...] Hammer, er ein – og Hallur Anthoniussen av Toftum ein annar. - Tað er stuttur teinur ímillum okkum tríggjar, kanska einar 10 minuttir í bili til Hall, sum býr í býnum Carbounear. Arnbjørn býr eisini her í Harbour [...] mín Ragnhild, sum er ættað úr Funningsfirði, livir og býr á Tjarnagarði, sigur Martin. Leingist heimaftur Martin sigur, at tað er væl bíligari at liva yvir í Harbour Grace, enn tað er í Føroyum, og skatturin
Øðrvísi mentan Norðurkorea gongur egnar leiðir á nógvum økjum og politiskt er landið ein hóttan fyri umheimin. Fólkið er kúgað, hermegin er ovurstór, kjarnorkuframleiðsla fær heimin at óttast og soleiðis kundi [...] leingi í serliga tilboðnum. – Eg fari hagar tí at henda møguleikan fái eg ikki aftur í lívinum. Tað er her, ið nakrir av heimsins bestu borðtennisleikarum spæla, og tað verður stórt at læra av teimum og síggja [...] fólk til kappingina. Og tað er ikki uttan orsøk. Norðurkoreanska landsliðið, sum vann bronsu í OL, var nevniliga eisini við í kappingini. - Vit spældu ímóti Norðurkorea 1, sum er liðið frá OL, og Korea 2
vanliga hevur Malan framsýningar í tveimum handlum í Havn. Men ynski hennara er at røkka enn longur út í Føroyum. Og tí er ikki óhugsandi, at framleiðslur hennara somuleiðis verða at síggja á øðrum støðum [...] Hesin spurningur fekk játtandi svar. Ein sum við áhuga sat og lurtaði eftir júst hesum svarinum var føroyski sniðgevin, Malan á Lofti sum hevur egna fyritøku í Danmark. Tveir tímar frammanundan hevði Fela [...] vera fegna um henda jakkan, sum eg hevði latið úr hondum, sigur Malan á Lofti. Eisini í Føroyum Malan er útbúgvin sniðgevi og hevur arbeiðsstað sítt í danska býnum Herning. Hon byrjaði av álvara við sniðgeving
myndlist, sjónleik og bókmentir. Eitt annað áhugamál hansara er at fremja føroyska sniðgeving, bæði tá talan er um binding, men eisini tá talan er um listhandverk og øll hini økini av sniðgevingini. -Eg havi [...] til at bakka upp um hetta, so er hetta sera gott. Ynski hansara er eisini at fremja føroyska list í útlandinum ? og fá vitjan henda vegin av útlendskum ferðafólkum. Hann er tó greiður yvir, at eitt samfelag [...] rar sum gera hetta í frítíðini, so má eg bara undrast yvir offurvilja teirra, sigur Niels Halm. -Her er avgjørt nakað, ið ein eigur og kann arbeiða víðari við. Avbjóðingar og status Niels Halm kom til
kanska fyrri. Tí tá ein er 9 ára gamal, er ein nógv meiri fríur og meiri móttakiligur fyri tí sum er nýtt. Tíbetur var sonur okkara opin, og kom tí skjótt eftir enska málinum. -Tí er fyri meg eingin ivi um [...] onnur, tá talan er um tað tekniska, men tað er haraftrat sera neyðugt eisini at duga málið, so at ein kann siga øðrum, tað ein veit og hevur uppá hjarta. - Tað er alneyðugt at málið ikki er ein forðan. Málið [...] Opin og móttakilig Hóast Magnus ikki er námsfrøðingur, so dugir hann at síggja, at tað er í seinna lagi at byrja við enskum í 5. flokki, soleiðis sum skipanin er í dag. Ein eigur at byrja nógv fyrri.