-Fyri mær er eingin ivi um tað neyðuga í, at tað er alneyðugt at læra okkum enskt. Vit liva jú av øðrum. Vit selja okkara vørur til onnur lond, og tí mugu vit kunna samskifta við tey á einum góðum støði.
-Uttan góðan kunnleika í enskum, verða vit munandi verri fyri enn hini. Vit eiga heldur at verða betri fyri enn hini, sigur Magnus Magnussen.
Eftir at hava búð í Spanien í eitt ár, saman við konu og børnum, hevur hann gjørt sær nakrar hugsanir um tað at læra børn okkara tað enska málið væl og virðiliga.
Hesar hugsanir hansara samsvara væl við tær ætlanir, sum landsstýrið arbeiðir við, nevniliga at flyta undirvísingina í enskum úr 5. flokki niður í 3. flokk.
Fleiri hava longu gjørt viðmerkingar til hetta málið. Og líkt er til, at ein kann fáa eitt seriøst tjak í lag um hetta málið, sum ikki bara snýr seg um enskt, men eisini um tað føroyska samfelagið í alheimsgerðingini.
Á altjóða skúla
Tað var undir arbeiðinum við komandi Smyrli at Magnus Magnussen og familja hansara fluttu til Spanien at búgva. Við sær høvdu tey tríggjar synir teirra, sum tá vóru 12, 8 og 5 ára gamlir.
Tað var jú skipasmiðjan í IZAR-samtakinum í Cadiz, sum hevur byggingina um hendi, og sum hevur verið so nógv umtalað manna millum. Magnus var sendur hagar sum projektleiðari av arbeiðinum, meðan dreingirnir vórðu sendir á ein skúla í býnum.
Frammanundan høvdu tey, undir fyrireikingunum til avstaðferðina, kannað skúlaviðurskiftini hjá børnum sínum í Cadiz, og komu tá fram á ein altjóða skúla, "Centro Ingles" (Tann enski miðdepilin). Magnus spurdi seg fyri á sponsku skipasmiðjuni, og hagani fekk skúlin somuleiðis sera gott skoðsmál.
Á "Centro Ingles" gingu einir 7-800 næmingur úr mongum heimspørtum, og tá skúlin hevði so gott orð á sær, var lítil ivi í familjuni Magnussen um, at hetta var rætti skúlin fyri teir tríggjar føroyingarnar. Tá so familjan flutti hagar á sumri 2003 byrjaðu teir á skúlanum.
Teir yngru brøðurnir vóru jú á øðrum støði og var undirvísingin tí løgd eftir at fáa teir integreraðar í flokkin. Men tað var serliga í flokkinum hjá tí elsta næminginum, at munur sást á málkunnleikanum.
Og tað er henda munin, sum Magnus heldur at føroyingar kundu sloppið undan, um undirvísingin varð broytt í føroyska skúlanum.
-Fyri mín parts skyld kundu vit gott byrja við í enskum longu í 3. flokki ? um ikki fyrri!, sigur hann avgjørdur á máli.
Fekk eitt sjokk
Tá hesin elsti sonurin kom í skúlan skuldi tað skjótt vísa seg, at hann var ikki á sama støði sum onnur í flokki sínum. Hetta var jú ein altjóða skúli, og tí var undirvísingin á enskum máli.
Magnus gjørdist tá greiður yvir, at hansara barn, hesin eini føroyski næmingurin var munandi verri fyri í enskum enn javnaldrar hansara. Og hetta hóast hann tá hevði lært enskt í eitt ár í sínum fimta skúlaári.
- Hann fekk faktiskt eitt lítið sjokk, tá hann koma á skúlan og sá, hvussu væl hini dugdu í enskum, sigur Magnus.
Tað var serliga nøgdin av orðum, sum var munandi minni. Hinir næmingarnir dugdu væl enskt, høvdu stóra orðanøgd og vóru haraftrat sera stinnir í mállæruni. Har vóru eisini næmingar, ið vóru munandi yngri enn hann, og sum dugdu sera væl enskt. Millum hesar var ein 9 ára gamal týskur drongur, sum var sera frammarlaga í enskum.
Fyri Magnus er tí eingin ivi um, at teir føroysku næmingarnir eiga at læra seg enskt fyrri enn nú. Hann vísir m.a. til samrøðurnar sum Sosialurin í farnu viku hevði við børn í 3. flokki í Velbastaðar skúla, sum einki høvdu ímóti hesum. Tey mettu haraftrat ikki, at tað fór at ganga út yvir innlæringina av móðurmálinum.
-Og eg haldi tað eisini vera rætt av landsstýrismanninum í skúlamálum, Jógvan á Lakjuni at taka hetta málið upp til viðgerðar, sigur hann.
Opin og móttakilig
Hóast Magnus ikki er námsfrøðingur, so dugir hann at síggja, at tað er í seinna lagi at byrja við enskum í 5. flokki, soleiðis sum skipanin er í dag. Ein eigur at byrja nógv fyrri.
-Eg haldi, at tey áttu at byrja við enskum í 3. flokki ? kanska fyrri. Tí tá ein er 9 ára gamal, er ein nógv meiri fríur og meiri móttakiligur fyri tí sum er nýtt. Tíbetur var sonur okkara opin, og kom tí skjótt eftir enska málinum.
-Tí er fyri meg eingin ivi um, at jú fyrri tey læra hetta málið, tess betri verður førleikin í framtíðini, sigur hann.
Tá ein er vorðin 12 ára gamal, so er ein á veg til at gerast tannáringur, og tá byrjar ein so smátt at hugsa um, hvat øll hini siga og gera. Og tá er ofta ikki langt frá, at ein kann byrja at drilla hvønnannan, um onkur á einhvønn hátt er uttanfyri.
So er tað onkur, sum ikki dugur so væl í skúlanum, kann viðkomandi hava trupult við at koma fram við tí hann veit, hóast hann veit at tað er rætt. Tí velja tey ofta bara at tiga fyri ikki at koma til at siga nakað sum er skeivt.
-Men tá tey so gerast eldri, so skilja tey, at tað er frægari at siga nakað sum er skeivt, enn einki at siga. Tí tá kann ein fáa tað rættað, og soleiðis læra av tí, sigur hann.
Málið má ikki vera ein forðan
Hóast Føroyar á mangar mátar liggja langt burtur frá meginlandinum, so merkja vit eisini til alheimsgerðingina. Vit eru komin tættari til teirra sum búgva langt burturi, og tað er einfalt at ferðast til fjarskotin støð. Og vit frætta eisini tíðindi aðrastaðni frá skjótt og einfalt.
- Skulu vit ikki detta heilt burtur ímillum, er neyðugt at vit læra nakað um onnur. Og uttan eitt mál at samskifta við, ber hetta illani til, sigur Magnus.
Nógv byrja at møta øðrum ungum tá tey eru 12-14 ára gomul, tá tey fara út í heim til legur, ítróttarkappingar og tílíkt. Og her er sera týdningarmikið at teir føroysku ungdómarnir ikki halda seg aftur, ella føla seg verri fyri enn hini, tá tað ræður um tað málsliga.
Uttan ein hollan málkunnleika fáa tey minni burturúr, tí tey snøgt sagt ikki tora at tosa við hini, ella spyrja tey nakað.
- Eg eri sannførdur um, at dugdu tey enskt betur, so høvdu tey einki at smæðast fyri, tí tá var málið ikki ein forðan, sigur Magnus.
Eftir hansara meting eru føroyingar ikki verri fyri enn onnur, tá talan er um tað tekniska, men tað er haraftrat sera neyðugt eisini at duga málið, so at ein kann siga øðrum, tað ein veit og hevur uppá hjarta.
- Tað er alneyðugt at málið ikki er ein forðan. Málið gevur okkum atgongd til umheimin, og tað er henda umheimin sum vit sum samfelag hava brúk fyri, sigur Magnus.