tikið Arnold Vegghamar til sín. Tað tykist sum at hann er tann nýggi Kári P millum ungar føroyingar í Keypmannahavn. Í øllum førum hugtekur hann tey á ein heilt serligan hátt við sínum púra annarleiðis [...] summar við tveimum ungum listamonnum, Jógvan Andreas á Brúnni og Høgna Egholm Magnussen, sum á hvør sín hátt taka gerandisdagin við inn í sína list og á tann hátt eisini eru meiningsskapandi, sigur formaðurin [...] og tónleiki og ikki minst serligum føroyskum mati á skránni. Til dømis hevur bæði marinerað hvalatvøst og ingiferflísar afturvið turrum fiski verið á matarskránni. Og í fjør borðreiddi sniðgevin Marin
prísirnir, sum alarar hava fingið fyri feskan laks, hava havt ávirkan á framleiðsluna av portiónum, vísir hann á, at viðurskiftini á laksamarknaðinum hava verið eitt sindur serstøk. - Okkara uppgáva er [...] tímaløntu arbeiðsfólkini á laksavirkinum í Fuglafiðri, Salm Pro, søgd úr starvi. Feløgini, sum hava stovnað hetta felag og nú áttu og róku laksavirkið í Fuglafirði, eru Viking Seafood á Strondum, Faroe Farming [...] – við einum triðingi í part. Hetta er aðru ferð í ikki so drúgva tíð, at laksavirkið í Fuglafirði letur aftur. Tað var Faroe Seafood, sum átti og rak virkið, men tá tað læt uppaftur miðskeiðis í summar
n í fíggjarmálum situr ? eins og hann eisini á sinni boðaði frá ? ógvuliga tungt oman á landskassalokinum, tí ístaðin fyri at byggja landið út, har stórur tørvur er á, skal peningurin nýtast til at fíggja [...] syndarliga lítið. Hóast løgmaður á sín vanliga stillføra hátt ? tí soleiðis kenni eg hann ? royndi sítt besta, so var tað týðiligt at síggja, at tað var ein hart kroystur maður, sum bar fram hugsjónina um føroyskt [...] flokkin út á villar víddir, haðani tað ikki er vendandi aftur. Jú, sanniliga ? mangt umskiftist á mansins ævi. Tað var veruliga eitt mistak, at javnaðarflokkurin blásti nýtt lív í nasargluggarnar á tí flokki
halda mær uppi á einum skipsdekki onkustaðni á leiðini millum Valparaíso og New York. Nakrar fjalar og ein segldúkur var tað sum skuldi til fyri seinri at vinna á jarðarinnar tyngdarmegi á Gøtu sandi og [...] við her á landi, soleiðis, at Mia í Hvalsinsrætt tók hetta óvanliga stigið í 1938. Hon lærdi at svimja her á fjørðinum – hylur var og er ongin, hóast konturarnir nú síggjast av einum frambroti á tí mótinum [...] 1938 – hin 21. august – stendur ein 19 ára gomul glyvragenta alspent á Skarvakletti í Nólsoy. Í svimjibúna smurd inn í feitt loypur hon á bláman kl. 16:22. Hon er ikki ørindaleys – ætlar sær til Havnar.
mentamálaráðharri tá, og vit báðir sótu undir liðini á hvørjum øðrum á tí fundinum, minnist fyrrverandi landsstýrismaðurin á Velbastað. Hetta málið var so á skránni, og eg royndi at viðmæla sum frægast og [...] úr rúgvuni m.a. aftur á »Skeyk« í fjør, »Antigone« og »Eitt dukkuheim« eftir Ibsen í 1984, ið bæði varð spældur á føroyskum og íslendskum. Føroyingar fáa stutt sagt roynt seg upp á ein heilt annan máta [...] turkihúsinum á Skála. Sum heild heldur Dánjal Pauli, at tað hevur verið góður kontinuitetur í húsinum, og at enda kann hann ikki lata vera við at nevna Húsið sjálvt sum unikt arkitektoniskt verk. Hann heldur
teimum, sum trúgva upp á ómøguligu møguleikarnar. Svenski málverjin gleið, tá hann skuldi gera seg til at sparka, og so var Bergur sum eitt fok á honum. Hann vann tacklingina, og hóast hann var trýstur av v [...] so fekk hann givið bóltinum seinasta skumpið, og so var B36 á odda. Ein marru-byrjan fyri gestirnar, og eina løtu vóru teir eisini veruliga merktir av hesari. Á rennváta og knortluta vøllinum bar teimum [...] fekk Dennis Sørensen brádliga fatur á bóltinum. Hann setti ferð á frá miðjum vølli, og tá hvørki Pól Thorsteinsson ella Klæmint Matras megnaðu at steðga honum, rundaði hann eisini Jákup Mikkelsen, áðrenn bólturin
fótbóltur, sigur Jørleif Kúrberg. Hann minnist, at ein dani var við á týska liðnum, ið nevndist Erik Nielsen. - Tá í tíðini sluppu leikarar, sum leiktu professionelt, ikki á landsliðini, men hesin Erik Nielsen [...] sjálvt fyri meg, sigur Jørlei Kúrberg. Hann sigur, at seinast hann og konan, Thora, vóru og vitjaðu í Lüneburg, skipaði Gerd Freyer fyri, at tey sluppu at heilsa upp á yvirborgarstjóran í býnum, og nú syrgdi [...] an útlendskan venjara, Walther Pheiffer, og hann var vinmaður við venjaran hjá týska felagnum, Lübeck, sum kallaðist Heinz Lucas. Og Pheiffer fekk so í lag eina vitjan av týska felagnum, sigur Jørleif
tiltaki. Listaframsýning á Bryggen - Norðurbryggjuni Hóast bygningurin ikki er liðugur, men enn stendur tómur, er hann væl egnaður til framsýningar. Longu fríggjadagin 17. mei kl. 16 letur listaframsýningin hjá [...] Fregnir. Eisini er hann skrivari hjá Torbjørn Jacobsen. Virgar er lærari og hevur í mong ár fylgt við og verið uppi í orðaskiftinum um føroyskan politikk. Javnaðarmaður um ein háls og er á sambandsvonginum [...] m. Flóvin er ungur maður og væl kendur millum lesandi fólki. Hann er eisini javnaðarmaður, men á sjálvsstýrisvonginum. Ætlanin er at fáa eina mynd av politisku støðuni, nú løgtingsvalið er av. Eitt er
flokkurin rak ikki politikk eftir veljarakanningum og hann endurtók síðani tað, sum hann áður hevur sagt, nevniliga, at vælferðin skal skerjast. Hann vísti í hesum sambandi til nútímans javnaðarflokkar, [...] saman til tann beiska enda. Jóannes og Jørgen vóru samdir um, at fíggjarlógin fyri 2010, sum er á veg á tingborð, skal vera sveinastykkið hjá ABC 2 samgonguni. Megnar samgongan at semjast um eina fíggjarlóg [...] Hoydal var sum vera man tann beiski, sum stendur uttanfyri. Hann var afturlítandi at fullveldsissamgonguni, sum Fólkaflokkurin hevði beint fyri, vísti á øll tey mál hjá CHE, sum fóru fyri bakka orsakað av s
eisini vera meira "útspekulerað", sum hann tók til. Hann greiddi frá, at tað eru mong ár, síðan hann byrjaði at yrkja til børn ? ja, tað eru næstan 40 ár síðan, legði hann aftrat. - Tað ger einki, um børnini [...] yrkingunum. Yrkjarin, sum er útbúgvin lærari, segði, at hann ongantíð áður hevur vitjað ein heilan skúla og lagt børnum lag á at yrkja, men hann hevur onkuntíð roynt hetta í sínum egna flokki. - Tá ið [...] - Tú kanst trýsta fastari ella leysari á ein blíant og soleiðis fáa eina variatión í tað, tú gert. Men hetta letur seg ikki gera við einum tusji, segði hann. Hann vísti til orð hjá Karsteni Hoydal, sum