Av hesum 150 krónunum fara tær 15 til útreiðslur til leiðslu, men reglan er at 90 % av gávunum skal fara beinleiðis til arbeiðið til flutning, mat, heilivág og annað. Hvussu stórt hjarta føroyingar hava [...] Føroyum til tess at vinna sær heilsubótina aftur. Ógjørligt hjá menniskjum At stuðla einum av hesum børnunum kostar ikki nógv í okkara peningi: Fyri 150 kr. um mánaðin ber til at stuðla ikki bert einum barni [...] at siga frá, at í Ukraine er hetta til gagns fyri mong menniskju. Eingin kann hjálpa øllum, men øll kunnu í øllum førum hjálpa einum. Og í okkara landi eru tey tí eisini fegin um stuðulin frá tykkum, sigur
umframt heilsur, sang o.a. ið eisini verður á skránni. Verður veðrið til vildar, verður eisini bjóðað kaffi, kakao og annað gott til góman. Eftir vælkomuna uml. kl. 17.30, verður vitjað niðri í Miðlahúsinum [...] við Shell-støðina við Ringevgin, áðrenn gestirnar fara norður til Skálafirðar, har teir skulu gista. Hósdagurin er settur av sum frídagur til sight-seeing og vitjanum ymsastaðni í landinum. Hóskvøldið kl [...] felags súkklutúri norður til Viðareiðis via Shell-støðirnar í Gøtudali, og á heimferðini á Shell-støðini í Klaksvík. Norðuri á Viðareiði kemur Hans Eiler Hammer prestur at greiða frá um kristinlívið og aðra
útlondum. Eisini fer hann at greiða frá einum máli í 1994, sum byrjaði sum eitt drápsmál, men endaði sum okkurt heilt annað. Bent Isager-Nielsen fer eisini at greiða frá, hvussu nógv talið á morðum er minkað [...] í Danmark, Bent Isager-Nielsen, sum fer at siga frá arbeiði sínum hjá løgregluni, har hann hevur verið í starvi í 44 ár, og um týdningin av at minnast til, at tú jagstrar eitt beist, men handtekur eitt [...] árini, men tíverri ikki, tá talan er um konufólkmorð. Hví so er, fer Bent Isager-Nielsen at tosa um út frá sínum royndum á økinum. Harumframt fer hann at tosa um nýggjastu tøknina hjá løgregluni, t.d. DNA og
fyri allan bólkin, og hava valt at hyggja nærri at einum báti í sama bólki – Líðhamar KG 602. Her hava vit eitt sólarklárt prógv fyri, at tað sær út til, at almennu stovnsmetingarnar samsvara ikki við tann [...] uttan tað, at meira er at fáa – Havstovan sigur, at ongin toskur og hýsa er til – manningin á Líðhamar sigur nakað heilt annað – lesarin kann sjálvur meta, hvat er rætt. Líðhamar trífaldar veiðuna eftir [...] Felagið Línuskip arbeiðir fyri skipini í bólki 3. Men áhugin røkkur til aðrar bólkar eisini. Tí hava vit kagað í nøkur hagtøl fyri bók 4B, sum umboðar teir stóru útróðrarbátarnir yvir 40 tons. Vit hava
hana umlagda til ta orkuna sum vit hava nógv av. Og hetta er orsøkin til, at andstøðuflokkarnir hava lagt uppskotið fyri Løgtingið, ið skal stuðla undir at fáa nýtsluna lagda um. Skal eggja til grønar loysnir [...] men við einum vælvirkandi sølu- og tænastuliði ber til at menna ymiskar loysnir, sum gagna brúkaranum og orkuskiftinum.” Kann ikki samanberast við onnur Nakað av kjaki hevur verið um uppskotið frá andst [...] loysnir Fyri einum góðum ári síðani sat ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri landsstýrið og Kommunufelagið og viðgjørdi møguleikarnar fyri at skipa ein elmarknað. Arbeiðsbólkurin handaði Ingilín D. Strøm,
tilflyting og fráflyting økist. Nú flyta á leið 50 fleiri fólk til Føroya enn tað flyta fólk úr Føroyum í miðal um mánaðin. Fyri einum ári síðani var munurin umleið 40 fólk. Nú verða umleið 10 børn fødd [...] fødd fleiri enn tað eru fólk, sum doyggja í miðal um mánaðin. Fram til fyri einum hálvum ári síðani hevur munurin ligið millum 20 og 25 fólk. [...] nógv longur, sum tað hevur gjørt, tí hetta seinasta árið vaks fólkatalið 1,3 prosent, men frá á sumri 2020 til á sumri í fjør, vaks fólkatalið 1,5 prosent. Vøksturin er minni enn í undanfarna tíðarskeiði
hittlag í donsku tónleikavirðislønunum DMA 2005, men lagið tapti til Movieclip hjá Nephew. Stóri áhugin fyri bólkinum kemur millum annað til sjóndar á autograf bíðirøðunum, tá teir spæla konsertir. David [...] blivin eldri, og nú er málbólkurin, fólk, ið eru til aldurs við teir +/- 40 ár. Vildi gjarna til Føroyar David sigur, at hann í longri tíð hevur vilja sloppið til Føroyar. Hann hevur einaferð gingið saman við [...] langt tíðarskeið. Hon greiddi honum frá nógvum goðum um Føroyar serliga um náttúruna. Hóast daman var føroysk slapp hann ongantíð til Føroyar. Hansara skoðsmál til føroysku konufólkini er sera jaligt.
fíggjarligan stuðul frá Nordisk Kulturfond. Hesin stuðul hevur virkað sum styttehjul meðan vit hava ment tiltakið til tað, sum tað er í dag . Hetta er fyrsta árið ið vit ikki fáa stuðul frá Nordisk Kulturfond [...] og hetta er tann beinleiðis orsøkin til tann størsta partin av príshækkingini. Hetta ger at prísurin hækkar 25%, men hetta merkir eisini at landið fer avstað við einum stórum bita av vinninginum. Av teimum [...] pengum. M.a. annað skrivar onkur á www.kjak.fo, at prísurin saktans kann standa mát við tær upplivingar, sum viðkomandi hevði á festivalinum í fjør. Í ár hava vit eisini tvífaldað budgettið til innkeyp av
hava tikið fakligu ráðini til sín. MEGD mælir til, at ráðini verða tikin í álvara, og at stig vera tikin til at gera eina langtíðar ætlan. Millum annað mælir brekrættindanevndin til, at Føroya landsstýri í [...] tilmælini frá brekrættindanevndini. Neyðugt er tó, at vit saman seta á dagsskránna at fremja munagóðar og burðardyggar batar okkum øllum til frama. Hetta er helst meiri viðkomandi í dag, enn fyri einum ári síðani [...] vælferðarøkið. Endaligu eygleiðingarnar, niðurstøðurnar og tilmælini frá altjóða brekrættindanevndini vórðu týdd til føroyskt í januar í ár, og til ber at lesa tey bæði á føroyskum og enskum HER .
várgróðurin kemur og eisini er ójavnt frá ári til annað, hvussu nógvur gróður er. Í ár er gróðurin nústaðni komin av álvara, hóast long tið er síðani nóg mikið var av ljósi. Til ber at fylgja gongdini í gróðrinum [...] Á hvørjum ári fylgir Havstovan við, hvussu gróðurin er á Landgrunninum. Hvørja viku tekur Lívfiskastøðin í Skopun royndir í Skopunarfirði, sum Havstovan síðan kannar. Gróðurin av plantuæti er fyrsti liður [...] ið undir øllum øðrum lívi í sjónum. Djóraæti og onnur djór eta plantuæti, og fáa sostatt føðiorku til at nørast og vaksa. Djóraæti er føði hjá fiskayngli, nebbasild og nógvum øðrum verum, ið aftur eru