G! er ongin snobbafestivalur

Eitt kjak um prís, kvalitet og kvantitet hevur tikið seg upp á netinum. Á onkrum almennum kjaktorgið finnist onkur hvassliga á kostnaðin á G! festivalinum. Kostnaðurin er kr. 795 í forsølu, og hetta meta summi verða alt ov nógv. Eftir forsøluna fer prísurin uppá kr. 995. Har afturat fer eitt gjald at leggjast á tjaldingarpláss, men enn er ikki heilt vist hvussu nógv tað verður. Helst fer hetta at liggja um kr. 150, so at ein unglingi kann verða noyddur at gjalda kr. 1145 fyri at sleppa á G! festival.

Kostnaðarmikið summar
G! festivalurin hevur fingið fastatøkur á tí føroyska ungdóminum. Fyri mong er G! festivalurin hæddarpunktið á summarinum, og soleiðis hevur tað verið tey seinastu árini. Men nú kann verða at vend kemur í. Hetta tí, at tað í ár er vorðið munandi dýrari at fara á G! enn undanfarin ár. Hetta hevur fingið fólk á alnetinum at ilskast inná prísin. Ført verður fram, at nú er nærum líka dýrt at fara á G! festival sum á Roskilde Festival. Onkur fer so mikið langt at rópa G! Festivalin fyri ein snobbafestival.

Hóast G! festival er fyri øll, so er tað ongin loyna, at tað eru nógv ungfólk ið fylla Gøtusand í juli. Nógv av hesum ungfólki eru ikki so pengasterk, og tískil er tað ein dyggur smeitur fyri tey, um tey skulu gjalda kr. 750 fyri atgongumerki og kr. 150 fyri tjalding. Serliga tá hugsa verður um, at hesi somu ungfólk eisini fegin vilja vitja tey flestu av hinum mongu tónleikatiltøkunum í summar. Tiltøk sum Summarfestival, Jóansøkufestival, Mjús, Asfalt og Ólavsøkukonsert. Og tað er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at prísurin á G! liggur omanfyri hini føroysku tiltøkini. Jón Tyril ásannar at prísurin liggur omanfyri hini føroysku tónleikatiltøkini, men vísur á at á G! fært tú nógv meir fyri pengarnar.

MVG!
Vit fingu eitt prát við Jón Tyril, fyriskipari, um hesi viðurskifti. Tað fyrsta, ið hann vil varpa ljós á er, at í ár er meirvirðisgjald lagt á atgongumerkini, og hetta er tann beinleiðis orsøkin til tann størsta partin av príshækkingini. Hetta ger at prísurin hækkar 25%, men hetta merkir eisini at landið fer avstað við einum stórum bita av vinninginum. Av teimum 795 krónunum, ið G! tekur fyri eitt atgongumerki, fara 159 beint í Landskassan. Men tó skal sigast at tey í G! ætla, at festivalurin verður betri á øllum økjum í ár, og at tað er torført at gera eina stóra uppliving upp í pengum. M.a. annað skrivar onkur á www.kjak.fo, at prísurin saktans kann standa mát við tær upplivingar, sum viðkomandi hevði á festivalinum í fjør. Í ár hava vit eisini tvífaldað budgettið til innkeyp av tónleiki, leggur Jón afturat.

Ongin stuðul í ár
Seinastu trý árini hava vit fingið fíggjarligan stuðul frá Nordisk Kulturfond. Hesin stuðul hevur virkað sum styttehjul meðan vit hava ment tiltakið til tað, sum tað er í dag.
Hetta er fyrsta árið ið vit ikki fáa stuðul frá Nordisk Kulturfond, og tískil eru vit noydd at fáa pening inn á annan hátt. Men tað er týdningarmikið at fólk skilja at tað sum vit vilja er, at geva G! festivalinum eitt fíggjarligt grundarlag í framtíðini. Tískil mugu vit royna at tryggja okkum eitt ávíst hall, greiður Jón Tyril frá.

Kapping úteftir
Eftirsum at atgongumerkini eru vorðin so dýr, kann ein undrast á, um G! festivalurin ikki fær sær størri og meiri eftirspurdar kappingarneytar. Um ein t.d. velur at fara á Roskilde festival, fært tú eina viku av tónleiki, og tað er rættiliga vist, at tú fært nógv fleiri heimskendar bólkar fyri pengarnar. Atgongumerki til Roskilde Festivalin kosta kr. 1395, og tá eru tjaldingarplássini íroknað. Sostatt kann Roskilde Festivalurin gerast ein natúrligur kappingarneyti hjá G! festivalinum, um príslegan fer at liggja tætt uppat hvørjari aðrari.
Hetta kann gerast ein stórur gloypibiti hjá G! festivalinum, tí at t.d. hjá teimum ið ferðast heim úr Danmark á sumri, kann tað gerast aktuelt at velja t.d. Roskilde festivalin framum G!, tí at tú hoyrir meiri tónleik, yvir eitt longri tíðarskeið.

Jón Tyril sigur við Sosialin, at hann metur teir útlendski festivalarnar longu eru kappingarneytar. Vit meta so absolutt, at teir útlendsku festivalarnir rundan um okkum eru beinleiðis kappinganeytar. Vit kappast hvørt ár við teir útlendski festivalarnar um at fáa tey stóru nøvnini hendaveg. Allir festivalar vilja hava einarætt uppá bólkarnir, og hetta kann eisini gerast dýrt. Men vit megna hetta. Millum annað fingu vit Nephew framum Roskilde Festivalin í fjør, og hetta gleðast vit um, sigur Jón Tyril.

Atfinningarnar eru burturvið
At fólk kunnu finna uppá at rópa G! fyri ein snoppafestival er púra burturvið. Vit áseta prísin eftir tí sum vit meta vera rímiligt, og vit royna altíð at bjóða gestunum eina kvalitetsvøru, sigur Jón Tyril um skuldsetingarnar sum verða gjørdar á www.kjak.fo. Jón Tyril sigur við Sosialin, at hann metur at G! festivalurin stendur sterkur í kappingini við hinar føroysku festivalarnar. Vit meta at vit eru betri fyri enn hinir festivalarnir. Vit eru og vilja verða tað leiðandi tónleikatiltakið í Føroyum. Og grundin til at eg eri so vissur í, at eru betri enn hinir festivalarnir er, at vit brúka meiri orku og pening uppá hvønn einstaka gest.

Spurdur um tann høgi prísurin ikki er um at kvala teir føroysku festivalarnar, sigur Jón soleiðis: Nei, als ikki. Eg haldi ikki at marknaðurin er mettur enn. Hvørt ár stingur okkurt nýtt tiltak seg upp, so hetta ber brá av at marknaðurin ikki er mettaður, og at áhugin fyri tónleikatiltøkum er ovurstórur. Kanska er tað dýrt hjá ungum fólki, um tey skulu á allar festivalarnar, men eg meti at fólk raðfesta kvalitet framum kvantitet, og har standa vit á G! sterkast, sigur Jón Tyril at enda.

Faktabox:
Prísir í forsølu fyri alt vikuskifti:
Jóansøkufestivalurin: kr. 395
Summarfestivalurin: kr. 495
G! festivalurin: kr. 795
Asfalt: kr. 425 fyri innandura og uttandura konsertir
Mjús: ikki upplýst