stórum trýsti. Vit fara at standa saman við tykkum. Mette Frederiksen legði dent á, at danska ríkið er eitt fullveldisríki og limur í bæði ES og Nato. – Vit eru takksom fyri stuðulin, sum vit hava fingið [...] Frederiksen vísti eisini á, at fleiri sameind lond nú venja saman við Danmark og donskum skipum í Arktis. – Vit vilja fegin samstarva tættari við USA, men vit vilja eisini samstarva enn tættari við okkara [...] Grønland. – Vit standa saman við Grønlandi og Danmark. Framtíð Grønlands er upp til Grønland at gera av – ikki onnur, segði Ursula von der Leyen. Hon legði dent á, at landaøki og fullveldi eru grundleggjandi
og fakfeløgini hjá Volkswagen eru komin ásamt um eina umfatandi umskipan av samtakinum, skrivar AFP. Volkswagen hevði longu ætlanir um at skerja 50.000 størv, men nú eru 50.000 størv afturat løgd oman [...] verksmiðjan, arbeiðsplássini kring hana og undirveitararnir eru drívmegin í øllum økinum. Nevndin hjá Volkswagen, har bæði starvsfólk og partaeigarar eru umboðað, hevur einmælt góðkent ætlanina. – Hetta er eitt [...] Neckarsulm. Volkswagen sigur, at ikki ber til at tryggja virksemið á hesum verksmiðjunum til longdar. Nú verður kannað, um tær kunnu brúkast til annað virksemi. Verða tær stongdar, verður tað fyrstu ferð
Og so eru tad tey, sum kanska halda, at ein sum eg - ein útisetið burdi blanda seg uttanum … men tað ber ikki til at koyra okkum til viks: Tí vit standa saman. Vit taka orðið. Vit tora og vit gevast ikki [...] tey, sum eru fólkavald í býráðnum, at steðga á og hyggja einaferð aftrat eftir verkætlanini. Tað er tað, eg havi kallað eitt livandi talvspæl. Vit kenna spælið. Vit síggja brikkarnar. Og vit síggja fleiri [...] á odda fyri at verja eitt stað, vit elska. Og tað er júst tað, sum er styrkin í einum fólkaræði: At vit ikki bara góðtaka, men tora at spyrja – og halda fast. Tí tá vit taka orðið og ikki lata okkum trýsta
ini eru ógvuliga lág til hesi størv, so úrvalið er lítið, tá størv skulu setast. Vit síggja longu nú, at í Suðuroynni eru ov fáir umsøkjarar til størvini, og sama ger seg galdandi aðrastaðni. Vit hava [...] hugsa vit enn á sama hátt um skúlan og børn, sum ganga í skúla. Verður skúlin niðurlagdur og handilin stongdur, doyr bygdin, hoyra vit ofta. Men tað er ikki rætt, og dømini um tað eru fleiri. Vit eiga ikki [...] meg, um vit eru fleiri saman. Í smærru skúlunum er vanligt, at 2 -3 árgangir eru í sama flokshøli, tí næmingagrundarlagið er so lágt. Tað verður mangan sagt vera avbjóðandi. Í størri skúla eru fleiri
á Hotel Brandan. Vit høvdu egnan buss við góðum førara og sera dugnaligum ferðaleiðara. Koyrt varð víða um í Føroyum, og her fingu vit nógv at vita, bæði søguligt, mentanarligt, og vit upplivdu vøkru føroysku [...] Men, dagurin í Eysturoynni var ikki liðugur enn. - Nú gekk leiðin til Søldarfjarðar, har vit vitjaðu Garðahúsið og vakra urtagarðin har, og her fingu vit eisini seinnapartskaffi við heimabakstri afturvið [...] hildu nú, at tað var gott at seta seg í reseptiónina og njóta vakra útsýnið her. Dagin eftir túrin í Eysturoy, varð vitjað í Nólsoy mikudagin. - Í Nólsoy vitjaðu vit á Ovasavninum, og annars gingu vit bæði
Soleiðis kunnu vit fáa eitt veruligt bygdarhús, har vit samstundis varðveita hesar søguligu karmarnar, sigur hann. Bergur Robert Dam Jensen vísir eisini á, at átta milliónir krónur eru settar av til t [...] mentanarliga lívinum í bygdini. Húsið, sum Kollafjarðar Arbeiðarafelag eigur, stendur í Kálvakróki. Nú heldur Bergur Robert Dam Jensen, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, at kommunan eigur at keypa húsið [...] í byggi- og býarskipanarnevndini, sum sambært honum eisini hevur verið jalig. Býráðslimurin ætlar nú at gera málið ítøkiligt. – Eg fari ein av næstu døgunum at skjóta upp, at hetta verður tikið til viðgerðar
rocktónleik. – Vit eru sera spentar til konsertina á Summar Festivalinum. Hetta verður nakað annað, enn vit eru vanar við, og tað verður spennandi at uppliva. Vit spæla glaðan popprock, og vit koma við nógvari [...] rockbólkur úr Keypmannahavn. Tær hava seinastu tíðina gjørt vart við seg á festivalum og konsertum, og nú eru tær fyri fyrstu ferð komnar til Føroya at spæla konsert. Going For The One spælir á nýggja pallinum [...] nógvari orku. Tað er lív í okkum, tá vit spæla, siga tær í rockbólkinum. Konsertin við Going For The One verður á Torginum í kvøld klokkan 21. Her ber til at síggja video-samrøðu við Going For The One: ##med2##
framleiðsla eru ikki mótsetningar. Tey eru ymiskir partar av sama máli. Skulu Føroyar gerast meira matsjálvbjargnar, hava vit tørv á fólki, sum duga at velta til sín sjálvs og sínar familjur. Vit hava tørv [...] møti. Nú eitt ár er liðið, síðan Búnaðarstovan yvirtók tunlarnar og leigumálið, kunnu vit í Veltuni fegnast um gongdina. Stóri tunnilin er umvældur, og spennandi royndir við grønmetisvelting eru farnar [...] nevndin hevur nú skipað seg við Elisabeth Skarðhamar Olsen sum forfólki, Birgith Lassen sum kassameistara og Honnu á Reynatúgvu sum skrivara. Gunnar Bjarnason og Katrin Dalsgaard Nolsøe eru nevndarlimir
var boðskapurin: “Einki um okkum uttanum okkum”. Hetta skuldu vit klára sjálvi – og nú liggja bæði vaktarskipini. Øll eru samd um, at vit mugu vera trygg, men avbjóðingin hevur verið, at slíkar íløgur [...] samfelag. Tí mugu vit vera fyrireikað og hava loysnir til støður, ið kunnu seta trygdina í vanda. Tað er sera álvarsamt, at hvørki Tjaldrið ella Brimil sigla í løtuni, men lukkutíð eru aðrir møguleikar [...] einki hent. Men hetta mugu vit broyta, tí slíkar støður eiga ikki at koma fyri, tá tær kunnu fyribyrgjast. Landsstýrið eigur at koma við ítøkiligum ætlanum fyri, hvussu vit tryggja Føroyar – og eigur at
Hetta var eitt høvi til at styrkja samstarvið og enn einaferð gera vart við trupulleikan, sum vit hava av, at vit ikki hava nóg góða marknaðaratgongd til liðugt virkaðar fiskavørur, sigur Beinir Johannesen [...] marknaðaratgongd, skulu limalondini eisini semjast um, at hetta er rætt at gera, sigur hann. Løgmaður hevur nú gjørt ovastu leiðsluni í ES vart við føroysku sjónarmiðini. Ursula von der Leyen tekur málið við sær [...] Í morgin verður fundur í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum. Umframt løgmann eru landsstýrismenninir Aksel V. Johannesen og Bárður á Steig Nielsen við fyri Føroyar.