greinina í Børsen, fyri at órógva kanningarnevndina í sínum arbeiði. Nú verða spurningar av meira tekniskum slag viðgjørdir í politisku búskaparnevndini. Nevndin vil m.a. hava svarað, um grein 6 í serlógini [...] Joensen FBankamálið ørkymlar danirinum í gjár. Har var málið um at kanningarnevndin hevði útflýggjað Den Danske Bank loynilig skjøl . Formaðurin í kanningarnevndini hevði latið løgmálaráðharranum eina frágreiðing [...] als einki hald var í hesum skuldsetingum, og at einki hald var greinini um málið, sum stóð í ?Børsen³ herfyri. Limir í politisku búskaparnevndini halda, at Den Danske Bank av sínum eintingum hevur ?plantað³
spenningurin kom í hæddina hesa løtuna. Fram móti dystarenda javnaði KÍF fýra ferðir leiðsluna hjá Kyndil, og tá farið varð undir seinasta minuttin javnaði Jónálvur Johannesen við sínum einasta máli í dystinum [...] 1. deild menn: Kyndil-KÍF 24-23 (9-10) Tað var í grundini ótrúligt, at Kyndil skuldi koma afturíaftur í dystinum móti KÍF, tí teir vóru eitt skifti í seinna hálvleiki so væl og virðilga spældir úr dystinum [...] bóltin fram við Óla Kristian Djurhuus í KÍF-málinum til endaliga úrslitið 24-23. Fyrri hálvleikur gekk javnt á, hóast KÍF, júst sum í seinna hálvleiki, eina løtu hevði greiðan mun, og var á odda 5-1 og seinni
og røðum, hildnar á fólkafundum og aðrastaðni í 1899- 1926. Tað er gamli lærarin í Klaksvík, Tummas Lenvig trímenningur Emil, sum hevur savnað saman. Í bókini eru nakrar og áttati greinar og røður frá [...] meðan hann var í ferð við eina ritgerð um Bábilstornið. Tá rendi hann seg fleiri ferðir á navnið Rasmus Rasmussen og settist so at kanna eftir, hvat hann hevði skrivað og latið koma á prent í bløðum og tíðarritum [...] almenna kjakið í Føroyum fyrstu árini í hesi øldini. Tað eru eisini greinar og røður, har ið menn hava lagt tankar fram um vinnuliga og handilsliga menning her á landi. Áhugavert er tað, at fyrst í hesi øldini
Sosialurin frætti um hetta málið miðskeiðis í farnu viku komu tíðindini samtíðis í tveimum bretskum bløðum. Altjóða oljublaðið ?Uppstream? hevði stóra grein um málið og síðani eisini skotska dagblaðið [...] órógvaði javnvágina í samráðinginum. Hann vísti á, at føroyingar fóru at umhugsa, hvat skuldi gerast í hesum máli. Og tiltakið tykist nú vera tað skrivið, sum danskir myndugleikar í farna mánað sendu bretsku [...] Føroyum í hesum málinum, ið snýr seg um rættin til ein stóran bita av undirgrundini nærhendis oljukelduni Suilven, sum BP fann fyri einum ári síðani. Í summar kunngjørdi bretska stjórnin, at hon hevði designera
gentu, men eisini seg sjálvan, foreldrini og í seinasta lagi lívið. Í »Borg og smátta« eru vit í býnum í sjóðandi vakstrartíðum, har tað verður bygt og umbygt í einum yðjandi meldri. Fyrst verður sagt eitt [...] og drykkjumaður og gitin kvinnudárari«. Í endanum eru vit aftur í nútíðini, og spurningar úr fortíðini verða havdir á lofti. Í ungdómstíðini í Kjøpinhavn hevði Grímur einaferð, tey vóru ávegis at síggja [...] 1986, og tað má í høvuðsheitum sigast at vera kvistur av sama runni. Og tó. Í tí vanligu Hanus Andreassen-søguni hava vit ein frásøgumann spákandi á pallinum, ein sum er við í leikinum, men í hesum savninum
løgmann, hví hann hevði koyrt Árna Olafsson frá sum formann í Oljuráðleggingarnevndini og hvussu tað er sambarligt við góðan umsitingarsið, at aðalstjórin í vinnumálastýrinum er formaður í Oljuráðlegging [...] hvør sínum øki, luttaka í tí síðsta partinum, sum er at knýta hetta til umsitinina og fáa tað at virka. Løgmaður vísti annars á, at alsamt meira vitan um oljuvinnu og oljuvirksemi nú er savnað í oljum [...] Fleiri tingmenn tóku orðið og funnust at løgmanni í hesum máli. Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins rósti Árna Olafsson fyri sítt arbeiði í Oljuráðleggingarnevndini og vísti m.a. til seinastu
eisini við egn-um máli. St. Ólavs føroyska kirkju-lið helt fyrst gudstænastur í Abel Kathrinu kirkju í Keypmannahavn. Í 1923 flutti kirkjuliðið í Nikolaj kirkju, og í 1939 varð flutt í Mariukirkju, har [...] próstur og skald varð borin í heim. Í hesum sambandi stóð grein í Dimma-lætting, sum Pól á Kletti, blaðmaður, hevði skriv-að. Hon bygdi á sam-røðu, sum Pól á Kletti hevði við Ejvind Vilhelm, vara-biskup [...] , sum hann í trúfesti røkti í meir enn 40 ár. Í 1918 gjørdist Gudmund sóknarprestur í Svallerup á Sælandi. Og í 1923 fekk hann kall sum sóknarprestur í Hesselager á Fjóni og síð-an 1931 og til hann doyði
bara eftir mær og být merki í, at í mær er ein sýning í sjálvum sær.? Hann fór at syngja:? Bi-di, bi-da, bidiit-do-do!?. Hann spjálkaði sær og trampaði, so tað gnelti eftir í. Mister Matumbwe hugdi und [...] ælini. ?Tað er trettanda kvøld jóla. Minnast tit ikki orðini í 2. kapitul í Matteusar evangelium?? Men tá ið Jesus var føddur í Bethlehem í Júdeu, á døgum Heródesar kongs, tá komu nakrir vísmenn úr Ey [...] upp á annan, jú so sanniliga var hetta satt, sum maðurin segði. Nekarin var ungur og væl ílatin - í einum brúnum frakka. Høvur hansara var runt sum ein blýggjkúla. Hann var hattleysur. Í tí klára ljósinum
leggja undir at umboða tað mest ódámliga í politikki yvirhøvur, og í blaðgreinum sínum samanbar hann Óla Breckmann við teir mest óhugnaligu politikararnar í Týsklandi í 1930-árunum. Hvat vísir hendan gongd [...] stuðuli kunnu vit m.a. lesa um í frágreiðingini hjá ?Det rådgivende udvalg? frá november 1997, og eisini í greinini hjá Kjartan Hoydal í Dimmalætting herfyri. Formaðurin fyri reiðarafelagið hevur nú eisini [...] hansara í 1980-unum bert hevur verið eitt skálkaskjól, og at hann alla tíðina hevur verið líka so reaktionerur, sum tann sami Óli Breckmann, sum hann í blaðgreinum sínum hartaði. Báðir møguleikar eru í veruleikanum
hesum ørskapinum, er at kreppan er í góðum hondum. Men tað higartil mest sjáldsama, ella í hvussu so er, mest orginala úrslitið av føroysku kreppuni, hongur í dag norðuri í Haldarsvíkar kirkju. Tað er tann [...] gjørdi sær, tá hann í 1895 skrivaði sítt víðagitna dynamitttestamenti. Tá teir ikki sloppu í søguna sum filantropar, so keyptu teir sær bara eitt pláss í søguni. Men Helgi Fossádal er ikki í sama peningaliga [...] fiktivar prísir. Hvørt einasta kraddaragen í landinum var aktivera. Helgi Fossádal, stjórin í fyrrverandi Fossbankanum, var onki undantak. Við góðum innliti í tí herligu forrætning ein banki er, tevjaði