hevur gingið til ungdómsmøtini í Meinigheitshúsinum í Havn, men gongur nú í KFUM&K í Klaksvík, har hon er á Húsarhaldsskúla. Hóast hon hevur verið við í andaligum arbeiði í nøkur ár, so er tað ikki vist [...] ivast ikki eina løtu í, at tað er sera gott at vera ein trúgvandi. Men tað er ikki altíð so lætt, kortini. Hini skilja meg ikki altíð, hví eg ikki geri tað sama sum tey: At eg ikki gangi í býnum og ikki drekki [...] snorri@sosialurin.fo Nesvík: Klokkan er farin at nærkast 23 hetta fríggjakvøldið í næstseinastu viku. Lovsangurin hevur nú vart í eina løtu, og eingin hugsar um at hann skal enda. Har frammi við pallin nærhendis
av, hvør er komin higar í dag. Hann nærkast tí eina borðinum. Nå, árnfirðingar farnir í býin í dag?!, spyr hesin fryntligi og fyrikomandi maðurin. Nú, hvat gera tey har yviri í dag? Teir báðir kennast [...] dagsins mál í næststørsta býi okkara. Hjalmar er komin her í eina tíð - onkutíð regluliga og til aðrar tíðir av og á. Fyri hann er Sóljan eitt kærkomið høvi at hitta onnur fólk. Her er gott at vera. Eg [...] nikkar samtykkjandi, fær sær tann seinasta bitan í munnin og ger seg til at fara. Nei, nú fari eg. Eg ætlaði ikki at vera so gamal her í dag. Tað er bara so gott at fáa ein passiar við nakrar skilamenn soleiðis
tí eg búði sum sjey ára gamal í høvuðsstaðnum Nuuk í eini trý ár. Har var frálíkt at vera. Har búgva nógv fólk, tað er kaldari har enn her, og Nuuk er størri enn býir flest í Føroyum. Annars haldi eg ikki [...] børnunum á barnaheiminum, ið kanska ikki hava tað eins gott og vit. Men kanska tey verða glað, tá vit koma at vitja og práta við tey. Hvat fara tit at gera í Grønlandi? Vit fara við helikoptara til Umanak, fara [...] ikki lært so nógv um Grønland higartil í skúlanum hava hoyrt onkra søgu, nakrir grønlendingar hava verið og vitjað okkum o.t., men vit fara helst at læra meira í næstum. Hvussu heldur tú, Grønland sær
tíð fyri at koma inn á liðið. Vit hava mist ov nógv í landskappingini, men tað var gott at vinna steypakappingina. Nú ætla vit at stíla eftir silvuri í landskappingini, men munurin upp til fremsta liðið [...] hvat vit duga. Vit høvdu størri breidd í okkara spæli, meðan ÍF fyri tað mesta spældi upp á tveir spælarar, sigur Maja Popovic. Brúka tíð TB byrjaði kappingina í ár illa, men seinastu vikurnar hevur tað [...] TB. Hon er annar av útlendsku spælarunum, og saman við Gudrid Nolsøe stóðu tær fyri royndum á liðnum í steypafinaluni. Nógvir av hinum spælarunum eru ungir ella blaðungir, men eindin er sterk, og fleiri
Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, greiddi í sínari røðu stutt frá søguni um Klaksvík, og hann legði dent á týdningin, sum fiskivinnan og lokali samleikin hava fyri býin. Ein tjóð, sum í so stóran [...] saman um skipini og fyritøkurnar í lokalsamfelagnum, segði Steinbjørn O. Jacobsen. Kunnu læra av Svøríki Eitt gott dømi um hetta er stóra kreppan, sum rakti Føroyar fyrst í 1990'unum. Tá kom Klaksvík skjótt [...] størsta land í Norðurlondum gingið undan í nógvum førum og víst vegin fyri nýggjum menningarmøguleikum. Vit vóna, at tit eisini kunnu fáa okkurt burturúr sambandinum við Føroyar, segði borgarstjórin í Klaksvík
ósigurin í Vestmanna. Vit kunnu bara takka okkum sjálvum fyri tapið, tí vit brendu alt ov nógv, og tað kostar. Bæði verjan og málverjar hjá okkum stóðu seg væl, men í hinum endanum var tað ikki nóg gott. Bert [...] helt tó eisini, at starvsfelagin hjá honum í VÍF-málinum, Zeljko Jotic, átti rós uppiborið fyri sítt avrik. Jota stóð ein ótrúliga góðan dyst, og tá ið hann er í rætta lagnum, er hann næstan ómøguligur at [...] Bert at skora seks mál í fyrra hálvleiki, tað er ov lítið, segði Levi Nybo. Teir høvdu lisið okkum væl, og verjuuppstillingin hjá teimum tók pippið frá okkum. Men vit eiga at fáa spælið hjá okkum at koyra
trívist væl í honum. Eg rokni við, at tað verður nøkunlunda mín uppgáva aftur í ár, sigur Pauli. Hann hevur góðar vónir til kappingina í ár. Eg haldi, at vit eru minst líka væl fyri í ár, sum vit vóru í fjør [...] Skála hevur verið í miðdeplinum í føroyskum fótbólti seinastu fýra árini. Fyrstu tvey árini í bestu deildini spældi liðið til tíðir góðan fótbólt, men hevði trupult við at fáa úrslit, og tí snúði tað seg [...] støðuna kenni eg aftur frá teimum fyrstu árunum í bestu deildini. Tað er stórur munur á, hvat er stuttligari at verða við í toppinum ella at stríðast í botninum, sigur Pauli G. Hansen. Hann heldur, at
bygdina í tvíningar. Og tað ynskja vit ikki! Soleiðis verður tikið til í eini áheitan á vinnumálaráðharran, Bjarna Djurholm, og sum íalt 323 leirvíkingar hava skrivað undir. Tá tingfundur varð settur í morgun [...] borgarafundinum í bygdini herfyri, har ikki færri enn 90 % av bygdarfólkinum ynsktu tunnilsloysnina. Í áheitanini verður somuleiðis víst á, at tveir landsstýrismenn hava gjørt sína støðu greiða í hesum máli [...] Bjarni Djurholm, at sum støðan er í dag er ikki nóg gott tilfar og grundarlag at taka eina endaliga støðu út frá. Hann segði, at Landsverk hevur vent sær til ráðgevarar úti í heimi eftir fleiri upplýsingum
nógv til í dagliga tíðindastreyminum. Kortini hevur hesin verið virkin í arbeiðinum at geva børnunum í Tjernobyl eitt verdugt lív eftir vanlukkuna. Í farnu viku vóru tvey umboð fyri Barnamissiónina í Føroyum [...] minninum á fólkinum í Ukraine. Og hann verður so aldrin gloymdur av fólkinum í Tjernobyl. Henda dagin hendi nevniliga tað, sum ikki skuldi henda: Eldur kom í stóra kjarnorkuverkið í býnum. Hetta hevði sum [...] og kemur eisini at gera tað í mong 100 ár aftrat. Beint eftir vanlukkuna byrjaði hjálpararbeiðið fyri teimum raktu úr mongum londum. Eisini í Føroyum. Hóast fólkið í Tjernobyl neyvan vistu um Føroyar tá
Býráðið metti at hugskotið er gott, og at staðsetingin við dráttin hóskar væl til eitt tílílkt felagshús. Økið liggur í øki G í byggisamtyktini, sum er neystaøki. Aldan ætlar at byggja eitt felagshús, 45 fermetrar [...] verða 3 metrar til yvirgrind og í mesta lagið 4,5 metrar til møn, og at húsið skal vera flytbart, umframt at atlit skuld takast til atkomu út á pirin. Á býráðsfundinum í gjárkvøldi møttu um 12 dyppikvinnur [...] Økið er úti á Kletti í Miðvági, beint við dráttin við bátahylin. Ætlanin hjá Alduni er at byggja eitt felagshús, soleiðis at tær sum dyppa kunnu skifta og hugna sær saman aftaná ein svimjitúr. Býráðið