- Vit kunnu takka okkum sjálvum

Sterki vinstri bakkurin hjá HB, Janus Joensen, var ógvuliga misnøgdur við avrikið hjá føroyameistarunum eftir ósigurin fyri fuglfirðingum hósdagin.
- Vit eru simpulten for slappir. Eg veit ikki, um vit kanska fara á vøllin og halda, at vit hava vunnið dystin frammanundan, men teir geva okkum ein hvøkk beinan vegin, og tað eigur at fáa okkum at vakna, segði Janus eftir dystin.
Janus, sum var ein av teimum frægu hjá HB, helt eftir dystin, at HB hevði ríkuligt av málmøguleikum bæði til at javna og at leggja seg á odda, men at teir vóru alt ov óneyvir framman fyri málinum hjá ÍF.
- Vit hava nokk av kjansum, men eru ikki nóg skarpir. Teir hava eisini okkurt kontraálop og eru nær við at koma upp á 2-0, segði Janus.