Skála hevur verið í miðdeplinum í føroyskum fótbólti seinastu fýra árini. Fyrstu tvey árini í bestu deildini spældi liðið til tíðir góðan fótbólt, men hevði trupult við at fáa úrslit, og tí snúði tað seg um at yvirliva millum tey bestu.
Tvey kappingarár á rað høvdu tey flestu dømt Skála til niðurflyting, men báðu ferðirnar eydnaðist tað liðnum á næstan ævintýrkendan hátt at sleppa undan niðurflytingini við nøkrum óvæntaðum og óvanligum sigrum móti endanum av kappingini.
Og so var alt vent á høvdið. Í 2004 legði Skála fyri sum eitt óløgi, og liðið taldist alt árið millum toppliðini og endaði eisini við at vinna heiðursmerki, hóast tað ikki gjørdist úr gullið. Søgan var tann sama í fjør. Liðið vísti góðan og álopssinnaðan fótbólt, og lítla bygdafelagið royndist væl í kappingini við tey stóru høvuðsstaðarfeløgini.
Móti endanum av kappingini dragnaði liðið, og enn einaferð mátti Skála síggja annað av liðunum úr høvuðsstaðnum fara við gullinum.
Gjøgnum meginpartin av seinasta summarið høvdu vit lítlar og ongar skaðar, men móti endanum stóð einki til. Vit mistu fimm og seks spælarar til fleiri dystir, og slíkt merkist hjá øllum liðum. Tí gjørdist endin ikki tann, sum hann kundi verið, um vit høvdu sloppið undan nøkrum av skaðunum, sigur Pauli G. Hansen, liðformaður hjá Skála.
Alt gekk galið fyrstu árini
Pauli hevur verið við øll árini í 1. deild, og hann hevur upplivað, hvussu eitt neyðarsligt botnlið av Skála, sum fólk næstan tóku synd í, tí tað gekk so illa, broyttist til eitt krútsterkt og undirhaldandi fótbóltslið, sum fólk fegnast um at síggja spæla.
Tað hevur verið sera stuttligt at verið partur av liðnum hesi árini. Fyrstu tvey kappingarárini spældu vit góðan fótbólt, men vit fingu bara ikki úrslitini, sum vit skuldu hava. Ofta gekk tað galið, hóast vit høvdu betri uppiborið, sigur Pauli G. Hansen.
Seinastu tvey árini hava vit verið í eini aðrari støðu, tí vit hava ofta vunnið dystir ímóti liðum í niðara enda, hóast vit ikki hava spælt serliga væl. Tað er komið fyri, at liðini hava gjørt mistøk, sum hava givið okkum sigurin, og eg má siga, at ta støðuna kenni eg aftur frá teimum fyrstu árunum í bestu deildini.
Tað er stórur munur á, hvat er stuttligari at verða við í toppinum ella at stríðast í botninum, sigur Pauli G. Hansen.
Hann heldur, at ein týðandi orsøk til, at tann stóra broytingin er hend við fótbóltinum á Skála, er, at venjarin hevur verið dugnaligur.
Johan eigur ein stóran part av heiðrinum fyri, at vit hava tikið okkum so nógv fram, sigur Pauli.
Ber til at liva upp til vónirnar
Men hvussu verður so nú, tá ið onnur lið ikki longur verða tikin á bóli av einum vælspælandi og sterkum Skála-liði. Verður tað ikki truplari at vinna dystir, tá ið mótstøðuliðini ikki longur undirmeta ella fara skeiv í metingini av Skála sum fótbóltslið.
Tað er sjálvsagt eitt sindur øðrvísi, at fólk nú vænta nakað av okkum, men eg haldi ikki, at tað er nakað, sum vit hugsa um í tí dagliga. Fleiri av spælarunum hava roynt hetta frá hondbóltinum, har teir hava nógv at liva upp til, og tað ber til at brúka tær royndirnar í fótbóltinum, sigur Pauli G. Hansen.
Tað nýtist ikki at vera ein vansi fyri liðið, at fólk nú vænta sær nógv av Skála. Um spælararnir duga at seta seg upp, heldur enn at gerast bangnir fyri uppgávuni, so verður tað eingin trupulleiki.
Landsliðið í eygsjón
Pauli G. Hansen hevur verið millum teir bestu miðvallararnar í landinum seinastu árini, og hetta er eisini farið at síggjast aftur í úttøku til landsliðið. Enn hevur tann arbeiðssami og skilagóði miðvallarin bert spælt ein landsdyst fyri Føroyum, men næstu árini kann hann vænta sær at fáa boð aftur.
Í øllum førum fekk hann rættiliga fitt av spælitíð, tá ið landsliðið var í USA á venjingarlegu.
Tað er spennandi at sleppa á landsliðið, og allir fótbóltsspælarar ynskja at vera við. Tað geri eg eisini, men eg veit, at kappingin er sera hørð um at sleppa við, sigur Pauli G. Hansen.
Fyri meg snýr tað seg fyrst og fremst um at spæla væl fyri Skála, og so fáa vit at síggja, hvat tað kann føra við sær, men sjálvandi er landsliðið eitt av mínum málum, sigur hann.
Góðar vónir til í ár
Skála hevur í vetur mist onkrar av sínum týðandi spælarum. Iulian Florescu hevur skift felag, Nenad Stankovic slapp ikki aftur til landið, og Hanus Thorleifsson hevur eisini skift felag.
Pauli hevur spælt nógv saman við Nenad á miðvøllinum, og hann heldur, at saknur verður í tí sterka serbiska miðvallaranum.
Nenad hevði stóran týdning fyri liðið, tí hann kundi altíð halda upp á bóltin. Vit kundu altíð spæla bóltin til Nenad, tá ið vit vóru undir trýsti, so saknur verður í honum. Men so má onkur annar spælari taka við eftir hann, og eg havi gott mót um, at teir spælararnir, sum eru komnir afturat, fara at styrkja liðið hjá okkum, sigur Pauli G. Hansen.
Hann roknar ikki við, at hansara uppgáva á liðnum fer at broytast stórvegis, hóast Nenad nú er burtur.
Eg var tann verjukendi miðvallarin, meðan hann fór meira við frameftir. Hendan leiklutin havi eg vant meg við, og eg trívist væl í honum. Eg rokni við, at tað verður nøkunlunda mín uppgáva aftur í ár, sigur Pauli.
Hann hevur góðar vónir til kappingina í ár.
Eg haldi, at vit eru minst líka væl fyri í ár, sum vit vóru í fjør, og eftir at vit seinastu tvey árini eru endaði sum nummar tvey og trý, so má málið hjá okkum verða at náa heilt upp á toppin, sigur Pauli G. Hansen.
Myndatekstur:
Fyri meg snýr tað seg fyrst og fremst um at spæla væl fyri Skála, og so fáa vit at síggja, hvat tað kann føra við sær, men sjálvandi er landsliðið eitt av mínum málum, sigur Pauli G. Hansen