Vit ynskja einki annað enn ein tunnil

Leirvíkingar hava savnað saman undirskriftir ímóti ætlaðu vegaføringini gjøgnum bygdina.
Íalt 323 leirvíkingar hava skrivað undir áheitanina, sum fyrrapartin í dag varð handað Bjarna Djurholm.

 Vit vilja enn einaferð vísa á, at ein vegur omanfyri bygdina fer avstað við okkara størsta aktivi, ið er byggilendi.
 Hetta byggilendið fæst ikki aftur, og kemur haraftrat at koyra bygdina í tvíningar. Og tað ynskja vit ikki!
Soleiðis verður tikið til í eini áheitan á vinnumálaráðharran, Bjarna Djurholm, og sum íalt 323 leirvíkingar hava skrivað undir.
Tá tingfundur varð settur í morgun kl. 10 vóru hesar undirskriftirnar handaðar Bjarna. Tað var Filip Hansen sum vegna leirvíkingar stóð fyri hesum.
Hetta hendi samstundis sum tingið viðgjørdi eitt uppskot um at strika tíðarfreistina fyri, nær ein endalig loysn skuldi finnast á málinum um vegaføringina gjøgnum bygdina frá Norðoyatunlinum.
Leirvíkingar hava áður verið frammi á vøllinum við sínum ynskjum í sambandi við hesa stóru verkætlanina.
Eftir alt orðaskiftið er støða teirra í dag púrasta greið: Tað er bara ein einstøk loysn, og hon er tunnilin gjøgnum bygdina!

Full semja um tunnil
At leirvíkingar nú enn einaferð vilja gera vart við støðu sína kemur einamest av, at Landsverk er komið fram við loysnini um at gera eina vegaføring omanfyri bygdina.
Síðani 28. januar hevur eitt mótmæli ligið frammi í tveimum handlum í bygdini, sum ikki talar fyri hesum.
 Vit hava ikki gingið hús úr húsi fyri at savna hesar undirskriftirnar inn. Men allíkavæl hava altso 323 fólk skrivað undir tað, segði Filip Hansen, beint áðrenn hann handaði landsstýrismanninum áheitanina.
Hann vísti á, at henda áheitanin undirbyggir eisini ta kanningina, sum varð gjørd á borgarafundinum í bygdini herfyri, har ikki færri enn 90 % av bygdarfólkinum ynsktu tunnilsloysnina.
Í áheitanini verður somuleiðis víst á, at tveir landsstýrismenn hava gjørt sína støðu greiða í hesum máli. Men tað hevur fólkið í Leirvík so sanniliga eisini gjørt.
 Bæði bygdin og eitt samt bygdarráð stendur saman um tunnilsloysnina. Og tað er í roynd og veru tað sama, sum eitt samt løgting hevur játtað.
 Hetta er ein skilagóð íløga, sum kemur at vara tey næstu 100 til 200 árini, verður sagt.

Uppskot kemur í næstu viku
Í skrivinum verður víst á, at Bjarni Djurholm hevur biðið løgtingið um at strika tíðarfreistina, ið annars var sett til 15 februar. Hann hevur eisini upplýst, at kanningararbeiðið fer at taka millum 3 og 6 mánaðir.
 Upprunaliga verkætlan hjá Teknistovuni í Gøtu tók seks vikur. Og NCC hevur eisini váttað yvirfyri okkum, at teir longu í komandi viku, hava eina fulfíggjaða dokumentatión frá einum óheftum vælrenomeraðum donskum konsulentfirma um tunnilsgerðina.
 Og hesar kanningar fara at vísa, at tunnilin kann fremjast soleiðis sum hann er projekteraður og fyri uppgivna prísin uppá 87 mió krónur, vísa leirvíkingarnir á.


Bjarni:  Neyðugt við betri grundarlagi
Við móttøkuna av áheitanini segði Bjarni Djurholm, at sum støðan er í dag er ikki nóg gott tilfar og grundarlag at taka eina endaliga støðu út frá.
Hann segði, at Landsverk hevur vent sær til ráðgevarar úti í heimi eftir fleiri upplýsingum.
Og sum skilst so miðar hann eftir at leggja eitt uppskot um hetta fyri tingið, áðrenn tað fer heim seinast í apríl mánaði.

Tunnil fyri 87 mió. kr.
Í einum brævi, sum Vinnumálaráðið fekk 26. januar 2006, meta J&K Petersen og NCC, at ein tunnil kann gerast fyri uml. 87 mió. kr. u/ MVG, við hesum høvusfortreytum:
- Rundkoyring á Toftanesi við tilkoyringarvegum
- 350 m langur tunnil
- Forankra tunnilin við at stoypa botnplátuna fasta í klettin
- Vanligan T-kross á Kráartanga
- Vegurin frá Kráartanga til tunnilsvegin verður vardur við alduverju
- Í smábátahavnini verður ein útfylling gjørd út á sjógv, sum fær ein asfaltveg omaná
- Vegurin verður gjørdur liðugur og asfalteraður
- Øll øki verða reetablerað, soleiðis sum tey vóru áðrenn
- 18 mánaðar byggitíð
- Øll prosjektering