fekk at vita, at eg ikki skuldi siga tað alment, men eg kláraði ikki at fjala tað fyri vinmonnunum, tí teir sóu á mær, at eg var glaður, fortaldi Pætur Petersen á FM1. Skálvíkingurin segði eisini, at hann [...] landsdyst sum áskoðari, har hevur sitið við andlitsmáling og sungið við. Tí er hann errin av, at hann nú sleppur at royna seg á landsliðnum sum spælari. - Pætur er ein spælari, sum kann hjálpa okkum, tá vit [...] spælari við ferð og nógvari orku. Tað hava vit brúk fyri, sigur Håkan Ericson. Tí kundi okkurt bent á, at Pætur Petersen í fyrstu atløgu er ætlaður ein leiklut móti Turkalandi á Tórsvølli, um hann kemur á
sum arbeiddi í landi. Uni Rasmussen sigur, at Atlantsflog hevði ætlanir um at økja flotan úr trimum upp í fýra flogfør, og felagið hevði fyrireikað seg til at økja virksemið og fingið manningar til øll [...] øll flogførini. – Farsóttin hevði við sær, at virksemið minkaði við meira enn einum helmingi, og ætlanin um at flúgva við fýra flogførum varð útsett. Hóast talið á ferðafólkatali er vaksið aftur í [...] og heldur ikki Atlantsflog slapp undan. Virksemið fór í botn og fyri Atlantsflog var avleiðingin, at á vári í 2020 vórðu 100 starvsfólk søgd úr starvi. Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, sum hevur
upp runaliga settur á skrá fyri at vísa, at í Fuglafirði er sjógæti mentan, men hevur síðani ment seg at umfata allar føroyskar matvørur og gevur møguleika at skilja, smakka, snakka og keypa. M [...] ikki minst tryggja, at mentanararvurin verður hjúklaður um og førdur víðari til komandi ættarlið. Vit gleða okkum til nakrar spenn andi og hugnaligar dagar í Fuglafirði og fara at ynskja øllum hjartaliga [...] – Vit fegnast um at kunna bjóða øllum frá bæði fjar og nær til nakrar dagar, har sjóneykan verður sett á hvat Fuglafjørður bjóðar. Soleiðis skrivar Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafirði, í Sosialinum
sniðgevin handan Shisa Brand. Shisa Brand fór av álvara at binda og sniðgeva til føroyingar í 2013, og hevur drívmegin hjá Sissal alla tíðina verið, at skapa snið, ið virða føroysku ullina og føroyskan bindisið [...] Kristiansen at bjóða siðvenjunum til dans og skapa snið, ið bæði hava eina føroyska kjarnu, men sum eisini eru í tráð við hennara fagurfrøðiliga ans og stíl. Hartil hevur tað týdning at hava klassikaran [...] september kl. 10-11. Atgongumerki krevst. Les meira um Pakhusstrik: 9.-11.september. her Meira fæst at vita við at venda sær til: Mai Misfeldt: mai@bryggen.dk
Svøríki er evropameistari hjá monnum í hondbólti, og tí var givið, at tað fór at vera ein torførur dystur hjá okkara U18-manslandsliðið, ið spældu fyrsta dystin í innleiðandi EM-bólkaspælinum móti Svøríki [...] 17-15. Í fyrra hálvleiki fylgdust liðini til støðuna 5-5. So byrjaði Svøríki at draga frá, og við støðuna 17-12 byrjaði at síggja eitt sindur svart út, men okkara menn endaðu hálvleikin væl við trimum [...] fyrsta partin av seinna hálvleiki, men tað eydnaðist føroyska liðnum at javna til 24-24 og til 25-25, men tað eydnaðist ikki føroyska liðnum at leggja seg á odda í seinna hálvleiki. Svenskarar komu upp á 30-25
í menning. Tí eiga vit ikki at vera í vanda fyri at flyta niður, men tað er neyðugt at arbeiða miðvíst og nógv, um vit skulu varðveita plássið í bestu deildini, sigur Lukas Giessing við FM1. - Munurin [...] fegnast um, at vit hava vunnið og eru røttu megin strikuna, sigur Lukas Giessing, sum skoraði NSÍ sigursmálið, ið var tað fyrsta hjá honum, síðani hann í summar flutti til NSÍ. - Vit kenna, at liðið er í [...] liðunum. Dygst frammanundan, at teir skoraðu 2-1 málið, høvdu vit ein møguleika, sum var neyvt av sama slagi, sum tann, teir umsettu til 2-1, men vit megnaðu tíverri ikki at skora, staðfestir AB venjarin
Bjørn Kunoy kemur fram til, at serliga tveir leistir kunnu elva til órógv millum lond. Hetta tí at grundgevingarnar hjá dómstólunum og gerðarrættum fyri at útinna løgdømi eru at kalla ósambærligar. Hetta [...] Felags fyri allar hesar træturnar er, at ytri landgrunskrøvini hjá stríðandi pørtunum ikki hava verið viðgjørd og eftirmett av landgrunsnevndini hjá ST. Umframt at hetta kann hava avbjóðingar fyri sjálva [...] umskarandi landgrunskrøv til øki uttan fyri 200 fjórðingar frá grunnlinjum, hava játtað at útinna løgdømi uttan mun til, at eingi viðmæli frá landgrunsnevndini hjá ST fyriliggja. Sambært niðurstøðunum eru fýra
til at venja áðrenn stevnuna. Til samdans hava føroyingar hava valt at kvøða 25. ørindi Ebbe Skammelsøn. Umframt tí, verður eisini høvi at royna aðrar fólkadansir. ##med2## Eisini fara gestirnir at uppliva [...] hevur til endamáls at fremja siðbundnu norðurlendsku fólkamentanina. HAVLEIKUR 2022 byrjaði sunnudagin 10. juli við ungdómslegu á Sandi, har 40 ung í aldrinum 15-25 ár luttaka. Umframt at uppliva fólkadansir [...] Tað er Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama, ið skipar fyri HAVLEIKI 2022, har um 600 dansarar og spælimenn úr Norðanlondum luttaka. HAVLEIKUR, sum seinast var í Føroyum 2008, er dansistevna
staklagið - "Goodbye" - og ætlanin var at geva eitt staklag út longu í januar ella februar í ár. Men ymiskar avbjóðingar - millum annað Covid-19 - førdu við sær, at allar upprunaligu ætlaninar seinkaðust [...] hvussu móttøkan fer at vera, sigur Edmund Jacobsen, sum tey flestu óiva best kenna sum sangara í navnframa bólkinum Chase. Edmund er búsitandi í Esbjerg. Edmund leggur afturat, at um alt gongur eftir ætlan [...] so verður 2SOME til reiðar at spæla konsertir í 2023. Arni Carlsen, ið spælir keyboards í 2SOME hevur drúgvar royndir sum tónleikari, men er uttan iva mest kendur fyri at hava skriva landaplaguna "Eru
góðar tríggjar mánaðir – 17. november – at fella dóm í einum máli um niðurskjótingina av einum flogfari í ukrainskum loftrúmi í 2014. Fýra mans eru ákærdir fyri at hava skotið flogfarið niður, og allar ganga [...] hertikið Krim hálvoynna. Teir fýra menninir, sum eru ákærdir, vera hildnir at hava hjálpt russisktstuðlaðu loysingarfólkum at skjóta rakettina ímóti Boeing-flogfarinum hjá Malaysia Airlines. Ákærarnir [...] Teir advokatar, sum umboða russiska Oleg Pulatov, hava grundgivið fyri, at rættarmálið hevur verið órímiligt. Teir halda ikki, at ákærararnir hava grundgivið nóg væl fyri alternativum teorium um orsøkina