2SOME geva enn eitt staklag út

Bólkurin 2SOME - hvørs fasta manning eru vinmennirnir Arni Carlsen og Edmund Jacobsen - er nú til reiðar við staklagnum “HOLD ON”.

Arni Carlsen og Edmund Jacobsen stovnaðu 2SOME í 2020 - mestsum av tilvild - og teir hava líka síðani skrivað hópin av løgum. Í december 2021 gav bólkurin út fyrsta staklagið - "Goodbye" - og ætlanin var at geva eitt staklag út longu í januar ella februar í ár. Men ymiskar avbjóðingar - millum annað Covid-19 - førdu við sær, at allar upprunaligu ætlaninar seinkaðust.

 

Lagið “I SHOULD HAVE KNOWN” útkom í juli í ár - og nú er triðja lagið klárt. Lagið eitur “HOLD ON”, og kann stroymast HER.

 

Nýggja staklagið heldur sama stíl sum tað fyrsta. Talan er um bleytan pop-rokk við enskum teksti.

 

Ætlanin hjá 2SOME er at geva fleiri stakløg út í komandi mánaðarnar. Talan verður fyri tað mesta um løg á enskum, men væntandi verður okkurt føroykst lag eisini á skránni í heyst.

 

– Vit eru sera væl nøgdir við nýggja lagið og eru sera spentir um, hvussu móttøkan fer at vera, sigur Edmund Jacobsen, sum tey flestu óiva best kenna sum sangara í navnframa bólkinum Chase. Edmund er búsitandi í Esbjerg.

 

Edmund leggur afturat, at um alt gongur eftir ætlan, so verður 2SOME til reiðar at spæla konsertir í 2023.

 

Arni Carlsen, ið spælir keyboards í 2SOME hevur drúgvar royndir sum tónleikari, men er uttan iva mest kendur fyri at hava skriva landaplaguna "Eru Vit Til", sum hann gav út saman við bólkinum Enekk í 1990.

 

Teir báðir hava verið vinmenn, síðan teir vóru blaðungir, men teir hava ongantíð áður spælt í sama bólki og ei heldur skrivað tónleik saman.

 

– Eg heinti nógvan íblástur frá country, meðan Edmund er meira rokkutur. Hetta ger, at tónleikurin er sera miðsøkjandi og melodiøsur, sigur Arni Carlsen, ið býr í Havn.