Ein dómstólur í Hollandi fer um góðar tríggjar mánaðir – 17. november – at fella dóm í einum máli um niðurskjótingina av einum flogfari í ukrainskum loftrúmi í 2014.
Fýra mans eru ákærdir fyri at hava skotið flogfarið niður, og allar ganga leysir. Ein teirra er umboðaðu við einum advokati, hinir verða rættarfylgdir in absentia.
Málið snýr seg um MH17-flogfarið, sum 17. juli í 2014 var á veg úr Amsterdam í Hollandi til Kuala Lumpur í Malaysia.
Tá tað var í ukrainskum loftrúmi, varð tað skotið niður av eini BUK-rakett. Øll 298 umborð doyðu. 193 teirra vóru hollendingar.
Nakrar mánaðir fyri tilburðin hevði Russland hertikið Krim hálvoynna.
Teir fýra menninir, sum eru ákærdir, vera hildnir at hava hjálpt russisktstuðlaðu loysingarfólkum at skjóta rakettina ímóti Boeing-flogfarinum hjá Malaysia Airlines.
Ákærarnir vilja revsa allar fýra við lívstíðardómum.
Teir advokatar, sum umboða russiska Oleg Pulatov, hava grundgivið fyri, at rættarmálið hevur verið órímiligt. Teir halda ikki, at ákærararnir hava grundgivið nóg væl fyri alternativum teorium um orsøkina til flogvanlukkuna.
Malaysiska ferðafólkaflogfarið fleyt yvir einum øki við bardaga millum herin hjá Ukraina og prorussisk loysingarfólk í eystara parti av Ukraina.
Tað hevur verið ein altjóða kanning av, hvat hendi hendan dagin fyri átta árum síðani.
Niðurstøðan varð í 2016, at flogfarið varð rakt av einum BUK-missili, sum varð skotið úr einum øki, har loysingarfólkið hevur valdið.
Jørð-til-luftmissilið skal vera komið úr eini russiskari støð.
Handbókin Britannica skrivar, at eitt BUK-missil ikki rakar málið sítt beinleiðis. Tað spreingist nær við, og tað gjørdi tað eisini, tá tað náddi upp til MH17.
Sambært upplýsingum sprongdist tað tætt við stýrhúsið og sendi metalsplintur inn í flogfarið og drap manningina.
/ritzau/Reuters