Atlantsflog hevur sett fleiri fólk aftur í starv

Og væntandi verða nøkur sett afturat, sum tíðin gongur

Korona fór rættiliga illa við flogvinnuni um allan heimin, og heldur ikki Atlantsflog slapp undan. Virksemið fór í botn og fyri Atlantsflog var avleiðingin, at á vári í 2020 vórðu 100 starvsfólk søgd úr starvi.

 

Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, sum hevur Atlantsflog undir sær. Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu støðan er hjá teimum fólkunum, Atlantsflog segði úr starvi í samband við korona. Av teimum føstu starvsfólkunum sum mistu starvið, vóru 19 flogskiparar, 20 flogternur, átta starvsfólk á teknisku deild, átta starvsfólk í kundatænastuni og 10 onnur starvsfólk, sum arbeiddi í landi.

 

Uni Rasmussen sigur, at Atlantsflog hevði ætlanir um at økja flotan úr trimum upp í fýra flogfør, og felagið hevði fyrireikað seg til at økja virksemið og fingið manningar til øll flogførini.

 

– Farsóttin hevði við sær, at virksemið minkaði við meira enn einum helmingi, og ætlanin um at flúgva við fýra flogførum varð útsett. Hóast talið á ferðafólkatali er vaksið aftur í ár, er virksemið enn ikki komin upp aftur á, sum ætlanin var fyri 2020.

 

Uni Rasmussen sigur, at síðani uppsagnirnar í mai 2020, hevur Atlantsflog sett 10 flogskiparar aftur í fast starv. Harafturat verða fýra flogskiparar helst settir í fast starv seinni í vetur. Allir flogskipararnir, sum eru settir í starv, vórðu uppsagdir í 2020, sigur hann.

Harumframt hava flogskiparar verið í tíðaravmarkaðum starvi í summar, og nakrir eru í starvi sum fríyrkis flogskiparar til 1. novembur í ár. Landsstýrismaðurin leggur afturat, at flogskipararnir eru settir í starv eftir avtalu ímillum felagið hjá flogskiparunum og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Tríggjar av teimum 20 flogternunum, sum vórðu sagdar upp, eru aftur í føstum starvi hjá Atlantsflog í dag. Harafturat hava 10 av teimum uppsøgdu flogternunum afturat fingu starv aftur sum fríyrkisflogternur. Av hinum 26 starvsfólkunum, sum vóru uppsøgd, eru sjey sett aftur í starv, sigur Uni Rasmussen.