FM1: Soleiðis fekk Lukas NSÍ uppum niðurflytingarstrikuna

(FM1) Hoyr hvussu Lukas Giessing skoraði sigursmál fyri NSÍ, og hoyr hann seta orð á tað

##med2##

 

Lukas Giessing, sum áður hevur spælt við AB, skoraði sigursmálið eftir innlegg frá Atla D. Petersen, tá NSÍ vann 2-1 á AB úti í Vika á Argjum. Úrslitið sendir NSÍ fyribils upp á sætta plássið, har teir hava 19 stig. Tó bert eitt stig meira enn 07 Vestur og tvey stig meira enn B68 og AB.

 

AB – NSÍ 1-2 (0-1)

 

0-1: Miska Rautiola (3.)

 

1-1: Mathias Nielsen (51.)

 

1-2: Lukas Giessing (73.) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin, Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við sigursmálsskjúttan, Lukas Giessing.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá AB, Henrik Larsen. 

 

 

 

- Hetta er ein av vánaligastu fótbóltsdystum, sum eg havi verið við til. Vindurin argaði nógv, og fram ímóti dystarenda pressaði AB okkum. Tíbetur bjargaði Karstin Hansen fleiri ferðir væl, og nú gloyma vit vánaliga avrikið og fegnast um, at vit hava vunnið og eru røttu megin strikuna, sigur Lukas Giessing, sum skoraði NSÍ sigursmálið, ið var tað fyrsta hjá honum, síðani hann í summar flutti til NSÍ. - Vit kenna, at liðið er í menning. Tí eiga vit ikki at vera í vanda fyri at flyta niður, men tað er neyðugt at arbeiða miðvíst og nógv, um vit skulu varðveita plássið í bestu deildini, sigur Lukas Giessing við FM1.

 

- Munurin var ikki so stórur á liðunum. Dygst frammanundan, at teir skoraðu 2-1 málið, høvdu vit ein møguleika, sum var neyvt av sama slagi, sum tann, teir umsettu til 2-1, men vit megnaðu tíverri ikki at skora, staðfestir AB venjarin Henrik Larsen við FM1. 

 

 

 

AB-NSÍ 1-2 (0-1) - Hoyr málini og samrøður við Lukas Giessing og Henrik Larsen

AB-NSÍ 1-2 (0-1) - Hoyr málini og samrøður við Lukas Giessing og Henrik Larsen