hugsar hann sær, at tað fer at verða um 700 fermetrar tilstøddar og at tað fer at kosta um fýra milliónir. Sum tað sæst, verður húsið bygt frameftir jørð, og tað skal hava flagtak fyri at tað skal fella so [...] yvir, at hetta fer at krevja eina væl størri játtan til ellis- og røktarheimið, enn tað nú fær. Men hann heldur kortini, at tað er neyðugt at samskipa eldrasambýlini og ellis-og røktarheimið, tí tað er óheppið [...] beinanvegin og at fara undir at projektera sum skjótast. Bergur Bærendsen sigur, at miðað verður so ímóti at grava stykkið út í vetur, so at tað kann verða klárt at fara undir sjálva byggingina, tá ið tað fer
verður tað áhugavert at síggja úrslitið, tí tað fer at geva eina ábending um, hvussu eitt møguligt løgtingsval fer at laga seg. Tað er rætt sum samfelagsfrøðingurin sigur við blaðið í gjár, at val til [...] kunnu vit eisini rokna við, at ein útmelding frá veljarunum um nettup tjóðskapar- ella sjálvstýrisspurningin fer at geva eina týðuliga mynd av, hvussu eitt komandi løgting fer at síggja út. Vit mugu so heldur [...] til fólkatingið hevur verið meira ein spurningur um persónar, tó at tað hesaferð er broytt í og við at tjóðskaparspurningurin er vorðin so sentralur. Men nettup tí hesin spurningurin er vorðin so týðandi
Lognberg sigur, at tey hava ta støðu í Skopun, at skal ítróttarhøll byggjast, skal hon tengjast tætt at Meginskúlanum, og tað skulu vera kommunurnar í oynni, sum eiga og reka hana. Hann sigur, at umsóknin, sum [...] borgarstjóri. ?Tað hevur verið at frætt, sigur Gerhard Lognberg, at Skopunar Komuna skal vera í móti at byggja ítróttarhøll, á Sandi. Men tað passar ikki. Skopunar Kommuna er avgjørt sinnað at fáa høll í oynna [...] til, klárar Skopunar Skúli ikki at hýsa, og verða næmingarnir tí noyddir at fara í ungmannafelagshúsið Samljóð, har kommunan leigar høli til hesi fakini. Tað er ikki nóg gott, heldur borgarstjórin, sum vil
hvussu gott tað er ikki at roykja, greiðir Maria frá. Hon sigur, at tað ber til at læra seg at leggja av at roykja líka so væl, sum ein kann læra at spæla upp á eitt ljóðføri ella eitt hvørt annað. Tað verður [...] fyri, at hon fór at gerast roykjari. Til dagligt arbeiðir Maria á Norðoya Apotek, og hon sigur, at hon dagliga sær roykjarar inni har, sum stríðast við at leggja av. Tað og so hennara áhugi fyri at menna [...] skótabúnan afturfyri. ? Um tað kann verða við til at halda teimum frá at byrja, so er tað bara gott, sigur Maria Olsen. Tað er pláss fyri 15 skeiðsluttakarum hvørja ferð og áhugin er stórur millum fólk
kunnu øll verða ómetaliga fegin um, at vit hava fingið eitt so stórt og gott skip at sigla við á opnum havi og eg vænti, at ferðafólkastreymurin ímillum Suðuroy og Havnina fer at veksa munandi. Tað var Anita [...] brúkast til at gera skipið liðugt í og til at gera endaliga sáttmálan lidnan. Stjórin í Strandferðsluni sigur, at eftir at hann er leveraður, fer tað at taka eina lítla viku gera hann siglingarkláran og so tekur [...] ymiskt at gera heilt liðugt, men tað eru smáting og Strandferðslan er ikki sinnað at yvirtaka skipið, fyrrenn tað er heilt liðugt. Men hann sigur eisini, at Strandferðslan og skipasmiðjan eru samd um tað
bilar onki, um ein fer svangur eftir meira avstað frá eini tílíkari konsert. Hornorkestrið var gott, og tað var spennandi at hoyra tað nýggja gospelkórið. Tað hevur nógv gott í sær. Men uttan iva stendur [...] spennandi og góð konsert. Stuttligt at síggja tey bæði framføra saman. Og tey stuðlaðu hvønnannan sera væl. Eivør sang seg inn í mergin á okkum øllum, tað er púra vist. Fýra sangir var ikki nógv, men tað bilar
- Eg ynski, at Føroyar verða eitt gott vælferðarsamfelag at liva í, har tey kristnu grundvirðini framhaldandi verða varðveitt sum grundsúlur undir samfelagnum. Eisini vóni eg, at vit verða vælsignaði við [...] sum eg helst vil gloyma. Royni altíð at gera mítt besta við ynski um at vera til gleði og gagn fyri onnur menniskju. Lívið hevur lært meg at taka ein dag í senn og at leggja alt í Guds hond. Hvat ynskir [...] eitt gott og hendingarríkt, bæði privat og politiskt. Búskaparliga peika nógvir pílar rætta vegin. Arbeiðsloysið minkar støðugt, og fólkatalið veksur. Edva Jacobsen, løgtingskvinna, leggur aftrat, at ES-boykotti
byggja upp, og tí heldur hann tað vera neyðugt Havnin og Suðurstreymoy fáa betri kor. - Tá Havnin hevur tað gott hava bygdirnar tað gott, sigur Heðin Mortensen og leggur dent á, at allir føroyingar eiga hø [...] ikki nóg gott. - Nú ræður um at verja borg, sigur borgarstjórin í Havn, tá talan er um at velja tinglimir næstu ferð. Heðin Mortensen metir, at tað verður ov tosað nógv um tað negativa heldur enn at byggja [...] høvuðsstaðin. Tað ljóðar, sum tú hevur hug at stilla upp? - Ja tað havi eg, sigur Heðin Mortensen. Tøtt kapping Men kann tað ikki verða trongligt á lista C í Suðurstreymoy næstu ferð? - Ja, tað veit eg ikki
uppflytingarplássi. Hvidovre kom á odda, men tað stóð nógv á, áðrenn tað var greitt, at teir kundu fara út aftur í Hvidovre við øllum stigunum. Tað restaði ein stórur hálvur tími, tá ein av viðspælarunum [...] kortið. Frem setti Óla Johannesen og hansara menn undir stórt trýst, men tað eydnaðist at varðveita leiðsluna. Serliga málverjin hjá Hvidovre, Stephen Andersen, verður sagdur at hava spælt framúr væl. Í Farum [...] framvegis, hvussu tað fer at roynast hjá fótbóltsfelagnum, sum Peter Brixtofte hevur verið formaður fyri. Upphæddirnar, sum seinastu árini hava runnið til felagskassan úr eitt nú kommunukassanum og køssunum hjá
teimum at vera. Italiumenn spæla 4-1-4-1, og tað fara vit eisini at vera í útgangsstøðuni. Ætlanin er ikki at sparka, men í staðin at spæla fótbólt. Vit fara at royna at hava bóltin so leingi, sum tað ber [...] Vit plaga altíð at fáa málmøguleikar, og tað rokna vit við, at vit eisini fara at fáa hesa ferð. Spurningurin er so, um vit megna at fáa úrtøku. Føroyska liðið er so væl mannað, sum tað ber til. Fimm spælarar [...] Mouritsen, Arnbjørn Hansen og Jónas þór Næs hava havt skaðar at dragast við. Jónas verður á liðnum, meðan tað er meiri ivasamt við hinum báðum. Um allir verða tøkir, so fer føroyska liðið at síggja soleiðis út