Komunumál
Skopun:Ítróttarhøll fer at koma í Sandoynni. Kommunurnar í oynni skulu eiga hana. Men Skopunar Kommuna vil hava ymisk átrokandi viðurskifti í Skopun avgreidd, áðrenn pengar verða settir av til ítróttarhøllina, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri.
?Tað hevur verið at frætt, sigur Gerhard Lognberg, at Skopunar Komuna skal vera í móti at byggja ítróttarhøll, á Sandi. Men tað passar ikki. Skopunar Kommuna er avgjørt sinnað at fáa høll í oynna, men vit hava víst á ávís ting, sum vit vilja hava avgreidd fyrst.
Hann greiðir frá, at skúlaviðurskiftini í Skopun eru ikki nøktandi, sum er, hóast fimm flokkar ganga í skúla í Skopun, og skopunarbørn frá sætta flokki fara í Meginskúlan.
Men teimum »kreativu fakunum«, sum borgarstjórin tekur til, klárar Skopunar Skúli ikki at hýsa, og verða næmingarnir tí noyddir at fara í ungmannafelagshúsið Samljóð, har kommunan leigar høli til hesi fakini.
Tað er ikki nóg gott, heldur borgarstjórin, sum vil hava skúlan bygdan út, so øll undirvísing í bygdini verður í skúlanum.
Eitt annað mál, sum arbeitt verður við í Skopun í løtuni, er barnagarðurin, sum kommunan letur byggja í løtuni.
Talan er um ein dagstovn, sum fer at hýsa 30 børnum. Bæði vøggustovu- og barnagarðsbørnum.
Dagrøkt er í Skopun, og tey børnini fara so øll at ganga á stovninum, tá hann er liðugur. Dagrøktarmammurnar, sum eru, fara at starvast á dagstovninum.
Av øðrum stórarbeiðum, sum gerast skulu í Skopun í ár, er asfaltering av umleið helvtini av bygdarvegunum. Avtala er gjørd við Landsverkfrøðingin um at gera hetta í summar, sigur Gerhard Lognberg.
Alt hetta kosta pengar, og skopuningar vilja hava hesi mál avgreidd, áðrenn ítróttarhøllin verður verður raðfest í oddanum.
Skopunar Kommuna hevur luttikið á fleiri fundum um ítróttarhøll saman við hinum kommununum í Sandoynni.
Gerhard Lognberg sigur, at tey hava ta støðu í Skopun, at skal ítróttarhøll byggjast, skal hon tengjast tætt at Meginskúlanum, og tað skulu vera kommunurnar í oynni, sum eiga og reka hana.
Hann sigur, at umsóknin, sum send er Undirvísingar- og Mentamálastýrinum um stuðul til ítróttarhøll, er send frá einum felag og einum privatpersóni í oynni. Tað heldur borgarstjórin í Skopun ikki vera rætt, men heldur, at tað átti at verið kommunurnar, sum, tá tann tíð kemur, sendu eina umsókn í felag um bygging av ítróttarhøll.