Hvussu hevur árið 2014 verið?
- Árið 2014 hevur sum heild verið eitt gott og hendingarríkt, bæði privat og politiskt. Búskaparliga peika nógvir pílar rætta vegin. Arbeiðsloysið minkar støðugt, og fólkatalið veksur.
Edva Jacobsen, løgtingskvinna, leggur aftrat, at ES-boykotti er avtikið, makrelsemjan kom upp á pláss, og fríhandilssáttmáli við Turkaland, sum hevur verið umtalaður í nógv ár, varð umsíðir undirskrivaður.
Hvat minnist tú best frá 2014?
- Nógv gott er at minnast afturá, og trupult er at taka nakað serstakt burturúr. Men, sum dømir kunnu nevnast, at vit hava fingið nýggjan bústovn í Tórshavn fyri sálarsjúk, nýggjan stovn í Runavík fyri fjølbrekað, dagtilhald í Fuglafirði, og nýggja uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði læt upp, og fyrsta skotið varð latið av til Viðareiðistunnilin.
Edva Jacobsen fegnast eisini um, at viðbótin til pensjónistar verður hækkað við 350 krónum um mánaðin, og hon vónar, at tað verður møguligt at hækka viðbótina enn meira næstu árini.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?
- Tá maðurin og eg vóru í DK og vitjaðu sonin í summar. Tað var eisini ein stór uppliving at halda 50 ára føðingardag saman við sera nógvum fólki, sum gjørdu dagin ógloymandi. Tað eri eg sera takksom fyri.
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?
- Havi ikki nakað sum eg helst vil gloyma. Royni altíð at gera mítt besta við ynski um at vera til gleði og gagn fyri onnur menniskju. Lívið hevur lært meg at taka ein dag í senn og at leggja alt í Guds hond.
Hvat ynskir tú tær í 2015?
- Eg ynski, at Føroyar verða eitt gott vælferðarsamfelag at liva í, har tey kristnu grundvirðini framhaldandi verða varðveitt sum grundsúlur undir samfelagnum. Eisini vóni eg, at vit verða vælsignaði við, at fiskur veruliga kemur aftur á grunnarnar, so eisini botnfiskaflotin má fáa betri kor. Tað hevði verið til stóra gleði fyri nógvar familjur og hevði havt stórar ringvirkningar til alt Føroya land, bæði vinnuligt og privat.
Edva Jacobsen sigur seg síggja fram til at fáa lóg um endurvenjing gjøgnumførda og fáa víðka skúla/arbeiðstilboð til ung við serligum tørvi.
- Eg biði eftir, at forfylging av teimum kristu - framd av IS - má halda uppat, og at enda vil eg ynskja øllum Føroyafólki eitt gott nýggjár og Guds ríku signing, sigur løgtingskvinnan.










