Nýggi Smyril yvirtakast hósdagin

Hósdagurin 29. september verður dagyrin tá ið føroyingar yvirtaka nýggja Smyril. Men tað fer at taka einar tvær, tríggjar vikur afturat at fáa hann í sigling

Nýggi Smyril

Nýggi Smyril verður yvirtikin hósdagin 29. september.
Tað er úrslitið av fundi ímillum Strandferðsluna og sponsku skipasmiðjuna nú umvikuskiftið.
Í sambandi við, at nýggi Smyril varð doyptur leygardagin, hevur eisini fundur verið ímillum sponsku skipasmiðjuna og Strandferðsluna um, nær Smyril skal yvirtakast.
Og partarnir eru samdir um, at hann skal verða klárur at yvirtaka hósdagin.
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at enn er ymiskt at gera heilt liðugt, men tað eru smáting og Strandferðslan er ikki sinnað at yvirtaka skipið, fyrrenn tað er heilt liðugt.
Men hann sigur eisini, at Strandferðslan og skipasmiðjan eru samd um tað, sum skal gerast.
Teir næstu dagarnir skulu nú brúkast til at gera skipið liðugt í og til at gera endaliga sáttmálan lidnan.
Stjórin í Strandferðsluni sigur, at eftir at hann er leveraður, fer tað at taka eina lítla viku gera hann siglingarkláran og so tekur tað fýra dagar at sigla hann heim.
Men tá ið hann er heimkomin, fer tað aftur at taka nakrar dagar at gera hann kláran at sigla við ferðafólki, eitt nú skal manningin hava ymsar venjingar umborð í sambandi við trygdina.
So tað verður ikki fyrrenn í seinnu helvt í oktober, at hann verður settur í fasta sigling ímillum Suðuroynna og Havnina

Ein stórur dagur
Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í samferðslumálum er avbera væl nøgdur við skipið.
Hann sigur, at talan er um eitt ómetaliga vakurt skip og umstøðurnar umborð eru sera góðar.
 Eg havi eisini fingið at vita frá skipakønum, at talan er um eitt dygdarhandverk, leggur hann afturat. Talan er um eitt skip við cruisara-dygdum ov vit kunnu øll verða ómetaliga fegin um, at vit hava fingið eitt so stórt og gott skip at sigla við á opnum havi og eg vænti, at ferðafólkastreymurin ímillum Suðuroy og Havnina fer at veksa munandi.
Tað var Anita Eidesgaard, løgmansfrúa, sum doypti nýggja Smyril. Sum vit hoyrdu í Útvarpinum sunnudagin, doypti hon Smyril við hesum fyndarorðum:

Tú boðar um ljósar tíðir.
Tú álit suðuroyinga ver.
Ein knørrur so snøggur og fríður,
sum framburð til oynna ber.

Má Harrin signa verkið
og føra teg trygd í Havn.
Tað verið tí stavnamerki
og Smyril verður títt navn

Sum siður er har um leiðir, signaði ein prestur eisini skipið.
Vit hava fleiri ferðir sæð myndir av nýggja Smyrli uttan, men í dag kunnu vit eisini vísa, hvussu hann sær út innan. Og sum tað sæst, er talan um eitt avbera snotiligt skip og umstøðurnar hjá ferðafólki eru sera góðar.
Vit lata myndirnar tala fyri seg.