Endiliga eydnaðist hjá Hvidovre

Hjá Johan B. Hansen og Fredericia hilnaðist illa, meðan Randers Freja á heimavølli fekk fulla úrtøku

1. DEILD Í DANMARK

Tað hevði í fyrstu umførunum eftir vetrarsteðgin roynst stak illa hjá Óla Johannesen og hinum í Hvidovre. Fyrst taptu teir 2?1 á útivølli í Odense ímóti B1909,og so taptu teir við somu tølum ímóti Herfølge. Á útivølli ímóti grannunum úr Frem var einki mót um Hvidovre, men tað hilnaðist framúr væl í Valby parkini.

Hvidovre vann 3?1 ímóti Frem, sum við gamla venjaranum hjá Jákupi Mikkelsen, Ole Mørch, við róðrið, leingi hevur verið næstfremst og harvið á uppflytingarplássi.

Hvidovre kom á odda, men tað stóð nógv á, áðrenn tað var greitt, at teir kundu fara út aftur í Hvidovre við øllum stigunum. Tað restaði ein stórur hálvur tími, tá ein av viðspælarunum hjá Óla Johannesen fekk reyða kortið. Frem setti Óla Johannesen og hansara menn undir stórt trýst, men tað eydnaðist at varðveita leiðsluna. Serliga málverjin hjá Hvidovre, Stephen Andersen, verður sagdur at hava spælt framúr væl.

Í Farum hevur seinastu tíðina verið nógv rok. Ivasamt er framvegis, hvussu tað fer at roynast hjá fótbóltsfelagnum, sum Peter Brixtofte hevur verið formaður fyri.
Upphæddirnar, sum seinastu árini hava runnið til felagskassan úr eitt nú kommunukassanum og køssunum hjá fyritøkum, sum borgarstjórin hevur syrgt fyri at veita fyrimunir í kommununi, verða neyvan eins stórar komandi árini.

2. páskadag hevði Farum vitjan av HJK úr Suðurjyllandi, sum hevur ætlanir um at flyta upp í bestu deildina. Farum hevði gott tak á tí og vann 4?1. Harvið eru hesi bæði liðini jøvn á næstfremsta plássinum. Køge, sum orsaka av salmonellu hevur fingið tveir dystir útsettar, er fremst.

Johan B. Hansen er útleigaður frá OB og til Fredericia í næstbestu deildini. Har hevur ikki gingið nakað serligt. Fredericia er í niðurflytingarvanda, og í hesum umfarinum var eingin úrtøka. Fredericia hevði vitjan av FC Århus, sum við Flemmingi Povlsen, fyrrverandi landsliðsálopsspælaranum, á odda hevur stórar ætlanir. FC Århus vann 1?0.

Randers Freja hevði tað gott á páskum. Eftir sigurin á Silkeborg í fjórðingsfinaluni í steypakappingini langa fríggjadag, hevði Randers Freja mánadagin vitjan av Kolding. Heimaliðið vann 2?0.