Talv Klaksvíkingar eru neyvan heilt nøgdir við úrslitið í Sandavági sunnudagin. 3-1 ljóðar sum ein greiður og góður sigur, men talan var um eina topp-botn uppgerð, og við manningini oddaliðið hevði, átti [...] hevur tað gingið hampiliga væl hjá hinum. Torkil Nielsen hevur fingið góð úrslit, og Jón Gregersen er komin væl í gongd. Og tað varð eisini Jón, sum tryggjaði heimaliðnum tað eina stigið, tá hann vann á Terja [...] fyri fyrstu ferð Havnarmenn hava alla kappingina havt sera óstøðuga manning. Helgi Dam Ziska - sum nú offissielt hevur fingið staðfest sítt IM-heitið – telvaði fyri havnarmenn fyri fyrstu ferð í ár. V
kunnu teir enn tað, nú kappingin er komin somikið stutt, men avrikini hava í nógvum førum verið somikið sannførandi í ár, at talan í veruleikanum hevur verið um klassamun. Higartil eru teir eisini einasta [...] løtuni vera, hvørt H71 ikki er fremsti avbjóðarin til oddasessin. Á stigatalvuni eru teir tað í øllum førum. Um teir eisini eru tað í veruleikanum, fæst helst at vita leygardagin, tá júst Kyndil og H71 bresta
men av tí at dagurin er í Suðuroy í ár, eru tað pensjónistafeløgini í Suðuroy, sum stíla fyri tiltøkunum á degnum. Og har er nógv áhugavert á skránni, eitt nú fleiri áhugaverdir fyrilestrar. Stevnan byrjar [...] pylsuendanum, fer Sverri Midjord at tosa um at vera virkin, hóast ein er komin upp í árini. Og hann veit, hvat hann tosar um, tí fá eru so virkin sum nettupp hann. Um kvøldið verður so veitsla fyri luttakarunum [...] Síðani er allur seinnaparturin er pakkaður við fyrilestrum. Talan er um heilar 10 fyrilestrar, men teir eru stuttir fyri at tað ikki skal verða ov langligt at lurta eftir. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fer at
sigur dagrøktarleiðarin í Hvannasundi, Gunvør Eliasen. Dagrøktararnir, sum eru fimm í tali, nýta spælistovuna avbera nógv. Tær eru har við børnunum tríggjar dagar um vikuna, so tað sigur seg sjálvt, at u [...] kunnu vera so stóran part av vikuni í spælistovuni, lættir eisini nógv um hjá teimum við, at tær ikki eru so nógv í teirra egna húsi. Børnini trívast eisini væl í spælistovuni. Betur pláss Áðrenn spælistovan [...] eitt hvørt, sum dálkar illa. Á loftinum er eitt wc og so sjálv uppgongdin, restin er spælirúmið, so nú er lag á manni hjá børnunum at rokast. Og tað væntar Gunvør fer at gera stóran mun hjá teimum. Hugnaløta
havnarmaður burturav. Føddur og uppvaksin i Havn og hevur búð í Havn alla sína tíð. Tey eru fimm systkin, sum øll eru á lívi. Tað elsta er 84 ár. Karl Johan byrjaði í 1951 at arbeiða á heilsøluni hjá Poul [...] nakrantíð verið í sálini um, at tað er HB, sum er rætta felagið. Men seinnu árini er onnur ítróttargrein komin uppí, sum hann rættiliga er bitin av. Hann er nevniliga abbi tann heimskenda Regin Vágadal. Og har [...] yvirhøvur. Gongur við lív og sál upp í tað, abbasonurin tekst við. Og hevði hann orkað, siga tey, sum næst eru, var eingin ivi um, at hann var til hvørja einastu kapping hjá Regini, líka mikið hvar í heiminum tað
Klæmint er, sum so mangur úr Sandoynni, ein framúr góður frásøgumaður og eygleiðari og nógv gullkorn eru komin fram í hesum sendingum. Abbabørn siga um abban, at hann er ein frískur gamal maður og her meina [...] fyri seyði. Nú gongur hann ikki longur tí haganum, tí sjónin bilar og hann hoyrir heldur ikki so væl longur. Klæminti hjá Nielsi verður ynskt ein góðan føðingardag og alt tað besta og tað eru abbabørn sum [...] sum eru aftanfyri orðini í hesi heilsan.
Upptakt Við sigrinum á GÍ fyri viku siðani gav HB greiðar ábendingar um, at teir so sanniliga ikki eru dotnir ímillum í gulldystinum, hóast liðið undan hesum hevði tapt tríggjar dystir á rað. Eitt stig [...] fyritreytirnar at vinna stig sunnudagin at vera heilt góðar. Í øllum førum tykist tað so, at allir mans eru tøkir. Jón Rói Jacobsen og Nocko Jokovic fingu báðir onkran smávegis snudd undir venjing hóskvøldið [...] tøkir til dystin, og endaliga er Gisli Sveinbjørnsson burturstaddur, eftir at hann annars tykist vera komin fyri seg eftir skaðan, sum hann fekk í dystinum ímóti júst HB í fyrru hálvu. Tað ger, at vágbingar
hjá løgtinginum er komin ásamt um, gevur teimum tímaløntu fleiri fyrimunir, samanborið við galdandi dagpeningaskipan. Umframt, at karensdagarnir eru burtur í nýggju skipanini, eru dagpeningatíðarskeiðið [...] Nú fáa tímalønt, sjómenn og sjálvstøðu vinnurekandi javnbjóðis rættindi við tey alment løntu á arbeiðsmarknaðinum. Løgtingið er samt um at samtykkja nýggja dagpeningalóg, tryggjar tímaløntum og øðrum [...] dagpening, tí tey hava verið ov sein av boða frá. Útgjaldið er ikki vaksið Hóast fleiri fyrimunir eru við nýggju dagpeningaskipanini, er endurgjaldið til einstaka borgaran í reiðum peningi ikki vaksið
18. Februar klokkan 19.00. Sendingarnar, sum ætlandi verða einar fimm í tali, eru hvør ein tíma til longdar. Nú í vár eru tredivu ár liðin síðani The Beatles gavst at spæla. Samstundis varð punktum sett [...] og setta nýggja kós. Fáur einstaklingur ella bólkur hevur sum teir ávirkað og litað tónleikin, sum komin er hesi seinastu tríati árini. Stóra ávirkan The Beatles fekk eisini ovurstóra ávirkan á mentunarligu [...] føroyskum tóneikarum og yrkjarum, sum fara at siga sína hugsan um um bólkin. Ikki færri enn átjan eru teir í tali; Niclas Johannesen, Eyðun Nolsøe, Sunleif Rasmussen, Jóhannus á Rógvi Joensen, Bjarni Restorff
Agnarsson, Samuel Chukwudi Johansen, Jann Julin Benjaminsen, og Stefan Radosavljevic eru nýggir á landsliðnum. Hartil eru Noah Mneney, Andrass Johansen og Pætur Petersen við aftur, eftir at teir fingu la [...] altíð sagt, at hann virðir at føroysku spælararnir ikki eru fulltíðarspælarar. Jákup B. Andreasen lærir til maskinmeistara. Í hansara stað er komin Andrias Edmundsson. Stóri miðverjin spælir í spanska Águilas [...] Águilas FC. Hann hevur verið gjøgnum ein drúgvan skaða, men er nú tøkur til landsliðið. Hópurin: Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland) Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn Bárður á Reynatrøð, Víkingur