Talv
Klaksvíkingar eru neyvan heilt nøgdir við úrslitið í Sandavági sunnudagin. 3-1 ljóðar sum ein greiður og góður sigur, men talan var um eina topp-botn uppgerð, og við manningini oddaliðið hevði, átti møguleiki verið fyri einum enn størri sigri.
Olaf Berg hevur ikki havt góð úrslit á 1. borði hjá Sandavági. Hann tapti ímóti Heina Olsen. Helst hava sandavágsmenn ætla sær- við Olaf á liðnum - at tryggja sær sæti í fremstu deildini í ár, soleiðis at ungu evnaríki telvararnir har vesturi aftur kundu telva millum teir bestu komandi ár.
Hevur Olaf havt tað trupult, so hevur tað gingið hampiliga væl hjá hinum. Torkil Nielsen hevur fingið góð úrslit, og Jón Gregersen er komin væl í gongd. Og tað varð eisini Jón, sum tryggjaði heimaliðnum tað eina stigið, tá hann vann á Terja Petersen.
Helgi við fyri fyrstu ferð
Havnarmenn hava alla kappingina havt sera óstøðuga manning. Helgi Dam Ziska - sum nú offissielt hevur fingið staðfest sítt IM-heitið – telvaði fyri havnarmenn fyri fyrstu ferð í ár. Veteranurin Rani Nolsøe megnaði ikki at steðga Helga.
Klaksvík 2 fekk kortini nógv burturúr, tí teir hálaðu tvey stig inn, og javnleikur varð tí úrslitið.
Havnarmenn vinna helst bronsuna, meðan Klaksvík 2 og Sandavágur stríðast um at sleppa undan at enda aftast. Tað fær tó ongan týdning, tí kollfirðingar tóku seg úr kappingini, og tí flytur einki lið niður í 2. deild.
Endabresturin fyri framan
Vestmenningar eru fýra stig aftanfyri oddaliðið úr Klaksvík, men hava tveir dystir eftir, meðan klaksvíkingar bert hava ein dyst eftir at telva.
Klaksvíkingar møta havnarmonnum í seinasta umfarinum fyrst í mars, meðan vestmenningar skulu telva ímóti havnarmonnum 25. februar og síðani Klaksvík 2 á seinasta leikdegi. Tískil eru allar súðir ikki syftar, sum Nolsøe-maðurin í Kringvarpinum beinrakin plagar at taka til.