Nú fáa tímalønt, sjómenn og sjálvstøðu vinnurekandi javnbjóðis rættindi við tey alment løntu á arbeiðsmarknaðinum.
Løgtingið er samt um at samtykkja nýggja dagpeningalóg, tryggjar tímaløntum og øðrum verkafólki sjúkradagpening frá fyrsta sjúkradegi.
Skipanin higartil hevur innihildið tveir karensdagar, soleiðis at hesir samfelagsbólkar ikki hava fingið sjúkradagpening fyrsta og næsta sjúkradagin í eini sjúkralegu. Harafturímóti hava alment lønt síðani í fjør fingið løn frá fyrsta sjúkradegi.
Sum partur av búskapartiltøkunum í kreppuárunum, vórðu tveir karensdagar álagdir teimum alment løntu, soleiðis at tey ikki fingu pening fyrr enn eftir næsta sjúkradagin. Men hendan skipan varð avtikin fyri góðum ári síðani. Korini hjá teimum, sum ikki hava verið alment lønt, hava kortini verið tveir karensdagar síðani 1979.
Fleiri fyrimunir
Endaliga uppskotið um dagpeningaskipan, sum trivnaðarnevndin hjá løgtinginum er komin ásamt um, gevur teimum tímaløntu fleiri fyrimunir, samanborið við galdandi dagpeningaskipan.
Umframt, at karensdagarnir eru burtur í nýggju skipanini, eru dagpeningatíðarskeiðið eisini broytt, soleiðis at til ber at fáa dagpening í einum tíðarskeiðið á 40 vikur innan fyri eitt ár. Áður hevur verið møguligt at fáa dagpening í einum tíðarskeiðið á 20 vikur innan fyri eitt hálv ár.
Afturat hesum er fráboðanarfreistin longd til 30 dagar, soleiðis at tað ber til at fáa dagpening, hóast tú ikki minnist til at boða myndugleikunum frá, at tú ert sjúkur beinan vegin. Áður hevur fráboðanarskyldan verið 11 dagar. Hetta hevur ført við sær, at fleiri ikki hava fingið dagpening, tí tey hava verið ov sein av boða frá.
Útgjaldið er ikki vaksið
Hóast fleiri fyrimunir eru við nýggju dagpeningaskipanini, er endurgjaldið til einstaka borgaran í reiðum peningi ikki vaksið.
Arbeiðir tú sum handverkari og fær fulla handverkaraløn, fær tú ikki meira enn 80 prosent av einari vanligari arbeiðsmannaløn, gerst tú sjúkur. Tað vil siga, at hóast dagpeningaskipanina, fellur inntøkan munandi, ert tú tímaløntur ella arbeiðir í privata vinnulívinum og gerst sjúkur.










