Tunnir vágbingar til Havnar

Meðan gull-hungrandi vertirnir eru mest sum fullmannaðir, stendur heilt illa til við fólki hjá VB undan dystinum í Havn

Upptakt

Við sigrinum á GÍ fyri viku siðani gav HB greiðar ábendingar um, at teir so sanniliga ikki eru dotnir ímillum í gulldystinum, hóast liðið undan hesum hevði tapt tríggjar dystir á rað.
Eitt stig er tó framvegis upp til runavíkingarnar, og skal hesin munur ikki vaksa, áðrenn stóra brakið í Runavík, er kravið heilt einfalt, at HB skal hava trý stig sunnudagin.

Misjavnt við fólki
Og í HB tykjast fyritreytirnar at vinna stig sunnudagin at vera heilt góðar. Í øllum førum tykist tað so, at allir mans eru tøkir. Jón Rói Jacobsen og Nocko Jokovic fingu báðir onkran smávegis snudd undir venjing hóskvøldið, men teir verða væntandi báðir tøkir, so tað kann neyvan roknast við, at stórvegis broytingar verða framdar í mun til liðið, sum tryggjaði liðnum sigurin í Gøtu.
Hjá VB er støðan viðvíkjandi fólki nakað væl øðrvísi. Framman undan er hópurin hjá vágbingum ikki av teimum breiðastu, og tá so fráfallið er stórt, gerst støðan ikki sørt óhugalig.
Tórður Holm fekk reytt kort í dystinum móti Skála seinasta vikuskiftið, og hevur tískil leikbann hetta vikuskiftið. Tað hevur Bobo eisini, eftir at hann fekk enn eitt gult kort inn á kontna seinast.
Hartil dragast bæði Predrag Zivkovic og Robert Cieslewicz við skaðar og verða neyvan tøkir til dystin, og endaliga er Gisli Sveinbjørnsson burturstaddur, eftir at hann annars tykist vera komin fyri seg eftir skaðan, sum hann fekk í dystinum ímóti júst HB í fyrru hálvu.
Tað ger, at vágbingar mugu leita sær niður á næstbesta liðið eftir avloysarum, men heldur ikki har er ov nógv at geva av, nú liðið er um at sleppa úr niðurflytingarvandanum.
Vágbingar hava annars góð hagtøl at vísa á, tá spælt hevur verið í Gundadali móti HB, men sum støðan er í løtuni, so er einki at siga til, um vágbingar eru fegnir, bara teir sleppa so nøkunlunda snikkaleysir úr Havnini.