200 pensjonistar hittast í Suðuroy

Í dag verður eldradagur í Suðuroy, har pensjonistar úr øllum landinum hittast til gaman og álvara

Eldradagur

Í dag hittast 200 pensjónistar úr øllum landinum til gaman og álvara á Tvøroyri.
Tað er árligi eldradagurin, sum í ár verður í skúlahøllini í Trongisvági við nógvum áhugaverdum á skránni.
Tað er Landsfelagið Pensjónista, sum skipar fyri degnum, men av tí at dagurin er í Suðuroy í ár, eru tað pensjónistafeløgini í Suðuroy, sum stíla fyri tiltøkunum á degnum.
Og har er nógv áhugavert á skránni, eitt nú fleiri áhugaverdir fyrilestrar.
Stevnan byrjar klokkan hálvgum eitt og tann fyrsti tímin fer til fáa súpan og langabreyð.
Klokkan hálvgum tvey fer Thorbjørn Lisberg, formaður í pensónistafelagnum HØFT í Suðuroyar Norðaru helvt at seta eldradagin.
Síðani er allur seinnaparturin er pakkaður við fyrilestrum. Talan er um heilar 10 fyrilestrar, men teir eru stuttir fyri at tað ikki skal verða ov langligt at lurta eftir.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fer at tosa um tey eldru í landspolitikki og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, fer at tosa um Almanna- og eldrapolitikk.
Borgarstjórin í Vági og borgarstjórin á Tvøroyri fara at tosa um eldrapolitikk í teirra kommunum og leiðarin í heimarøktini í Suðuroy, Jeanna í Lágabø, fer at tosa um heimarøkt og tey eldru. Josvein Bech, prestur, fer at halda fyrilestur um átrúnað, tryggleika og eldru og Beinta Leo, kostráðgevari, fer at tosa um hvat tey eldru eiga at leggja dent á viðvíkjandi mati. Jórun Petersen, fysioterapeutur, fer at tosa um motiónsfimleik og sum rosinan í pylsuendanum, fer Sverri Midjord at tosa um at vera virkin, hóast ein er komin upp í árini. Og hann veit, hvat hann tosar um, tí fá eru so virkin sum nettupp hann.
Um kvøldið verður so veitsla fyri luttakarunum við døgverða, skemti, sangi og aftaná
verður farið upp á gólv.