skumpa málið frá lóg til lóg fyri at skugga fyri niðurstøðuni: Samgongan fer ikki at arbeiða fyri javnrættindum til samkynd og børn teirra. Eg eri mest hørm um samkyndu pørini og børnini, sum javnan fáa lovað [...] nevnir einki um, at hann ætlar at broyta nakra lóg. Fyrst kundi barsilslógin ikki brúkast, so kundi lógin um foreldramyndugleika ikki brúkast, og nú er svarið, at tað er í barnalógini, at broytingar skulu gerast [...] gerast. Løgmaður sigur, at hann heldur, at allir borgarar skulu hava javnrætt. Uttan lógarbroyting er ikki javnrættur. Tað er fínt, at løgmaður hevur eina nøkulunda fatan av, hvar broytingar møguliga kunnu
teirra vón, at politiski myndugleikin fer at síggja stuðulin til Beran sum eina íløgu í føroyska samfelagið og ikki bara sum ein stuðul til ein felagsskap. Ingvør Skaalum heldur, at tað er ringt at hugsa [...] tey vóru liðug, ella høvdu ikki fingið eina útbúgving. Hvussu nógv høvdu endað í arbeiðsloysi, hvussu nógv høvdu endað í rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu, og hvussu nógv høvdu ikki stríðst við sálarligar t [...] krónur um árið, og tað røkkur bara til eitt partíðar leiðslustarv, og tørvurin er nógvar ferðir størri enn tað, og Ingvør Skaalum gjørdi greitt, at Berin hevði ikki hórað undan uttan stuðul frá felagsskapum
ótroyttiligu eldsálirnar og eg kundi hildið á – og tá hava vit ikki so frægt sum verið í París. Vit hava tó gjørt tað, sum alt snýr seg um: vit hava savnað pening til børnini. Og so sleppa vit øll at gera [...] mistu tit ikki børnini úr eygsjón. Takk. Tí eisini í ár eru tað børn, sum hava brúk fyri tykkara hjálp.” Oddvør Poulsen, dagligur leiðari í Beranum um gávuna: “Árliga stuðulsgávan frá Team Rynkeby til Beran [...] at víðka bólkatilboðið til eisini at fevna um børn og ung, sum hava álvarsliga sjúk foreldur ella systkin. Vónandi kann gávan vera við til at slóða fyri hesum. Hjartans tøkk til tykkum øll í Team Rynkeby
hava fjálgað og vart teg og tíni, hava nú slept, men ein onnur hond er, ið ikki sleppur tær og tykkum. Heb. 13, 5: Eg skal als ikki sleppa tær og á ongum sinni fara frá tær. ------- Sólfríð [...] Nú ein mánaður er farin, síðan Hans fór frá okkum, vil eg bera fram eina tøkk, at mær untist at koma at kenna hendan megnar mann. Eg kom at kenna Hans innan samkomuhøpi. Hans hevur verið virkin innan trúarlív [...] hevur havt fyri Kelduna og okkum, sum har samlast, kann ikki sigast frá í orðum. Hansara ídni, kærleiki, trúfesti og áhaldni hevur verið við til at borið samkomuna øll hesi árini. Hans vildi altíð taka
skuldu júst skriva, hvat vit hildu um Pinoccio. Brádliga skalv skúlin. Eg datt niður á gólvið og visti ikki til mín aftur, fyrr enn eg vaknaði á sjúkrahúsinum, greiddi ein sjey ára gomul genta frá í gjár [...] at skúlin átti ikki at verið rapaður, hevði hann verið bygdur eftir teimum ásetingum, sum eru galdandi fyri slíkar bygningar í einum jarðskjálvtaøki. Skjálvtin hósdagin varð máldur til 5,4 á Richter-stiganum [...] a og bað tey avlýsa eitt tiltak, sum skuldi verða í skúlanum. Men á kommunuskrivstovuni vildu tey ikki taka ávaringina hjá prestinum í álvara. Nakrar tímar seinni skiltu tey, at tey áttu at havt lurtað
grind, at tað ikki var ráðiligt at eta ov nógv av tí góða gamla føroyska matinum. Serliga vóru tað nýrur og livur á grind, ið vóru dálkað. Landslæknin mælti fólki til ikki at eta grind til døgurða meira [...] Almannaheilsu umløgd til granskingardeild undir Landssjúkrahúsinum. Pál Weihe veit enn ikki, um hann fer at halda fram. - Vónandi fer deildin at yvirliva undir Landssjúkrahúsinum. Eg veit ikki, hvussu verður [...] verður við mær, men eg vil fegin halda fram. Eg havi heilsuna, mær dámar væl at arbeiða, og eg havi nógv eftir, sum eg fegin vil gera, sigur hann. Hvør livur longst? Hvørji heilsulig eyðkenni gera, at summi
sambandi vi: keypi: og útflutningin. Vit skulu hava eina keypsváttan frá FMF, og henda váttan er galdandi í eina viku. Toll-og Skatt kannar eftir, um keypsváttanin svarar til útfluttu nøgdina. Um ikki, fer máli: [...] kapping og goldin, tá i: hann ver:ur keyptur. - Eg haldi, at ta: serliga var her, at vit høvdu ein trupulleika. Um hetta er ø:rvísi í dag, havi eg ikki grundarlag fyri at meta um, sigur Kjartan D. Joensen [...] gó:kendur av Fiskimálará:num, men í n!ggju kunnger:ini er hetta ikki ney:ugt. - Í kunnger:ini, sum Toll-og Skatt nú hevur at halda seg til, stendur, at um vei:a, sum er keypt gjøgnum uppbo:ssølu, gó:kend
elstu børnini vóru smá sigldi Eyðfinn í Noreg og var sjálvdan heima. ? Eg minnist, at børnini kallaðu meg fyri maðurin, tá eg kom heim, greðir Eyðfinn frá. Men foreldrini eru væl nøgd og gleða seg til brúdleypið [...] aftur við at halda fleiri røður, tí hann ivast ikki í, at hann verður rørdur, og so dámar honum so væl at halda røður. ? Men eg skal ikki troytta gestirnar. So eg skal nokk klára at halda mær, sigur Eyðfinn [...] Eyðfinn Mørk. Mørk sytrarnar eru fýra. Men tann yngsta, ið eitur Rini, hevur enn ikki funnið tann rætta, og tí bar ikki til at halda ferfalt brúdleyp. Vildu hava Hera Tá avgerðin um at giftast í felag endaliga
So sigur tú við meg: Tú hevur ikki verið inni í kamarinum hjá mær og Henny. Nei, sigi eg. Tað havi eg ikki. Ja, men far so inn og hygg, sigur tú so. Tað fyrsta, sum eg síggi, er eitt býlæt av dóttur okkara [...] okkum øllum, tað eg kann minnast. Ja, nú ert tú vorðin 65 ár, men tað sæst ikki á tær. Tú ert tann sami gubbi í góðum lag. Nú búgvi eg saman við familjuni í Esbjerg, men góði gubbi, tá eg vitji heima í Gøtu [...] Gøtu, verði eg ongantíð gloymd av tær. Altíð ein pakka við onkrum góðum niður aftur við til okkara. Eg var eisini og vitjaði tykkum, nú eg var heima í summar í føðingardag hjá mammu, og var tað fyrstu
mannfólkini ofta! Haldi ikki at eg nakrantíð havi hoyrt eina kvinnu heilsa øllum føroya fólki nakað enn. Tær koma oftani inn við nøkrum "post-it" lepum og lesa stutt og greitt heilsanina til familju og vinir [...] hoyrast hvønn dag um ein so vil. Men eg trúgvi, at tey flestu kunnu verða samd um, at tað er nakað serligt at fáa eina jólaheilsan úr útvarpinum. Í fleiri á havi eg havt ábyrgdina av, at jólaheilsanirnar [...] og hýrurin er góður, er tíðin komin til jólaheilsanirnar. Tey djørvu, og oftani tey sum hava teir longstu listarnar, koma fyrst inn í stovuna ella kamarið, har eg siti við mínum bandupptakara! "Gott kvøld