Nógv stákan hevur seinastu dagarnar verið undir lonini hjá Eyðfinni og Ingibjørg Mørk vesturi við vatnið í Vági. Í dag skulu tríggjar av teimum fýra døtrunum hjá teimum giftast ? samstundis.
Anja, Eyðhild og Heidi eru ávikavist 35, 30 og 28 ár og eru vaksnar upp saman. Tær hava altíð verið tætt knýttar at hvørjari aðrari, og tí var tað fyri tær ein heit náttúrlig avgerð, tá tær gjørdu av at giftast samstundis og halda brúdleyp saman.
Føroyskt met
Síðani avgerðin um trífalda brúdleypið varð tikin, hava skyldfólk og vinir hjá brúðarpørunum kannað, um tað áður í nýggjari føroyskari søgu er hent, at tríggjar systrar eru giftar samstundis. Og tey eru komin til tað úrslit, at brúdleypið er føroyskt met.
Eitt líknandi brúdleyp var í Vestmanna fyri nøkrum árum síðani. Men tá var talan um tvær systrar og ein beiggja, sum giftust samstundis. Eingin veit um, at tríggjar systrar áður eru giftar í senn í Føroyum.
Heidi var fyrst
Systrarnar hava fyrr ofta skemtað við, at tær fóru at giftast í felag. Men hetta kom aldri longur enn til skemt.
Men fyri fimm mánaðum síðani kom Ande, sjeikurin hjá Heidi, við hugskotinum um, at tey skuldu giftast beint áðrenn jól. Og tá Eyðhild og Anja fingu hetta at vita, gjørdu systrarnar av, at tær allar skuldu giftast í felag.
Allar tríggjar systrarnar hava leingi livað saman við monnunum, tær hvør í sínum lag skulu giftast við, og tí var skjótt at gera av, at tey nú skuldu taka seg saman og giftast.
Pápin, Eyðfinn Mørk, er ikki bilsin um, at sytrarnar hava gjørt av at giftast í felag.
? Tær eru so samanrottaðar, at tær hava bíðað efir hvørjari aðrari, sigur Eyðfinn Mørk.
Mørk sytrarnar eru fýra. Men tann yngsta, ið eitur Rini, hevur enn ikki funnið tann rætta, og tí bar ikki til at halda ferfalt brúdleyp.
Vildu hava Hera
Tá avgerðin um at giftast í felag endaliga var tikin, skuldu pørini í gongd við tað praktiska arbeiðið, ið fylgir við einum brúdleypi. Tað fyrsta, tey skuldu gera, var at finna ein prest, ið vildi víga tey.
Um hetta mundið var prestaloysi í Vági. Men tað darvaði ikki teimum trimum pørunum. Tey vildu hava ein ávísan prest at gifta seg, og tí kom tað væl við, at eingin prestur var at venda sær til í Vági.
Presturin skuldi vera Heri Joensen, fyrrverandi prestur í Vági. Tað ivaðust tey onga løtu í. Og hóast Heri Joensen hevur úr at gera í sínum starvi sum prestur í Havn, játtaði hann beinan vegin at vera við til gleðiligu hendingina, sum skuldi fara fram í Vágs Kirkju leygardagin 16. desember. Størsta dagin í lívinum hjá teimum øllum seks.
Øll vilja hjálpa
Hóast talan er um eitt ógvuliga stórt brúdleyp við 650 gestum, hevur tað verið leikandi lætt at fyrireika.
? Vit hava ikki so mikið sum bakað eina einastu kaku sjálvar. Øll ynskja at hjálpa at fyrireika brúdleypið, og vit hava fingið so nógva hjálp, at vit næstan eru slopnar undan at gera nakað sjálvar, siga systrarnar við ein munn.
Tað sama siga ernu foreldrini. Tey eru ógvuliga fegin um stóru hjálpina.
? Eg eri vísur í, at hjálpin hongur saman við, at tær altíð eru fúsar at hjálpa øðrum, tá nakað hendir, sigur pápin, og mamman, Ingibjørg, tekur undir við honum.
Brúdleypið skal standa í VB høllini vesturi á Eiðinum. Somuleiðis er ætlanin, at brúðarhús skal haldast í VB høllini sunnudagin.
Fyri at halda stýr á teimum 650 gestunum, sum koma til borðhaldið í høllini, hava brúðarpørini gjørt av, at Togerð Suðuroy skal vera sokallaður toast master og stýra borðhaldinum.
Átta syskin
Anja, Eyðhild og Heidi eru tríggjar av átta syskjum. Tey eru fýra systrar og fýra beiggjar.
Tá hesar tríggjar elstu systrarnar í dag skulu giftast burtur, sleppur pápin at leiða elstu dótturina, 35 ára gomlu Anju, upp eftir kirkjugólvinum. Eyðhild, sum er 30 ár, sleppur elsti beiggin, Jens, at geva burtur og Eyðhild, sum er 28 ár, sleppur næstelsti beiggin, Levi, at føra upp til altarið.
? Hetta verður ein stór løta fyri okkum, eru foreldrini, Eyðfinn og Ingibjørg, samd um. Tey eru ógvuliga errin av døtrunum, sum nú skulu giftast, og børnunum sum heild.
Foreldrini hava havt eitt ordans knoss at ala upp hesi átta børnini í eini tíð, har barnagarður var nakað heilt óhugsandi í Vági. Tá elsta barnið varð føtt var Ingibjørg 18 ára gomul og Eyðfinn var 17. Nú verður Eyðfinn 55 ár Tollaksmessudag og Ingibjørg er 56, og enn hava tey ein son búgvandi heima.
? Eg eri væl nøgd við úrslitið, vit hava fingið burturúr børnunum. Tey hava øll verið góð at ala upp, og í dag eru tey øll komin væl fyri. Men sjálvsagt hevur tað verið eitt toyggj at hava átta børn, ásannar Ingibjørg.
Meðan tey elstu børnini vóru smá sigldi Eyðfinn í Noreg og var sjálvdan heima.
? Eg minnist, at børnini kallaðu meg fyri maðurin, tá eg kom heim, greðir Eyðfinn frá.
Men foreldrini eru væl nøgd og gleða seg til brúdleypið í dag. Eyðfinn viðgongur, at tað verður torført at halda seg aftur við at halda fleiri røður, tí hann ivast ikki í, at hann verður rørdur, og so dámar honum so væl at halda røður.
? Men eg skal ikki troytta gestirnar. So eg skal nokk klára at halda mær, sigur Eyðfinn læandi.
Sjónvarpið við
Tað verður ein stór løta, tá tær tríggjar systrarnar seinnapartin í dag leggja leiðina upp eftir reyða leyparanum fram til altarið í Vágs Kirkju, til teir tríggjar spentu mennirnar, Suna Poulsen, Tom Villy Magnussen og Andre Joensen meðan vakri sangurin frá Kirkjukórinum Ljómi ljómar í vakra hválvinum í stórfingnu og væl pyntaðu kirkjuni.
Eisni onnur enn brúðarparið hava áhuga fyri forkunnuga brúdleypinum. Tað er eingin ivi um, at stóra kirkjan fer at verða stúgvandi full av fólki. Og tey, sum ikki eru stødd í Vági í dag, fáa eisini høvi at uppliva vígsluna. Sjónvarp Føroya fer nevniliga at taka vígsluna upp og senda hana einaferð seinni.