Góði gubbi. At skriva tær eina føðingardagsheilsan fellur mær lætt, tí tú hevur verið okkara góði gubbi hjá okkum øllum, tað eg kann minnast. Ja, nú ert tú vorðin 65 ár, men tað sæst ikki á tær. Tú ert tann sami gubbi í góðum lag.
Nú búgvi eg saman við familjuni í Esbjerg, men góði gubbi, tá eg vitji heima í Gøtu, verði eg ongantíð gloymd av tær. Altíð ein pakka við onkrum góðum niður aftur við til okkara. Eg var eisini og vitjaði tykkum, nú eg var heima í summar í føðingardag hjá mammu, og var tað fyrstu ferð, eftir at tit hava fingið eini so deilig hús við deiligari íbúð í kjallaranum. So sigur tú við meg: Tú hevur ikki verið inni í kamarinum hjá mær og Henny. Nei, sigi eg. Tað havi eg ikki. Ja, men far so inn og hygg, sigur tú so. Tað fyrsta, sum eg síggi, er eitt býlæt av dóttur okkara Gerdu Astrid. Tað vart rørandi at síggja. So fari eg inn aftur í stovuna og spyrji teg. Góði gubbi. Hví hevur tú eitt bílæt av Gerdu Astrid standandi í kamarinum. Tað fekk eg ikki svar uppá, men eg fekk tað svar, at hon skuldi standa har, so leingi tú livir. Tað var rørandi at hoyra.
Góði gubbi og góða Henny. Mangar góðar løtur hava eg, Árni og børnini havt inni hjá tykkum, og mangan drekkamunn hava vit eisini fingið og brúna formakaku í sambandi við, at GÍ hevur spælt. Tit eru bæði framvegis aktiv í GÍ og hava havt ikki minni enn fimm spælarar á GÍ-liðnum, John, Dánjal, Pauli, Magni og Henning, og altíð hevur tú verið stoltur av teimum. Men teir eldast, so nú er bara Magni eftir, men summusonurin hjá mær, Súni, er jú komin heim úr Hollandi at spæla við GÍ. Abbasoninum ert tú ógvuliga stoltur av og fylgir væl við í hvørjum dysti.
Men góið gubbi. Eg hoyri, at tú hevur havt ein góðan føðingardag við nógvum gestum ? ikki bara úr Føroyum, men so sanniliga eisini úr Íslandi, og eg ivist onga løtu í, at tit hava verið so blíð, at øll hava kent seg væl í tykkara heimi.
Góði gubbi. Eg kundi skrivað so nógv, men eg fari at enda við enn einaferð at takka tær og Henny fyri alt, sum tit hava verið fyri okkum og ynski tykkum báðum Guðs signing. Eg skal heilsa frá Árna og børnunum, mammu og systkinunum hjá mær við familju. Vit gleða okkum at síggja tykkum í november, tá tit koma í føðingardag hjá Henningi, nú hann fyllir runt. Og munnu vit ikki fara at fáa nakrar góðar og stuttligar dagar saman?!
Alt tað besta ynskja vit.
Guðdóttir tín Joan