Jarðskjálvti
Stutt fyri klokkan hálvgum trý hósnáttina vaknaði presturin í suðuritalsku bygdini San Giuliano av einum stoyti. Hann fekk illgruna um, hvat var í væntu og ringdi tí á kommunuskrivstovuna og bað tey avlýsa eitt tiltak, sum skuldi verða í skúlanum. Men á kommunuskrivstovuni vildu tey ikki taka ávaringina hjá prestinum í álvara.
Nakrar tímar seinni skiltu tey, at tey áttu at havt lurtað eftir presti. Tá skakaði ein jarðskjálvti bygdina. Í skúlanum vóru nógv børn og lærarar. Flestu børnini vóru úti í skúlagarðinum, og tað bjargaði teimum. Inni í skúlanum vóru nøkur av teimum yngstu børnunum og lærarar teirra.
-Vit skuldu júst skriva, hvat vit hildu um Pinoccio. Brádliga skalv skúlin. Eg datt niður á gólvið og visti ikki til mín aftur, fyrr enn eg vaknaði á sjúkrahúsinum, greiddi ein sjey ára gomul genta frá í gjár.
Ov veikur
Skúlin í San Giuliano varð bygdur í 1953 sum partur av einari hjálparverkætlan. Fólk í bygdini siga, at veggirnir í skúlanum skrædnaðu av jarðskjálvtanum, og tað hevði við sær, at takið datt niður.
Serfrøðingar søgdu longu stutt eftir jarðskjálvtan, at skúlin átti ikki at verið rapaður, hevði hann verið bygdur eftir teimum ásetingum, sum eru galdandi fyri slíkar bygningar í einum jarðskjálvtaøki. Skjálvtin hósdagin varð máldur til 5,4 á Richter-stiganum, og aftaná komu tveir minni skjálvtar.
Allan hósdagin, gjáranáttina og í gjár leitaðu bjargingarlið eftir børnunum, sum komu at liggja undir tí rapaða skúlanum. Seinastu almennu tølini í gjár søgdu, at 22 av skúlabørnunum í San Giuliano vóru deyð.