Brekkustova eitt umfevnandi og kreativt hús

43 ára gamla Sigbritt við Neyst hevur seinastu fimm árini húsað fyritøku sínari 2be í húsunum hjá ommu og abba sínum í Brekkuskákinum í Klaksvík.

 

 

Tilknýtið, ið Sigbritt hevur við húsini, er eyðsýnt. Hon búði, saman við foreldrum sínum, heima hjá ommu og abbanum fyrstu tvey liviárini, og hóast hon síðani flutti til Danmarkar í nøkur ár, so gjørdist sambandið við ommuna og húsini ongantíð veikari. Tá hon saman við foreldrum sínum flutti heim aftur til Føroya at búgva, var hon dagliga inni hjá ommu síni, og húsini umboðaðu alt tað, ið var gott, trygt og umfevnandi í uppvøkstri hennara.

 

 

– Her inni merkti eg dagliga, at líkamikið hvat eg segði ella gjørdi, so var eg deiligasta menniskja í heiminum, og tað er eisini júst her, at eg skal geva hetta víðari, sigur Sigbritt við Neyst, sum keypti húsini í Brekkuskákinum í 2013, tá hon var útbúgvin sálarviðgeri og nýliga hevði stovnað fyritøkuna 2be.

 

 

Sigbritt minnist aftur á løtur saman við ommu síni kring sama borðið, her vit báðar nú sita við hvør sínum temunni og práta.

 

 

– Omma plagdi at hava tær brúnu pappírsrullurnar, sum hon rullaði oman á borðið, og so sótu børnini og teknaðu. Tá eg var eldri sótu vit og bundu, tosaðu og fingu okkum ein drekkamunn, sigur hon frá.

 

 

­– Hon hevði góð skapandi evni, og hevði óivað verið listakvinna, varð hon fødd í dag. Hon hevði altíð kreativar loysnir, men hon brúkti evnini til at binda og gera annað hondverk. Tí er tað so ómetaliga vakurt, at húsið heldur á fram við at vera eitt umfevnandi og kreativt stað, sigur Sigbritt við Neyst.

 

 

Tá omma Sigbritt andaðist í 2012, 88 ára gomul, vórðu húsini sett til sølu, men Sigbritt hugsaði als ikki um at keypa tey tá. Húsini stóðu til sølu í nakrar mánaðir, men onki nøktandi boð kom.

 

 

– Tá fekk eg tankan. Eg visti, at nógv skuldi gerast við tey, áðrenn tey kundu brúkast, men vit avgjørdu at royna. Vit gjørdu tey í stand, og so vónaði eg bara, at eg fór at fáa inntøku, og at tað fór at vera virksemi í húsinum, sigur hon rørd.