rætt til eina rímiliga grundgeving. Brot á ta skylduna gevur rætt til samsýning til viðkomandi starvsfólk. Sum rímilig grundgeving kann eitt nú nevnast rakstrarviðurskifti hjá arbeiðsgevaranum ella atburður [...] alógina til tess at fremja neyðugar dagføringar til frama fyri øll starvsfólk í landinum. Hendan dagføringin snýr seg um grundleggjandi rættindir, sum ein arbeiðstakari eigur at hava, og hevur ongar f [...] Endamálið við einari frítíð er at hvíla seg og hava frítíð til tess at megna at arbeiða allar hinar gerandisdagarnar í árinum. Men hvat hendir í Føroyum, um tú gerst sjúkur í tínari vunnu frítíð? Svarið er sum
hann eisini hevur virkað sum stjóri hesi árini. Hvussu ber tað tá til, hann soleiðis hevur selt sín ognarpart, fyri at flyta yvir um borðið, at kalla? - Tað eru sjálvandi altíð tankar, sum tú gert tær. Í [...] meg serliga væl egnaðan til hetta, mást tú spyrja forstjóran og nevndina í bankanum um. Men sjálvur haldi eg meg hava nakað at geva bankanum í starvinum, staðfesti hann. Súni hevur annars síðani 1996 átt [...] vinnukundaøkið hevur stórar vakstrarmøguleikar. Bæði innan- og uttanlands. Spurdur um hetta, staðfestir Súni, at tað altíð verður talan um metingar um, hvat loysir seg og ikki. - Bankin hevur sjálvandi lagt
uppiborið fyri, at tað hevur eydnast at seta út í kortið av nýggjum og at fáa sett av tveir brunnar inni á landgrunninum, har eingin hevur borað áður. Hesir kunnu vera lykilin til eina nýggja tíð og kunnu [...] kostnaðarmikið at bora inni á basaltinum, og váðin tí eisini verður størri, hevur verið tingast um at leggja teir fýra brunnarnar saman til tveir. Nú er so komið undir land við tí fyrstu verkætlanini og avgjørt [...] brunnarnar, sum BP og Shell hava bundið seg til at bora frá einum seks ára loyvi og inn á eitt níggju ára loyvi, sum oljufelagið Anadarko stendur fyri. Alternativið til hesa ætlanini hevði møguliga verið als
Óla Petersen Regin Eikhólm hevur lagt til rættis. Fremst er eitt fororð, sum Óli Breckmann hevur skrivað. Eivind Weyhe hevur ein upplýsandi tekst á bakpermuni.. Óli Petersen hevur nýggjar tekningar, sum spæla [...] Greinir eru skrivaðar ella umsettar til Fróðskaparrit, sum heldur eingin hevur lisið. Eingin skilti ella orkaði at lesa hetta løgna, sterila og konstrueraða málið. Nú er linjan har tíbetur broytt, so [...] vit gera túsundtals av orðum ella skulu vit taka við teimum felagsorðunum, sum finnast uttan um okkum?” Bøkur eru skrivaðar á føroyskum, sum ikki eitt eyga hevur lisið, til dømis ”Alisfrøði” hjá H.D.J.
ónini ber nú til at hoyra fýra adventslestrar, meðan tú ert heima við hús, á ferð ella aðrastaðni. Sama grundarlag Hugskotið at lesa slíkar lestrar inn, og soleiðis fáa teir longur út til fólk, er ikki [...] er, kann ein prestur, sum hevur fleiri kirkjur at røkja, ikki vera í øllum teirra sama sunnudag. Her á landi hevur ein ístaðin eina skipan við sonevndum deknagudstænastum ella gudstænastum við lestri, har [...] týdning, og fyri Andrias Magnussen hevur hesin lesturin til 1. sunnudag í advent, sum er um tá Jesus ríður inn í Jerusalem, ein heilt serligan týdning. - Jú, hesin lesturin hevur sína søgu, tí hetta er ein teirra
Ein serlig tøkk til øll vinfólk og kenningar fyri, at tit eru við til at gera mín og familjunnar gerandisdag og harvið lívið til eina gávu. Árið 2008 hevur á mangan hátt verið heilt serligt. Viðurskifti [...] gera Pedagogfelagið til eitt livandi felag fyri allar limirnar. Summi spurgdu meg, hví eg skuldi gera hetta ímóti Jarvin? Gera hvat, hugsaði eg? Politikkur virkar ikki á tann hátt, at tú setir teg niður og [...] og bíðar, til hini eru liðug at halda seg framat, poilitikkur virkar á tann hátt, at ein bjóðar seg fram, og so er tað upp til veljaran at taka undir við tínum hugsanum ella varðveita tað, sum er. Meirlutin
hárinum til dømis ikki liggur, sum tað skal, so rættar ein tað. Tað er nakað tað sama við hesum forritinum. Tú tastar inn tað, sum tú hevur etið, og so sært tú, hvat er rætt ella skeivt, og tú fært somuleiðis [...] forritið, hvat ein etur, og hvussu nógv ein íðkar. Forritið vísir síðani, hvussu ein klárar seg í mun til ta ætlanina, sum ein leggur fyri seg sjálvan. Brúkarin fær við hesum eina tilvitan, um hvat ein ger [...] ger rætt. Og hvat ein ger skeivt í mun til heilsuna hjá einum, vektina og ta vektina, sum ein hevur sett sær sum mál. Ein danskur lækni og professari í kolestoroli, Ulla Ischiel Træden. lýsir hetta telduforritið
dámdi hetta lívið væl, var avgerðin ikki so trupul at taka. Men í fjør byrjaði tú tó aftur. Var tað alla tíðina so, at tú hevði ætlanir um at koma aftur? - Sjálvandi. Eg byrjaði so eisini á HF, og tá talan [...] av verjuleikarunum á landsliðnum eru farnir at eldast. Røkka ambitónirnar ikki til at avlosya hesar, tá tíðin er búgvin til tess? - Bæði og. Tað er sjálvandi stórt at spæla á landsliðnum, men tað ringasta [...] um. Men verði eg boðsendur til hópin, so taki eg sjálvandi av, staðfestur hann. Málið er greitt Her og nú staðfestir Vagnur tó, at tað ræður um at koma í nóg góða venjing til landskappingarbyrjan. Ikki
Páskamorgun leitaðu nakrar kvinnur út til eina opna grøv ella eitt opið gravhelli, sum var tómt. Enn vistu tær kortini einki um at grøvin var tóm, og orð teirra ella samtala teirra sigur okkum at tær ikki [...] hvíludagin og nú leitaðu tær út til grøvina fyri at sýna honum seinasta heiðurin, sum tær høvdu kent og haft so nógvar ríkar løtur saman við. Tað er so oftani at eisini vit leita út til eina opna grøv, men so er [...] allar ævir. Grøvin var opin og tóm, tá ið kvinnurnar komu fram til hana. Og hetta hendi fyri eygunum á vaktarmonnunum, ið vóru settir til at ansa eftir Jesu grøv. Sum hetta hendi Jesusi páskamorgun skal
dystinum staðfest, at hvørki Damir Oros ella Blagoje Buha vóru tøkir til dystin, og at hetta uttan iva fór at skerja liðið nakað. Hjá Kyndli vóru allir mans tøkir. Tað hevur tó áður víst seg, at hetta í sjálvum [...] er breiddin á bláa liðnum ov lítil, til at teir veruliga kunnu gera um seg í oddinum. Kyndil tóktist hinvegin enn einaferð prógva, at liðið avgjørt hevur møguleikan til aftur at enda ovast. Ein tann størsta [...] Jónsson alt fyri eitt rætta stevið, og eftir at Áki Mørk var sloppin til skot einar tvær-tríggjar ferðir fyrstu løtuna, hevði Kyndil lisið hesa álopshóttanina av, og so varð stongt í verjupartinum. Og so var