Tað er ongin ivi um, at fólk verða alt meiri og meiri tilvitað um teirra heilsustøðu og livihátt í dag. Og føroyingar eru somuleiðis alt meiri tilvitaðir um hetta. Og tað seinasta nýggja innan hetta økið í Danmark er eitt spildurnýtt telduforrit, sum eitur Helsevagten, har ein kann fylgja við sínari heilsustøðu.
Helsevagten, sum upprunaliga stavar úr Svøríki, kom fram í Danmark fyri hálvum ári síðani ella so. Forritið fekk ovurhondsstóra undirtøku beinanvegin bæði frá vanligum fólkum, professionellum brúkarum, stovnum og tí almenna.
Hugskotið er stórt sæð, at ein kann leggja inn á forritið, hvat ein etur, og hvussu nógv ein íðkar. Forritið vísir síðani, hvussu ein klárar seg í mun til ta ætlanina, sum ein leggur fyri seg sjálvan.
Brúkarin fær við hesum eina tilvitan, um hvat ein ger rætt. Og hvat ein ger skeivt í mun til heilsuna hjá einum, vektina og ta vektina, sum ein hevur sett sær sum mál.
Ein danskur lækni og professari í kolestoroli, Ulla Ischiel Træden. lýsir hetta telduforritið, sum ein nýmótans, tøkniligan spegil.
? Tá ein stendur framman fyri einum spegili, og okkurt við hárinum til dømis ikki liggur, sum tað skal, so rættar ein tað. Tað er nakað tað sama við hesum forritinum. Tú tastar inn tað, sum tú hevur etið, og so sært tú, hvat er rætt ella skeivt, og tú fært somuleiðis gjørt okkurt við tað, sigur hon. Óansæð um tað er fyri at tapa seg, ella um ein ynskir at taka eitt sindur uppá.
Telduforritið er brúkaravinarligt, og tað merkir, at øll fáa nakað burturúr at nýta tað.
Myndadømi, sum er víst á síðuni, vísir, hvat ein hevur etið til morgunmat. Síðani koma stabbamyndir upp, har eitt yvirlit er yvir, hvat fyri vitaminir og mineralir, ein hevur fingið í morgunmatinum, og hvussu nógv einum tørvar afturat hendan dagin av teimum ymsu føðsluevnunum.
Tað eru neyvan øll, sum vita, í hvørjum matvørum øll føðsluevnini finnast, men so er bara at trýsta á til dømis B vitamin á myndini. So kemur ein mynd upp, har upplýsingarnir finnast.
Fýra stig
Helsevagten finst í fýra ymiskum stigum. Helsevagten Standard, Plus og Active eru ætlað privatbrúkarum, meðan Helsevagten PRO er ætlað teimum professionellu brúkarunum, sum ráðgeva øðrum til dømis læknum, starvsfólkið innan heilsuverkið, føðsluráðgevarum og persónligum venjarum.
Helsevagten er sum sagt upprunaliga svenskt forrit, sum er gjørt av einum professara í evnafrøði við tekniska Háskúlan í Stockhólmi í Svøríki. Forritið kom fram í Svøríki í 1998, og tað er í dag tað mest seljandi av sínum slagi.
Síðani 2002 hava Eva Kucharski og sonur hennara, Kaspar Vaala, arbeitt við at gera eina danska útgávu av forritinum, og kom tað út í oktober í fjør. Sum sagt hevur móttøkan verið avbera góð, og Eva sigur, at nú eru tey byrjað at fáa fyrispurningar úr Føroyum eisini.
Tey hava bæði drúgvar royndir á arbeiðsmarknaðinum, hon sum sosialráðgevi og føðslukonsulentur. Sonurin er útbúgvin á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn og hevur arbeitt innan bankaheimin bæði í New York og London. Eisini hevur hann arbeitt sum leiðslu-og fyrisitingarráðgevari í Danmark.
Bæði hava longi havt hug til at byrja egna fyritøku, og tað hava tey so gjørt nú.
? Vit hava fingið eina flúgvandi byrjan innan fyri eitt øki, sum má sigast at vera sera viðkomandi í dag. Kost, venjingar og týdningin av at liva eitt sunt lív, sigur Eva Kucharski, sum hevur fingið donsku útgávuna av Helsvagten fram í Danmark. Ein kann royna hetta telduforritið ókeypis í eina viku á heimasíðuni hjá Helsevagten, sum er: www.helsevagten.dk










