varisliga, um hon visti nakað um Honnu at siga. “Jú” – segði Mari “Hanna hevur livað í vónini og bíðað eftir tær, hóast mangur til fánýtis hevur roynt at ligið framvið.” Hanna og Petur giftust árið eftir og [...] grivnir. 10. desember 1942 sluppu teir leysir aftur, um teir vildu fara við sameindum skipum, og tað kundu allir havt skrivað undir beinavegin, um tað hevði staðið teimum í boði, áðrenn líðingarferðina [...] skal sigast frá. Myndin er tikin ikki langt eftir, at tey aftur hittust. Peturi dámdi lítið at tosa um tilgongdini undir krígnum; men okkurt er fest á blað, m.a. í bókunum “Teir sigldu úti” hjá Niels Juel
eisini var niðri á virkinum og góðskumetti fisk. Vit avtalaðu, at eg skuldi ringja til hennara um 22-tíðina um kvøldið, tá hon helst fór at verða liðug. Men hetta gekk ikki betri enn væl - fyri ikki at siga [...] nakra samrøðu, sendu vit Valhalla ein teldupost við nøkrum spurningum um virksemið, sum vit ynsktu at fáa svaraðar sama dag ella um kvøldið. Men vit fingu einki svar, og einki svar var komið, tá blaðið [...] deila fiskasløgini seg gjøgnum árið - umleið? Í samrøðu við Jansy Olsen og í teldupostinum løgdu vit aftrat, at vit á ongan hátt vilja virkinum ilt, men at vit bara hugsaðu um at fáa eitt sindur av kjøti
til frøens biologi i Danmark. Hetta sigur okkum, at talan ikki bara var um ein danskan skúla, tá tað snúði seg um málið, men eisini um innihaldið. Ivaleyst setur danska undirvísingarverkið framvegis sín dám [...] Nú verður tosað og skrivað á føroyskum, og nú snúgva uppgávurnar seg um føroysk viðurskifti. Tað gjørdu tær ikki í 1975. Tað árið var heitið á skrivligu uppgávunum í biologi ikki serliga vinarligt móti [...] fór Sámal Ravnsfjall á pallin og sang um medistaran í karry. Nakrir fáir næmingar høvdu ikki umstøður at vera við leygardagin. Fyri tey, sum hittust, var talan um ein framúr hugnaligan dag. Onkrir floksfelagar
var at hildið fast við vallyftini um framhaldandi skattalættar. Fólkaflokkurin hevur svikið sítt lyfti um skattalætta - hóast hann nú hevur leiðsluna! Onki hoyrist nú um nakran skattalætta. Tvørturímóti [...] mær. Fleiri og størri skattahækkingar eru fyri framman, tí loysingin kostar minimum 1500 milliónir um árið. Loysingarsamgongan evnar bert at leggja tyngri byrðar á fólk - tað hava teir altíð gjørt. Við r [...] føroyska húsarhaldinum kom at síggja betur út. Tað vildi vit í Sambandsflokkinum gjørt, um vit vóru í samgongu nú ongin ivi um tað. Men er rætt at lova skattalækking - og fremja skattahækking? Møguliga heldur
hava KÍ og Tony Paris tosað um møguleikan at venjarin, sum hevur eitt ára farloyvi frá starvi í USA, skal vera í Klaksvík eitt ár afturat, men enn er eingin avgerð tikin um hetta. Trygvi Mortensen hevur [...] fara út á bygd at hyggja at fótbólti, uttan at søgurnar fara at ganga um, at teir skulu keypa spælarar! Og so er spurningurin, um tað aftur komandi ár fer at vera soleiðis, at onkrir av spælarunum úr [...] Spurningarnir, sum verða viðgjørdir í nevndunum kring landið, samstundis sum tað á vøllinum verður kappast um meistaraskap, Europa Cup luttøku og fyri at sleppa undan niðurflyting, eru, hvussu tað verður við
fólk koma við rættingum, um vit hava orðað okkum ógreitt. Vit hava ongan áhuga í at gera tølini hægri, enn tey eru. Endamálið er bara at koma sannleikanum um hetta nærri. Og tølini um “føroyskar” fosturtøkur [...] “Uden eller ukendt kommune”. Í teimum førum ber ikki til at siga, um kvinnan er úr Føroyum ella ikki. Vit hava fingið greiðar ábendingar um, at slík skráseting eisini verður brúkt, tá kvinnur koma úr Føroyum [...] tosað við ein serlækna í gynokologi, sum segði, at eini 60 kvinnur koma úr Føroyum til Danmarkar um árið at fáa fosturtøku. Serlæknin, vit tosaðu við, og starvsfelagar hennara hava hitt fleiri av kvinnunum
við, og nú hann hevur fingið egnan boga, hevur hann verið sera ágrýtin og sett sær stórt mál fyri árið. Eisini hevur hann skotið fleiri persónlig met og lagt seg á eitt støði, sum er meiri enn 50 stig [...] fjør. Við sínum úrslitum hava hesir báðir saman við 3 øðrum megnað krøvini til luttøku í kappingini um danska meistaraheitið fyri ung, sum verður í Aalborg leygardagin 25. mars. Kappingin bleiv stuðlað
seint í summar og í heyst skulu spæla EM undankappingardystir. Men tað ber ikki til at gera avtalur um vinardystir, fyrrenn lutakastið til EM undankappingina hevur verið, og skráin fyri undankappingina [...] Olsen. Undan EM endaspælinum fyri knappliga tveimum árum síðani fekk FSF aðalskrivarin fyrispurning, um Føroyar kundu spæla landsdyst móti Hollandi, sum í Sveis fyrireikaði seg til EM endapælið í Portugal [...] dystir undir venjingarleguni, sum tað verður roknað við og vónað verður í USA. Men talan verður ikki um landsdystir. Í vikuskiftinum vóru spælararnir í superliguni og í Onglandi ikki á venjingarleguni í
Hugtungur setist eg at skriva hesi minningarorð um mín góða vin og starvsbróðir Bjarna á Válinum. Bjarni og tvillingsbróðurin Árni vóru bornir í heim á Válinum, Vestmanna, sum yngstir av 11 systkjum. Mamman [...] fastur í trolinum. Ikki var tað óvanligt at trolaramenninir fóru í lastina eftir fiski at geva okkum, um ov lítið var at fáa í trolinum. Hetta var undir seinna krígnum, tá lógu ofta rættuliga nógvir trolarar [...] heystið 1955 og komu vit at búgva á kamari saman við einum skáladreingi, Ólavur Jacobsen, tað hálva árið, ið skúlin vardi. Vit báðir, Bjarni og eg, gjørdu sveinastykkið á vári 1956. Sigast kann, at vit vóru
grækarismessa aftur um bak. Hon varð hildin í stormi og kavaroki runt um í landinum, men hóast kulda og kava er tað vælkenda klippið aftur at hoyra yvir oyggjar okkara. Tað ber okkum boð um ein ljósari dag [...] Vit hoyra javnan um at pensiónistarnir koma saman at hugna sær við ymiskum tiltøkum ígjøgnum árið. Hetta má sigast at vera sera gott fyri tað aldrandi ættarliðið, at kunna stytta sær um stundir við samveru [...] fyri, at sikra seg um tað er gamla Dimma ein hevur í hondini, nú hon er so lík hinum bløðunum. Páskirnar eru í hondum, sum er ein av teim stóru hátíðunum, sum kemur eins og tjaldrið ár um ár við einum up