Undirritaði hevur nøkur ynskir. Nevniliga at halda tey vallyftir um m.a. skattalættar, ið veljarin fekk undan valinum. Hevði Sambandsflokkurin verið í samgongu, hevði føroyingurin avgjørt fingið skattalættar eins og vit lovaðu undan valinum.
Gylti tráðurin í skattalættunum givnum seinastu 4 árini var Sambandsflokkurin. Meira enn 500 milliónir í skattalættum! Høvdu vit verið í samgongu nú, vórðu helst eisini skattalættar givnir hetta valskeið.
Vit lovaðu skatta og avgjaldslættar í 1994, og føroyingar vita, at Sambandsflokkurin helt lyfti sítt. Fyrst saman við Javnaðarflokkinum og síðan saman við Fólkaflokkinum.
Nú fólkaflokkurin situr í samgongu, og m.a. enn skúmar fløtan av skilagóða politikkinum sum rikin var seinastu 4 árini, skuldi ein mett, at sera lætt var at hildið fast við vallyftini um framhaldandi skattalættar.
Fólkaflokkurin hevur svikið sítt lyfti um skattalætta - hóast hann nú hevur leiðsluna!
Onki hoyrist nú um nakran skattalætta. Tvørturímóti - so verður nú framd fyrsta skattahækking í 4 ár við fólkafloksløgmanni á odda. Hetta hóast sera væl gongur fíggjarliga (enn) og vit hava fingið eina góða avtalu við danir, m.a. orsaka av Grønborg frágreiðingini - sum Fólkaflokkurin onki vildi vita av. Hetta er bert fyrsta skattahækking eftir at samgongan kom til ræði.
Skattaskrúvan snarar nú aftur skeiva vegin undir loysingarsamgonguni.
Veruleikin er, at við Fólkaflokkinum á odda, snarar nú skattaskrúvan aftur skeiva vegin.
Skattahækking er nú byrja aftur - fyri fyrstu ferð í mong ár. Vit í Sambandsflokkinum halda, at neyðugt er at gera vart við hetta beinanvegin.
Tað er ov seint at gera vart við tað eftir at hendan skrúvan aftur hevur forpesta okkum tilveruna.
Tað er neyðugt at gongdin seinastu árini við skattalættum heldur fram.
At mangur føroyingur er vónbrotin og at mangir fólkafloksveljarar standa spyrjandi, er eyðsýnt. Tí hví eftir valið gera tað mótsatta av tí, ein lovaði at fremja undan valinum. Vóru ráð at geva skattalættar í seinasta valskeiði, so eru ráðini betur nú. Men nú hækka teir skattin. Er hetta ikki at halda veljaran fyri gjøldur?
Ógvuslig skattahækking skal fíggja fullveldið.
Tíverri fyri føroyingar, er Sambandsflokkurin ikki í samgongu - enn. Hevði hann verið tað, høvdu føroyingar helst havt annað at sæð fram til enn eina ógvusliga skatta og avgjaldshækking- orsaka av loysingarvitloysinum.
Hvar er skattalækkingin til øll, ið fólkaflokkurin lovaði áðrenn valið?
Var tað ikki fólkaflokkurin, ið ndan valinum lovaði føroyingum skatt uppá 35%.
Við ovurstórum yvirskoti á landskassaroknskapinum - dittar fólkaflokkurin sær nú, á odda fyri núverandi loysingarsamgongu - at koma við fyrstu skattahækking í fleiri ár.
Tað er nevniliga tað, ið 300 handverkarar, ið arbeiða uttanlanda merkja, nakrar krákumánaðar eftir at loysingarsamgongan kom til. Teir kundu ikki fremja hesa skattahækking skjótari - og longu er hon framd.
Men trúgv mær. Fleiri og størri skattahækkingar eru fyri framman, tí loysingin kostar minimum 1500 milliónir um árið.
Loysingarsamgongan evnar bert at leggja tyngri byrðar á fólk - tað hava teir altíð gjørt.
Við rekordstórum landskassa yvirskotið, hevur loysingarfíggjarmálaráðharrin sagt, at ongar skatta og avgjaldslækkingar vera givnar. »Tað er tað ikki pláss til«. Og trúgv mær. Høvdu hesir harrar rátt fyri borgum seinastu 4 árini, var heldur ikki pláss fyri skattalættum tá. Hjá teimum er bert pláss fyri at leggja fleiri og tyngri byrðar á føroya fólk.
Sannleikin er nevniliga tann, at føroyingar bert hava merkt til eitt drepandi skatta og avgjaldstrýst frá flokkunum, ið nú sita í samgongu. Kannað eftir, um ikki soleiðis er! Til blóðið spríkti undan naglunum á skattaplágaðum føroyingum, ið yvir háls og herðar flýddu av landi m.a. orsaka av hesum.
Sambandsflokkurin gav skattalætta uppá góðar 500 milliónr seinasta valskeið.
Vend kom í hesi viðurskiftini, tá ið Sambandsflokkurin stóð á odda fyri samgonguni seinastu 4 árini. Tað kann bert konstaterast! 400 milliónir í skattalætta seinastu 4 árini. Fáar mánaðar eftir at sambandsflokkurin fór úr samgongu er skattalækking vend til skattahækking. Tað er sera hugstoytt fyri allar føroyingar her á landi.
Vit halda enn, eins og flestu føroyingar, at skatturin enn er alt ov høgur og tí eigur at lækka enn meira.
Sjálvandi er pláss fyri skattalætta til øll - tá rekord yvirskot er!
Orsaka meg. Eigur føroya fólk ikki at merkja at uppgangstíðir eru? Er tað bara landskassans roknskapur, ið skal síggja vakur út?
Hvat við at lækka skattirnar hjá øllum, soleiðis at roknskapurin hjá einstaka føroyska húsarhaldinum kom at síggja betur út.
Tað vildi vit í Sambandsflokkinum gjørt, um vit vóru í samgongu nú ongin ivi um tað.
Men er rætt at lova skattalækking - og fremja skattahækking? Møguliga heldur Fólkaflokkurin at tað er rætt.
Men tað halda vit ikki í Sambandsflokkinum!
Okkara val í núverandi búskaparstøðu: Skattirnir høvdu verið lækkaðir! Ongin ivi um tað. Vit lovaðu tað jú áðrenn valið!
Marjus Dam,
løgtingsmaður Sambandsfloksins