Bogaskjúttar kappaðust um FM

Síðsta vikuskiftið skipaði Bogaskjótifelagið Tambar í Havn fyri føroyameistara kappingum bæði fyri ung og vaksin. Leygardagin skutu tey ungu 15 metur og sunnudagin skutu tey vaksnu 18 metur.

Hesaferð var metstór luttøka í recurve bólkinum við ikki færri enn 23 luttakarum. Í byrjanini og fram til steðgin var sera javnt millum fýra teir fremstu skjúttarnar, men síðan var tað tann eini, sum dró frá og legði seg klárt á odda.
Innleiðandi úrslitini í recurve vóru: nr. 1 Sjúrður Rein, Tambar, 556 stig, nr. 2 Eirikur á Kletti, Tambar, 534 stig og persónligt met, nr. 3 Nikkel Petersen, Ørvur, eisini 534 stig og persónligt met, men hevði Eirikur fleiri 10-arar enn hann, og nr. 4 Bogi Ákason, Vágaskot, 513 stig.
Í finaluskjótingini vóru tað eisini hesir fýra, sum stóðu seg best og komu allir til hálvfinalurnar, har skutu Sjúrður og Bogi í fyrra dystin, sum Sjúrður vann113-109, meðan hin dystin vann Nikkel á Eiriki við111-103.
Bronsufinalan var millum Eirik og Boga og endaði 112-104.
Finalan gjørdist sera spennandi og var tað Nikkel, sum legði stórt trýst á Sjúrð og førdi hann allan vegin við tveimum stigum, tá farið varð undir síðstu 3 pílarnar. Sjúrður tók tá eitt stig meiri enn Nikkel í fyrsta og øðrum píli, so tað stóð á jøvnum áðrenn síðsta píl og eisini her megnaði Sjúrður at fáa eitt stig meiri og vinna dystin 105-104.
Nýggjur føroyameistari fyri ung á 15 metur bleiv sostatt Sjúrður Rein, Tambar.
Innleiðandi úrslitini í compound, har bert fýra luttóku: nr. 1 Kaj Johannesen við 561 stigum, nr. 2 Magnus Andreassen við 558 stigum, nr. 3 Helgi Lamhauge við 524 stigum og nr. 4 Sonni Gaardbo við 523 stigum. Allir skjúttarnir úr Ørvi og tríggir teir síðstu settu persónlig met.
Í fyrru hálvfinalu var dystur millum Kaj og Sonna, sum endaði 113-105, og hin hálvfinalan var millum Magnus og Helga, sum endaði 110-105.
Bronsufinalan var millum Helga og Sonna og var sera spennandi, tí dyrsturin bleiv ikki avgjørdur fyrr enn síðsta píl og vann Helgi 100-99.
Í finaluni møttust Kaj og Magnus, her gjørdi Kaj bart og við nýggjum føroyskum meti fyri 12 pílar vann hann dystin 117-109, og bleiv hann sostatt fyri ung á 15 metur nýggjur føroyameistari.

Ársins skjúttar
Bogaskjótideildin velur á hvørjum ári ársins skjúttar í ávikavist recurve og compound, og verður her hugt eftir, hvussu ágrýtnir teir hava verið til venjing, hvussu teir eru mentir sum bogaskjúttar, framgongd og støðufesti o.s.fr..
Fyri recurve skjúttarnar bleiv ársins skjútti Sjúrður Rein, Tambar, sum m.a. hevur sett fleiri persónlig met og hevur skotið í miðal yvir 50 stig meiri í hvørjum dysti, enn hann gjørdi í fjør.
Fyri compound skjúttarnar bleiv ársins skjútti Magnus Andreassen, Ørvur, sum seinastu árini hevur verið við, og nú hann hevur fingið egnan boga, hevur hann verið sera ágrýtin og sett sær stórt mál fyri árið. Eisini hevur hann skotið fleiri persónlig met og lagt seg á eitt støði, sum er meiri enn 50 stig hægri enn í fjør.
Við sínum úrslitum hava hesir báðir saman við 3 øðrum megnað krøvini til luttøku í kappingini um danska meistaraheitið fyri ung, sum verður í Aalborg leygardagin 25. mars.
Kappingin bleiv stuðlað av Statoilstøðini í Saltangará.

Tey vaksnu
Sunnudagin var túrurin komin til tey vaksnu, sum skutu 18 metrar. Í recurve bólkinum vóru 11 luttakarar og er hetta tað mesta í mong ár, ímeðan tað var stórt mannfall hjá compound skjúttunum vegna sjúku og luttóku tí bert tveir skjúttar hesaferð.
Í compound vann Jógvan Niclasen, Tambar innleiðandi við 571 stigum og skeyt hann her javnt við sítt persónliga met. Nr. 2 bleiv Anders Jønsson, Ørvur, við 519 stigum.
Finalan teirra millum endaði við sigri til Jógvan 115-108, og vann Jógvan sostatt føroyameistaraheitið í compound.
Í recurve bólkinum var tað Øssur Hansen úr Vágaskot, sum legði seg á odda, men dragnaði nakað aftur móti endanum í kappingini.
Innleiðandi úrslitini vóru: Rógvi Mohr, Ørvur, 511 stig, nr. 2 Eirikur í Jákupsstovu, Ørvur, 503 stig og 13 10-arar, nr. 3 Sjúrður Rein, Tambar, 503 stig og 10 10-arar, og nr. 4 Øssur Hansen, Vágaskot, 499 stig.
Í hálvfinalunum møttust Rógvi og Øssur, dysturin endaði 109-102. Í hinari hálvfinaluni møttust Bjarni Rasmussen, Tambar og Sjúrður, og í spennandi dysti vann Bjarni 96-95.
Bronsufinalan var síðan millum Sjúrð og Øssur og endaði við 108-99.
Í finaluni møttust Rógvi og Bjarni og vann Rógvi dystin 102-98, og vann Rógvi sostatt føroyameistarheitið í recurve.
Kappingin bleiv stuðlað av Statoilstøðini í Saltangará.