mál fyri Argentina. Farna vikuskiftið vann Argentina 2-0 á Panama, og tá skoraði Messi sítt mál nummar 99 fyri Argentina. Undan dystunum móti Panama og Curacao var HM-steypið víst fram fyri ovurfegnu argentinsku [...] hava curacansku leikararnir fingið eina uppliving fyri lívið. Argentina var á odda 5-0 í steðginum, og tá hevði Messi longu skotið hattrick. Talan er um fyrsta hattrickið hjá Messi fyri Argentina, ið hann
spæla og taka ímóti FM steypinum. Stóri spælarin hjá KÍ í dag var Eyðvør Klaksein. Hon er miðvallari og telist millum bestu fótbóltsspælararnar í kvinnudeildini, og í dag skoraði hon bæði til 1-0 og 2-0 [...] ystin í ár. KÍ kvinnurnar eru í Runavík, har tær vunnu 3-1. Tær hava fingið handað gullkrónur og steyp, og seinni í dag verða tær eisini fagnaðar á vøllinum í Klaksvík – saman við FM vinnarunum í mann [...] 2-0. Heidi Sevdal minkaði um munin til 2-1 við beinleiðis frísparki, og Tóra Mohr staðfesti eftir horna úr vinstru 3-1 sigurin hjá KÍ. Um eina viku fer kvinnuliðið hjá KÍ suður á Tórsvøll at spæla steypafinalu
seinastu ferðirnar. Til seinna mannin hevur Sambandsflokkurin 20,7 %, og Fólkaflokkurin hevur 20,6 %. Flokkarnir liggja altso stavn um stavn, og teir eru ikki einsamallir í kappingini. Í veljarakanningini [...] ið tað bara vóru tveir flokkar, átti Sjálvstýrisflokkurin fleiri ferðir báðar tingmenninar í Vágum, og undir krígnum, tá ið Fólkaflokkurin var so sera stinnur, vunnu teir bæði umboðini í Vágum. Tað var [...] Á valinum 30. apríl var Sambandsflokkurin størstur við 38 %, meðan Fólkaflokkurin fekk 24 prosent, og harvið vunnu hesir báðir hvør sítt umboð. Kanningin hóskvøldið vísti, at Fólkaflokkurin framvegis hevur
ímillum Havnina og Vestmanna, ímillum Havnina og flogvøllin, koyringin ímillum Skopun og Skálavík, ímillum Dal, Sand og Skopum og rutan ímillum Sumba, Vág og Tvøroyri. Teistin er lagdur og fólk skulu fyrireika [...] í dag, og tað verður liggjandi til týsdagin. Fyribils hevur tað hevur fingið Strandferðsluna til at avlýsa nógva sigling og nógva koyring í dag, so er spurningurin, hvussu tað verður í morgin, og mánadagin [...] siglur heldur ikki fyribils í Kalsoynna. Og seinasti túrur hjá Ternuni er túrurin úr Havn til Nólsoyar klokkan 16.20. Smyril fór av Krambanga klokkan seks í morgun og fór av aftur Havnini klokkan níggju, men
gamal, Hann er ættaður úr Danmark og hevur undirvíst á Føroya Studentaskúla og HF Skeiði í Hoydølum í eini 20 ár. Jens D. Frederiksen er útbúgvin cand. mag. í donskum og listasøgu. Umframt er hann eisini [...] eisini sjálvur listamaður. Hann málar og hevur luttikið á fleiri framsýningum seinnu árini. Hann er eisini nevndarlimur í felagnum Lisa. Jens Frederiksen varð settur í starv fram um 11 aðrar umsøkjarar. Jens [...] Jens Frederiksen sigur, at hann metir arbeiðið hjá undanmanni sínum høgt, og fer ikki at gera nakrar kollveltingar í Lstaskálanum. Heldur fer hann at byggja víðari á tað, sum bygt er upp, sigur hann. Kortini
fyrrenn eftir døgurða og ofta nakað út á seinnapartin, at fótbóltsdystirnir í næstbestu deildini vóru. Nú kemur tað meiri enn so fyri, at fyrsta bríksl er lutfalsliga tíðliga á degnum, og soleiðis er tað eisini [...] eisini ídag. Tíggjunda umfar er á skrá, og harvið verður farið undir annan triðingin av kappingini. Fýra dystir eru ídag. Tann fimti – millum ÍF og B71 – er útsettur til mikukvøldið, tí sandoyingar hóskvøldið [...] Toppliðið KÍ fær seinnapartin vitjan av HB, sum er á áttanda plássi og skal ansa sær ikki at koma í niðurflytingarsuppuna. KÍ hevur 25 stig, og HB hevur seks stig. B68, sum er á uppflytingarplássi, fær seinnapartin
egna meti, og helt einans til eitt sjeynda pláss. Satt drama var á 800metra teininum hjá dreingjum 18-19 ár. Tá kappingin var av, vóru bæði nummar tvey og trý kolldømdir fyri at troðka og skumpa og úrslitið [...] røkka oyggjaleikakravinum á bæði 800 og 1500-metra teininum. Tíðirnar vóru nkað undir hennara egnu persónligu metum, men góðar nokk til eitt bronsumerki á 800 metrum og eitt silvurmerki á 1500 metrum. Tórur [...] fýra. Her eru øll úrslitini hjá føroysku íðkarunum. FØROYSKU ÚRSLITINI: G20-22 Rebekka Fuglø 800 m, 2.15,81 (nummar 3 av 4) G20-22 Rebekka Fuglø 1.500 m, 4.52,92 (2/3) G16-17 Margit Weihe Fríðmundsdóttir
byggifyritøku, sum hevur gjøgnumgingið bygningin. Og tað atkvøddu allir býráðslimirnir fyri, uttan Marin Katrina Frýdal, og sostatt verður Birkilund umvæld, og ongin nýggjur stovnur bygdur. Kortini er spurningur [...] skuldi takast niður og byggjast av nýggjum, tí hon var í so ringum standi, at tað loysti seg ikki at umvæla stovnin. Ein støðulýsing, býráðið hevur fingið, vísti, at tað fór at kosta góðar 20 milliónir at h [...] nýtímans krøv. Birkilund er av størstu stovnum í Havn við plássi fyri 80 børnum og hann hevur serliga Eysturbýin sum upptøkuøki. Og fyri einum góðum mánað síðani samtykti Trivnaðarnevndin hjá býráðnum at seta
Horni Nielsen og Marita Andrasardóttir, sum vunnu nýggjárshálvmaraton, ið varð um vikuskiftið. Heimasíðan hjá Frælsum Ítrótti Føroya skrivar, at tað nógvur vindur av vestri, men at 57 meira og minni vælbjálvaðir [...] Hanusi í Horni Nielsen kurl. Rennarin úr Frælsi legði seg beinanvegin á odda. Stútt og støðugt økti hann um munin og var skjótt farin heilt úr eygsjón. Á málinum var hann meira enn fimm minuttir framman [...] fylgdust Marita Andrasardóttir úr Hvirluni og Sarah Vallin úr Bragdinum fyrst fimm kilometarnar, men brádliga setti Marita veruliga ferð á. - Hon fór langt undan Sarah og yvirhálaði fleiri av monnunum. Tá hon
børnum, ið forvinnur 30.400 kr. (um mánaðin) hava áleið 20.900 kr. eftir skatt at liva fyri um mánaðin. – Ein vanligur arbeiðsmaður, ið forvinnur 20.000 kr. hevur 13.250 kr. eftir skatt at liva fyri. – Ein [...] arbeiðsfamiljuna og staka uppihaldaran á forsorg er smáar 1500 kr. Jørgen Niclasen sigur í skrivi í kvøld, at seinnu árini hava livikorini hjá støkum uppihaldarum verið í brennideplinum. Og nú tá jólini eru [...] Sjálvsagt eiga vit at tryggja at allar familjur og allir føroyingar fáa eini góð jól. Øllum verður ynskt eini góð barnajól. – Men nógv bendir á, at arbeiðsfamiljan og vanligi arbeiðsmaðurin eru gloymd í afturvendandi