KÍ hevur í góðveðrinum í Runavík í dag vunnið síðsta landskappingardystin í ár. KÍ kvinnurnar eru í Runavík, har tær vunnu 3-1. Tær hava fingið handað gullkrónur og steyp, og seinni í dag verða tær eisini fagnaðar á vøllinum í Klaksvík – saman við FM vinnarunum í mannfólkadeildini.
At kvinnuliðið hjá KÍ eigur nógv viðhaldsfólk sást í Runavík, har tað vóru nógv úr bláu leguni, sum nú seta kós norður aftur í heimstaðin, har menninir fyrireika seg at spæla og taka ímóti FM steypinum.
Stóri spælarin hjá KÍ í dag var Eyðvør Klaksein. Hon er miðvallari og telist millum bestu fótbóltsspælararnar í kvinnudeildini, og í dag skoraði hon bæði til 1-0 og 2-0. Heidi Sevdal minkaði um munin til 2-1 við beinleiðis frísparki, og Tóra Mohr staðfesti eftir horna úr vinstru 3-1 sigurin hjá KÍ.
Um eina viku fer kvinnuliðið hjá KÍ suður á Tórsvøll at spæla steypafinalu ímóti HB.