Dagstovnurin Birkilund, sum er illa farin av blámusoppi, skal kortini ikki byggjast av nýggjum. Tað hevur Tórshavnar Býráð nú samtykt.
Annars samtykti býráðið fyri tveimum árum síðani, at Birkilund skuldi takast niður og byggjast av nýggjum, tí hon var í so ringum standi, at tað loysti seg ikki at umvæla stovnin.
Ein støðulýsing, býráðið hevur fingið, vísti, at tað fór at kosta góðar 20 milliónir at høvuðsumvæla Birklilund, men at tað kostar 34 milliónir at byggja nýtt. Tískil samtykti býráðið á sumri í 2012 at byggja nýtt, eisini tí at so varð stovnurin dagførdur til at lúka øll nýtímans krøv.
Birkilund er av størstu stovnum í Havn við plássi fyri 80 børnum og hann hevur serliga Eysturbýin sum upptøkuøki.
Og fyri einum góðum mánað síðani samtykti Trivnaðarnevndin hjá býráðnum at seta samtyktina um at byggja nýggjan stovn, í verk. Samstundis samtykti nevndin at bjóða arbeiðið út til arkitektar at bjóða upp á, og at peningur skuldi setast av á fíggjarlógini. Samstundis varð málið lagt fyri Fíggjarnevndina hjá býráðnum. Men hon kúvendi og mælti frá at byggja nýtt.
Á býráðsfundi hóskvøldið var ført fram, at ongir pengar eru settir av til at byggja nýggjan stovn fyri. Summir býráðslimir eru ikki samdir, tí teir siga, at tað er bara at raðfesta íløgurnar um aftur, so at peningur verður til taks til Birkilund.
Hinvegin hevur fíggjarnevndin hjá býráðnum skotið upp at bjóða tveimum arbeiðstakarum at til at geva eitt tilboð upp á at høvuðsumvæla Birkilund.
Samstundis hevur býráðið sett 10 milliónir av til at umvæla Birkilund fyri.
Hetta er tað, ein nýggj meting vísir, hvat Birkilund kann umvælast fyri. Talan er um eina byggifyritøku, sum hevur gjøgnumgingið bygningin.
Og tað atkvøddu allir býráðslimirnir fyri, uttan Marin Katrina Frýdal, og sostatt verður Birkilund umvæld, og ongin nýggjur stovnur bygdur.
Kortini er spurningur reistur um, hvørja nyttu tað er at játta 10 milliónir til Birkilund, tá ið ein støðulýsing sigur, at tað kostar 20 milliónir at seta stovnin í forsvarligan stand.
Býráðslimir ræddust eisini at enda eina ferð afturat í somu støðu, sum tá ið dagstovnurin í Hoyvík varð umvældur, tí tað kostaði fleiri ferðir tað, sum kostnaðarmetingin vísti.
Tó varð eisini gjørt greitt í býráðnum, at tá ið tilboðið frá teimum báðum arbeiðstakarunum er komið, skal býráðið taka endaliga støðu til, hvat gerast skal.
|









