Nýggjur listastjóri

Á nýggjárinum tekur Jens D. Frederiksen við sum stjóri í Listaskálanum eftir Bárð Jákupsson, sum hevur sagt seg úr starvi

Starvssetan


Nýggi stórin í Listaskálanum er 47 ára gamal, Hann er ættaður úr Danmark og hevur undirvíst á Føroya Studentaskúla og HF Skeiði í Hoydølum í eini 20 ár.
Jens D. Frederiksen er útbúgvin cand. mag. í donskum og listasøgu. Umframt er hann eisini sjálvur listamaður. Hann málar og hevur luttikið á fleiri framsýningum seinnu árini. Hann er eisini nevndarlimur í felagnum Lisa.
Jens Frederiksen varð settur í starv fram um 11 aðrar umsøkjarar.
Jens Frederiksen sigur, at hann metir arbeiðið hjá undanmanni sínum høgt, og fer ikki at gera nakrar kollveltingar í Lstaskálanum. Heldur fer hann at byggja víðari á tað, sum bygt er upp, sigur hann.
Kortini hevur hann sínar hugsanir um, hvat kann fara at koma. Til dømis sigur hann, at honum hevði dámt væl at havt evnisframsýningar. Eisini metir hann gott samstarv úteftir høgt, og nevnir í tí sambandi Norðurlendsku Bryggjuna í Keypmannahavn.