Tað er nógvur vindur eystan eftir í dag, og tað verður liggjandi til týsdagin.
Fyribils hevur tað hevur fingið Strandferðsluna til at avlýsa nógva sigling og nógva koyring í dag, so er spurningurin, hvussu tað verður í morgin, og mánadagin, men tá eru eisini avlýsingar væntandi.
Fleiri rutur hjá Bygdaleiðsum verða ikki koyrdar fyribils. Ruturnar, sum eru avlýstar, er koyringin ímillum Havnina og Vestmanna, ímillum Havnina og flogvøllin, koyringin ímillum Skopun og Skálavík, ímillum Dal, Sand og Skopum og rutan ímillum Sumba, Vág og Tvøroyri.
Teistin er lagdur og fólk skulu fyrireika seg upp á at hann siglur ikki meiri í dag. Sam siglur heldur ikki fyribils í Kalsoynna. Og seinasti túrur hjá Ternuni er túrurin úr Havn til Nólsoyar klokkan 16.20.
Smyril fór av Krambanga klokkan seks í morgun og fór av aftur Havnini klokkan níggju, men so verður heldur ikki siglt meiri í dag.