fyrireikaður til negativan vøkstur, segði Magni Laksáfoss. Her vísti hann á, at vit í vesturheiminum byggja búskapin á inntøkur í framtíðini. At vit altíð fáa meira í dag enn vit høvdu í gjár, og tí er tað [...] kemur 40 prosent av orkuni frá olju. - Lat okkum fara frá oljuni, áðrenn hon fer frá okkum. Hetta skal vera mín høvuðsboðskapur. Hetta kann verða gjørt á mangan hátt, eitt nú við at minka um nýtsluna,
Sjúrður Skaale ---------- Hóast orðadrátturin er harður, er semja um, at føroyskt er og skal vera okkara mál. Og tað er ein stórur sigur, sæð í tjóðskaparsøguligum høpi. Høvdu vit tosað danskt hevði nógv [...] tað er, vit vilja hava, og í øðrum lagi hvussu vit fáa tað. Eg eri ikki í iva um, hvat stavnhaldið skal vera: Vit skulu økja so nógv um málnýtsluna, sum gjørligt! Tað er í nýtsluni, at styrkin hjá málinum [...] seta sonevndar “yrkorðanevndir” at smíða føroysk fakorð í staðin fyri tey internationalu – og tað skal vera innan allar frøðigreinar og útbúgvingar. If it aint broke, don’t fix it, siga bretar. Og her
Evropa skulu halda fram at virka og at samstarva, men at í framtíðini verður tað ikki hann, sum skal byggja brýr ímillum partarnar. - Eg veit væl, at summar av teimum avgerðum, sum Bush, forseti, hevur tikið [...] februar skulu tey hitta umboð fyri tey evropeisku NATO-londini og umboð fyri ES-londini, og síðani skal forsetin vitja fleiri evropeiskar høvuðsstaðir. - Forsetin leggur stóran dent á at varðveita og styrkja
Ternuryggi millum allar fuglarnar og rossini. Tað er har hann trívist best, sølumaðurin, sum tá hann skal siga tað sjálvur er tann seinasti av sínum slag. Tann seinasti mohikanin, so at siga. Og eins og [...] vegin upp. Hetta við at selja amboð hevur síðani víst seg at vera honum ein dygg barlast, og havast skal í huga, at hann hevur innrættað tær flestu amboðshandlarnar í landinum. Og eisini her, hevur »the [...] amboðshandlarnir skulu setast upp. Hvat er tað heilt nágreiniligt tú ger? - Eg sigi teimum, hvussu nógv eg skal brúka, og so fylli eg tey amboð í, sum eg meti eru neyðug fyri at hava ein góðan amboðshandil, og
vísdómur Ein skal ikki hava lisið leingi í bókini fyrrenn ein kemur til ta sannføring, at her er ein maður sum veruliga hevur nakað uppá hjarta og nakað, sum hann ynskir at eftirtíðin skal fáa kunnleika [...] søguna hjá so mongum øðrum. Og bókin er tí eisini ein søga um, hvussu føroyingar hava barst fyri at byggja upp eitt framkomið nútíðarsamfelag. Hetta var mangan hart og knossut, men altíð sigraði lívsviljin [...] Dávur fegnast eisini um hesar bøkur, men í hesi bókini hevur hann kortini eitt annað mál og sikti: Nú skal sannleikin fram um lívið á landi og sjógvi. Ikki tí, hinar bøkurnar bera als ikki rangan vitnisburð
næmingafelagnum í studentaskúlanum í Rønne í 1898 skal hann hava ført fram tað ynski, at Føroyar komu undir norskt vald. Og á politiskum fundi í Havn í 1926 skal hann hava sagt, at um Danmark ikki hjálpti føringum [...] Hvussu skal ein bera seg at við at fáa nýtt rossaslag í Føroyum? Sum tann gløggi maður hann er skilir prestur, tá hann hevur hugsað seg um, at Jógvan hevur brúkt eina mynd. Og Janus spyr: Hvat skal gerast [...] Janusar tykki treytað av einum ávísum mentunarligum støði ella eini ávísari mentunarligari búning. At byggja hetta støðið upp - tað var nettupp tann setningur, Janusar ættarlið hevði sett sær. Og ítøkilig framstig
gerast heimsborgarar, ja, so mugu teir taka teir útihýstu latínsku stavirnar til sín umgangandi. Hvør skal siga, tú ert eitt bygdasligt, afturhaldssinnað grenj, um tú ikki tekur undir við mínum uppskoti, og [...] upp er bygt. Av egnari ómegd. ?Men eg haldi ikki, at eitt løgtingsuppskot frá einum einstøkum manni skal enda við, at hetta málsliga grenjið og uppgávulyndið verður autoriserað á hægsta stað. Tað er sjálvsagt [...] og sjálvur haldi eg, at júst navnalistin einans eigur at vera vegleiðandi og viðmælandi. Men kósin? Skal hon sleppast heilt? Vil málnevndin tað?? ?Við tí, sum málnevndin nú hevur borið fram, og við áganginum
Greinarnar hava avgjørdar politiskar meiningar um, hvussu fiskivinna skal skipast, hvat flotin skal forvinna og hvussu manningin skal lønast. Tí er neyðugt við einum meira fjølbroyttum og upplýstum kjaki [...] veruleikanum, at landið altíð skal taka væl meira inn í gjøldum, enn tey veruligu úrslitini hjá skipunum hava verið. Hetta setir sjálvandi stór spurnartekin við, hvussu fiskivinnan so skal skipast. Forboð fyri [...] hetta nærri. Niðurstøðan í greinini er, at summar manningar fáa ov høgar hýrur. Vísast skal á, at hýrurnar byggja á sáttmálar, sum eru gjørdir eftir kollektivar samráðingar millum partarnar á arbeiðsm
fólk, sum Steinmeier hevur á skránni. Javnaðarflokkurin hevur á skránni, at Týskland longu nú skal fara at byggja upp ein alternativan orkupolitikk, Merkel hinvegin heldur uppá kjarnorku í rúma tíð aftrat [...] Helmut Schmidt hevði gjørt, peika á vegin yvir um kreppuna og gera greitt, hvør hevur ábyrgdina, hvør skal gjalda og hvørjar treytirnar verða. Hetta seinasta er kanska, tá ið samanum kemur, tað sum telur mest [...] At hon, sum fyrsti kvinnuligi kanslari í Týsklandi, hevur skrivað søgu, um tað er eingin ivi. Men skal henda søgan fáa lit og hold og varandi pláss í eftirtíðar skjølum, krevur hon at fáa ein møguleika
týdningi er, at hjúkla um tey, sum eru her, sum búgva her og sum arbeiða her. Okkara ungu, sum í løtuni byggja okkara land upp og skapa og tryggja okkum framtíðina. Vit vita, at tá tað fyrr nærum bara vóru v [...] høvuðsstaðin og restina av landinum. Teir síggja ein fyrimun í at lata høvuðsstaðin vaksa og samstundis byggja infrastrukturin út og stuðla smáu vakstrarøkjunum. Tað gevur tí onga meining at berjast móti høv [...] høvuðsstað, og staðfest verður ferð eftir ferð, at tað er alneyðugt at hava ein sterkan høvuðsstað, skal landið standa seg í kappingini við stóru býirnar í grannalondunum. Okkara høvuðsstaður hevur í dag