Vit mugu minka um orkunýtsluna, gera íløgur í varandi orku og seta okkum greið mál og reglur. Soleiðis ljóðaði niðurstøðan hjá Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingi og tinglimi, tá hann, undir heitinum “Grøn búskaparlig útlit”, bar hugsan sína fram á veðurlagsráðstevnuni á Hotel Føroyum í gjár.
Brúka tvær tunnur, finna eina
Oljan, hví er hon ein trupulleiki?
Hetta var spurningurin, sum Magni Laksáfoss royndi at svara í framløgu sínari á ráðstevnuni, har omanfyri 100 fólk vórðu møtt upp.
Og hóast svarini eru mong, so benda tey øll á ein og sama bógv: Oljan er ein trupulleikin, tí heimsbúskapurin er bundin at oljuni, sum nú er um at vera uppi, umframt at hon elvir til veðurlagsbroytingar.
Tí er tað ein sannroynd, at vit, umframt búskaparkreppu og veðurlagsbroytingar, hava enn eina stóra avbjóðing at dragast við: at minka um oljunýtsluna og leggja um til varandi orku.
- Vit hava verið ávarað gjøgnum langa tíð, men enn hava vit onki gjørt, staðfesti Magni Laksáfoss, sum greiddi frá, at í heimshøpi brúka vit tvær tunnur av olju fyri hvørja tunnu vit finna. Tí lýsa ávaringarljósini nú úr øllum ættum.
Búskapurin hoknar
Roknað verður við, at oljuframleiðslan í heiminum røkkur botninum umleið 2013. Við verandi gongd fer hetta at hava við sær búskaparkreppur, sum vit ikki kenna til frammanundan.
Øktur eftirspurningur og minkandi framleiðsla ger, at prísurin, umframt at hækka til einar 300 dollarar fyri tunnuna í 2015, eisini verður sera óstøðugur við stórum sveiggjum.
- Støðan verður hon, at vit koma at veksla millum høgar prísir og kreppur. Hetta er eitt sera trupul framtíðarmynd, tí búskapurin í vesturheiminum er ikki fyrireikaður til negativan vøkstur, segði Magni Laksáfoss. Her vísti hann á, at vit í vesturheiminum byggja búskapin á inntøkur í framtíðini. At vit altíð fáa meira í dag enn vit høvdu í gjár, og tí er tað ein stórur trupulleiki, tá hetta broytist.
Reagera við skelki
Í so máta eru vit í serstøðu her í Føroyum. Tí, meðan grannalondini í fleiri ár hava gjørt tiltøk til tess at leggja orkunýtsluna um til varandi orku eisini, so stava 95 prosent av samlaðu orkunýtsluni í Føroyum frá olju. Til samanberingar kunnu vit siga, at í Danmark kemur 40 prosent av orkuni frá olju.
- Lat okkum fara frá oljuni, áðrenn hon fer frá okkum. Hetta skal vera mín høvuðsboðskapur. Hetta kann verða gjørt á mangan hátt, eitt nú við at minka um nýtsluna, bjálva betur, leggja flotan um, gera íløgur í varandi orku og at seta okkum greið mál og reglur, segði búskaparfrøðingurin Magni Laksáfoss, sum til endans nam við sjálva sálarfrøðina hjá fólki, tá tey veruleikin gongur upp fyri teimum.
- Tá fólk finna útav, hvussu stórur vandin er, um vit ikki gera nakað nú, so reagera tey eins og við øðrum skelki: Fyrst við at fornokta veruleikan, síðan við depressión og at enda við at spyrja, hvat gera vit?, greiddi Magni Laksáfoss frá og vísti á, at hann eisini sjálvur hevði verið gjøgnum hesar fasurnar yvir fleiri mánaðir. Men nú var hann komin hartil, at hann spurdi, hvat kunnu vit gera?
--
Í BOX:
Oljunýtslan í heiminum
Kina 0,5 litrar pr. íbúgva pr. dag
Evropa 5 litrar pr. íbúgva pr. dag
USA 11 litrar pr. íbúgva pr. dag
Føroyar 13 litrar pr. íbúgva pr. dag
--
“Tú ynskir tær ikki at hava stóra skuld tá karrusellin steðgar... Skuld er nakað, sum einans kann handfarast í einum samfelag við stórum búskaparvøkstri.
Búskaparvøkstur hava vit einans havt, tí vit hava havt ríkiligt av ótrúliga bíligari olju. Tá oljan steðgar, steðgar búskaparvøksturin, og tá steðgar møguleikin fyri at handfara skuld.”
Andrew McNamara, member of the Queensland (Australia) Parliament, August 24, 2005
--
“Meðan vøksturin hevur havt 500 ár á uppgangandi síðuni, vil niðurgangandi síðan vera ein heilt annar heimur ... Okkara liviháttur má endurskoðast.”
Richard Lamm, former Governor of Colorado, November 2005
--
Orkan avgerð framtíð okkara..
“Tað frægasta eg síggi fyri mær er ein heimsumfatandi kreppa. Og um vit ikki samstarva, kann hetta lættliga enda eins og teir fýra reiðmenninir í opinberingini: Kríggj, hungur, sjúkur og deyði.”
Congressman Roscoe Bartlett, March 15, 2006
--