partur av spælinum at vera førur fyri at sekta mistøkini hjá hinum, søgdu teir í B68. Ralph van Dooren verður tøkur, tá ið B68 sunnudagin skal til Vágs. Tá verður Alex Troleis, sum higartil hevur verið vongverji [...] Í toftaleguni var lagið einki serligt, eftir at B68 hevði lagt rygg til størsta tapið higartil í Formula-deildini. - KÍ spældi betri, enn nakað annað lið hevur gjørt, sum vit higartil hava kappast við [...] vongverji í høgru, leikbannaður. Hann fekk tvey - ikki serliga stór - gul kort og noyddist tískil av vøllinum, tá ið tað restaði eitt korter.
málinum úr 35 metrum fekk Sjúrður Jacobsen eisini hópin av rósum og glósum frá mót- og viðleikarum, eins væl og áskoðarum eftir dystin, og tá vit hittu hann á máli eftir dystin, mátti hann eisini viðganga [...] hvussu var og ikki við málinum, so helt Sjúrður tó eftir dystin, at tað vóru tey trý stigini, sum høvdu størsta týdningin fyri liðið. - Tað er so einki at ivast í. Tað var tað, sum vit fóru eftir, og við hesum [...] hesum eru vit aftur við í oddinum. Har hava vit dyst á Toftum komandi umfarið, og tá fara vit so aftur eftir stigum. B68 er kanska eisini tað liðið, sum koyrir best í løtuni, so tað er einki at ivast í
1. september! Leygardagurin var so góður hjá B68, sum einki annað umfar hevur verið í ár. B68 vann tepran sigur á HB í Gundadali. Tað leikaði javnt á, og sigursmálið bíðaði, inntil tað restaðu sjey minuttir [...] brotsteigin, og Jósup Henriksen sneiddi við høvdinum bóltin í málið. Tá ið næstu kappingarneytarnir hjá B68 – ÍF og FSV04 – bæði taptu sínar dystir, bar tað við sær, at nú tað resta seks umfør, er B68 fimtan [...] teir blástu ÍF av Sevmýri. Støðan var 3-0, og TB spældi seg ferð eftir ferð ígjøgnum ÍF verjuna. Eftir steðgin, tvær útskiftingar og umskipingar fótaði ÍF sær, og tað var um reppið, at fuglfirðingar rættiliga
áhugaverdi. Har tekur NSÍ ímóti B36, og tá hetta eru tey bæði fremstu liðini, er hetta fyrsti veruligi toppdysturin í ár. Samstundis er hetta ein uppgerð millum besta álop og bestu verju, tí NSÍ hevur skotið ikki [...] millum HB og KÍ er ein skuggi av sær sjálvum, tí liðini berjast um miðjuna á stigatalvuni, nú HB er komið illa frá byrjan og KÍ steðgað upp eftir framúr góða byrjan. Í Sørvági tekur 07 Vestur ímóti B68. Liðini [...] veruligum brakdysti millum hesi bæði liðini, tí við til søguna hoyrir eisini, at B36 hevur næstbesta álopið og NSÍ eina av bestu verjunum. Verður ein vinnari í hesum dystinum, er tað liðið samstundis eisini
NSÍ hevur skotið flest mál í landskappingini higartil, og B36 hevur latið færri mál inn enn hini liðini. Ovastu liðini á stigatalvuni hittast við Løkin í morgin. Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36, ásannar [...] hjá B36. Fyrst og fremst, so skulu vit fokusera upp á tað, sum vit eru góðir til. Hjá okkum hevur evnið at konsentrera seg um uppgávuna verið týdningarmesti parturin av góðu úrslitunum higartil, og tað [...] sindur illa út, tá vit spæla á útivølli móti einum somikið sterkum liði, sigur Mikkjal Thommsen við b36.fo.
enn hjá ÍF og B68. Serliga í 7-0 tapinum fyri viku síðani á heimavølli ímóti NSÍ var AB verjan sum ein opnahjallur: -Ímóti NSÍ riggaði einki. Vit royndu at leypa á, men tað bar einki til. Alt og allir vóru [...] skrædlið, og vit fara í Gundadal í dag við góðum hugburði. Vit rokna við, at tað skal bera til at fáa stig og kanska vinna. Trýstið er á B36 og ikki okkum, sigur AB liðformaðurin Jónas Stenberg. Hjá B36 gongur [...] Tølini siga, at B36 er topplið, og at B36 eigur besta álopið av øllum. Tølini siga eisini, at AB er næstniðast, og at AB eigur opnastu verjuna av øllum. 29 mál eru farin ígjøgnum hjá argjamonnum ella níggju
07 Vestur hevur skorað 12 mál, sum er fleiri enn EB/Streymur, B68 og TB. Tølini siga, at KÍ hevur higartil skorað flest mál av øllum, og at tað eru fæst mál farin ígjøgnum hjá KÍ. Í fimm dystum ímóti [...] KÍ er Heini Vatnsdal leikbannaður eftir reyða kortið í 4-0 sigrinum ímóti B36 sunnudagin. Jóannes Bjartalíð var ikki við ímóti B36, men hann verður í ferðalagnum vestur í Vágar. [...] 21-1. Vágamenn vunnu leygarkvøldið fyrsta stigið ímóti einum av toppliðunum. Tað var á útivølli ímóti NSÍ, har úrslitið var 1-1. Hjá 07 Vestur er Tór-Ingar Akselsen um at vera tøkur aftur, eftir at hann hevur
B71-NSÍ 1-2 (0-0) B71 legði fyri sum eitt óløgi, tá NSÍ leygardagin var á vitjan. Fyrsta løtan av dystinum kundi givið fleiri mál, men í mun til viðleikarar sínar, var Rúni Joensen í NSÍ málinum vaknaður [...] avkláraðir, tá tað aftur fer at vára. B71-NSÍ 1-2 (0-0) 0-1: Dánial Hansen 51 0-2: Christian Høgni Jacobsen 80 1-2: Bergleif Sólsker 85 Dómari: Regin Egholm (B36) B71: Waldemar Nowicki ? Bernhard Petersen [...] men so var ikki, og tá alt kom til stykkis, noyddust teir á heimaliðnum enn einaferð at taka til takkar við einum teprum tapi. Sum nevnt, so vóru tað sandoyingar, sum byrjaðu betri, og fyrra helming av
B71 tapti fyrra hálvleik 1-0, men málmaður teirra, Símun Rógvi Hansen, heldur, at hetta var besti hálvleikur teirra í ár. B71 kemur sera ofta afturúr, og vit spurdu hann, um teir ikki eru klárir frá byrjan [...] møguleikar, har Tórður (Thomsen, NSÍ-málverji, red.) bjargar tí eina, og hin skjýtur hann beint við síðuna av, peikaði Símun Rógvi á eftir dystin. Vit spurdu hann, hvussu B71 nú skal bjarga sær lív í For [...] í dag við okkum, og berjast víðari. Vit mugu trúgva uppá tað, segði Símun Rógvi, sum legði afturat, at teir hava skapt nógvar málmøguleikar í ár, men hava ikki umsett teir til mál. B71 hevur latið mál
. Leygardagin vórðu tveir dystir í bólki B, og sunnudagin vóru dystirnir í bólki A, har liðini stríðast um FM, spældir. Og sum úrslitini háttaðu seg heldur NSÍ fast um oddasessin, men tað er rættuliga [...] velja, og tá talt var saman hevði Heidi Sevdal fingið flest atkvøður. Næstar henni vóru Sara Samson Lamhauge úr NSÍ, Sunniva Willesmoes úr HB, og Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi. Í niðara bólkinum er B36 fremst [...] Runavíkskvinnur eru fremst við 40 stigum, meðan KÍ og Víkingur hava 37 stig í part. Nummar fýra er HB við 27 stigum. Áðrenn dystin við Løkin millum NSÍ og Víking var Heidi Sevdal kunngjørd sum besti spælari