Av teimum fimm dystunum í níggjunda umfarinum, sum samstundis endar fyrsta triðingin av landskappingini, er tað dysturin við Løkin í Runavík, ið er nógv tann mest áhugaverdi. Har tekur NSÍ ímóti B36, og tá hetta eru tey bæði fremstu liðini, er hetta fyrsti veruligi toppdysturin í ár.
Samstundis er hetta ein uppgerð millum besta álop og bestu verju, tí NSÍ hevur skotið ikki færri enn 25 mál í teimum átta undanfarnu dystunum og hevur +16 í málúrtøku, meðan B36 í líka nógvum dystum bara seks ferðir hevur latið bóltin fara í egið mál.
Alt skuldi talað fyri einum veruligum brakdysti millum hesi bæði liðini, tí við til søguna hoyrir eisini, at B36 hevur næstbesta álopið og NSÍ eina av bestu verjunum. Verður ein vinnari í hesum dystinum, er tað liðið samstundis eisini vinnari av fyrsta triðinginum, men endar dysturin við javnleiki, kann Víkingur smoyggja sær framum, um liðið vinnur sín dyst mánakvøldið.
Hinir dystirnir
Gamli klassikarin í Gundadali millum HB og KÍ er ein skuggi av sær sjálvum, tí liðini berjast um miðjuna á stigatalvuni, nú HB er komið illa frá byrjan og KÍ steðgað upp eftir framúr góða byrjan.
Í Sørvági tekur 07 Vestur ímóti B68. Liðini hava bæði átta stig í part, men annars eru 15 mál ímillum tey, tí 07 Vestur hevur so vánaliga málúrtøku. So fæst at síggja, hvør munurin er á vøllinum.
Munur skuldi í øllum førum verið á liðunum, ið spæla við Margáir, tí hóast tað ikki hevur gingist eftir vild hjá EB/Streymi, hevur liðið 10 stig fleiri enn B71, sum bara hevur trý stig á sínum aftasta plássi. Tey komu á útivølli, men verða neyvan tvífaldað sunnudagin…
Síðsti dysturin er mánakvøldið, tá Víkingur og ÍF spæla grannadyst í Sarpugerði við ymiskum fortreytum, tí Víkingur liggur framvið heilt har frammi, meðan ÍF er beint oman fyri niðurflytingarstrikuna.