B71 tapti fyrra hálvleik 1-0, men málmaður teirra, Símun Rógvi Hansen, heldur, at hetta var besti hálvleikur teirra í ár. B71 kemur sera ofta afturúr, og vit spurdu hann, um teir ikki eru klárir frá byrjan.
- Jú, vit eru klárir, men... Málið hjá teimum var tilvildarligt. Hetta var besti hálvleikur hjá okkum í ár. Vit eru óhepnir ikki at skora. Clayton hevur tveir risa møguleikar, har Tórður (Thomsen, NSÍ-málverji, red.) bjargar tí eina, og hin skjýtur hann beint við síðuna av, peikaði Símun Rógvi á eftir dystin.
Vit spurdu hann, hvussu B71 nú skal bjarga sær lív í Formuladeildini.
- Taka fyrra hálvleik frá í dag við okkum, og berjast víðari. Vit mugu trúgva uppá tað, segði Símun Rógvi, sum legði afturat, at teir hava skapt nógvar málmøguleikar í ár, men hava ikki umsett teir til mál.
B71 hevur latið mál inn í hvørjum dysti í ár.