í Odense, har Dánjal Petur gekk á lærda háskúlanum um somu tíð sum undirritaði. Har løgdust lunnar undir akademiska gransking á høgum støði. Í Føroyingafelagnum á Fjóni var hann ein eldsál. Ikki [...] fluttu norður eftir. Inger Jóhonnu Mortensdatter úr Sjúrðhúsi í Vági, sum giftist á Dunga í Sumba. Og Jørgen Davidsen á Nesi, sum var langommubeiggi mín. Fornur er Dánjal Petur sum fáur og trúgvur sum trøllið [...] sum øll eru skilafólk. Einaferð í 1970 árunum stóðu tvey ung í hvørjum fríkorteri og fjeppaðust á millumgongini í studentaskúlanum í Hoydølum. Nógv vatn er runnið í havið síðan tá! Nú hava tey
í Føroyingahavnina, har hon arbeiddi á Velferdshúsinum eitt summar fyrst í 1960 unum. Ikki fyrr enn hon byrjaði á telefonstøðini í Vági, kann man siga, at hon kom á røttu hillina. Tí har var brúk fyri [...] fyri talugávum. Eftir nøkur ár í heimbygdini, søkti hon til Havnar og fekk starv á telefonverkinum. Tá var telefonin ikki automatiserað, so telefon-damurnar sótu við vekslaran og knýttu samband við fólk [...] teimum. Har hevur hon so sitið, til hon í fyrrárið bleiv pensionerað. Hon kann sanniliga líta aftur á eitt virkið arbeiðislív, har hennara partur ikki hevur ligið eftir. Arbeiðissom og álítandi. Mong eru
Sita her við vindeygað, eg og omma har inni, eg skrivi hon bindur hóast høgur er aldurin minnið onki bilar. Útslitnar hendur so mangt eitt plaggið er farið ígjøgnum. Fólk at síggja í bønum eftir vegnu
arbeiðis úti á Landssjúkahúsinum klár at taka royndir av fólki fyri korona, sóu tey, at ein plastposo hekk hurðini. Í posanum var eitt bræv og nakrar kit-kat, sjokulátaplátur. ##med2## Á brævinum stóð: [...] eru so røsk at taka tykkum av teimum, sum hava tørv á tí. Takk fyri, góðan arbeiðshug og væl gagnist. GG: Kitkatposin er sprittaður. Starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum siga, at tað er púra vist, at hetta
allastaðni, har avgerðir verða tiknar. Føroyskar kvinnur seta heimsmet – heili 82 prosent kvinnum eru á arbeiðsmarknaðinum – men hvønn mánað forvinna kvinnur í Føroyum 200 milliónir krónur minni í mun til [...] skeivleika eiga vit at rætta við at seta okkum hægstu mál. Tað er umráðandi, at vit eisini hava fokus á størv, har avgerðir verða tiknar – bæði í vinnuni og so sanniliga eisini samfelagsbúskaparliga – hetta
Eins og vaktarar stóðu á Zions múri, tú hevur staðið til dagin í dag, slotað og hugt – og vakt úr dúri durvandi fólk – og hevur sæð tey reist seg á føtur í bønaranda til verju og bøn við Zions múr. Ikki [...] hatursmonnum, kendu til armóð, sorg og stríð, men elskað av Gudi av sonnum. Førning tínar móður tú bar fram á leið, hin førning um landið halga. Í fótaspor hennara djørv tú steig í bøn til Gud hin alvalda, um at
frísk og ferðug. Hon ger morgunfimleik hvønn morgun, gongur ørindir, spælir “gekk”, fer á bingo, er dadda um tørvur er á tí, koyrir bil, bakar breyð, pressigerðskøku og annað gott, sum vit øll nýta gott av [...] frásagnir. Vit hoyra mangan um hennara barnaskúla í Gøtugjógv, har næmingarnir skuldu siga góðan dag á ein ávísan hátt, standa rætt og ganga við strektum tær. Vit kunnu bara sanna at hóast bert sjey ára [...] til Klaksvíkar at tæna hjá Kjølbro, har møtti hon babba, Alfred hjá Thominu av Eiði. Hann lærdi tá á bedingini í Klaksvík.Tá babba var liðugur at læra gekk leiðin hjá mammu og babba til Keypmannahavnar
og forvinna tær pening. Tú keypti tær bát sjálvur og gekk tað gott hjá tær, inntil tú søkti á skiparaskúla á Fanø. Vit búðu í Esbjerg tey árini, tú sigldi sum fiskiskipari. Fluttu so til Tvøroyrar, har [...] komnir við nógvum kalva ,og bleiv tað tín leið at keypa og selja til Svøríki. Har afturat stendur tú nú á Vaglinum og selur øll sløg av fiski, og hevur tú gjørt tað í nógv ár. Har onkur børn hava nógv góð minnir
eisini búðu. Pápi var einabarn, borin til kongsfestið á Dunganum. Tey fingu átta børn í trettan ár, fimm døtur og tríggjar synir. Sum ung tóku tey við trúgv á Jesus, hetta livdu tey eftir, og vit vuksu upp í [...] uppgávurnar hava verið nógvar, so hevur hon altíð verið glað, tá ið fólk er komið inn á gólvið. Nógv fólk hevur altíð gingið inn á Dungan og ger tað enn, og skjót hevur hon verið at gjørt ein góðan drekkamunn [...] til láturs. Ikki er vanligt at blíva níti og hava sama hárlit, sum á barnaárum, men hetta kann sigast um hana. Hetta, ið her er fest á blað, eru bert nøkur fá minni frá okkara barnaheimi. Tað kundi verið
alskyns tiltøkum, býurin hevur at bjóða, men trívist best í heimligum umhvørvi, har fólk, sum koma á gátt hjá teimum báðum, Bjarna og Palmu, altíð kenna seg vælkomnan. Altíð blíður og skemtingarsamur hóast