var við samanbitnum tonnum, at føroysku kvinnurnar fóru á vøllin ímóti Íslandi tíðliga í morgun, tí tær høvdu sett í seg, at nú skuldi altso vinnast. Vanliga plaga Føroyar at hava munin á Íslandi, og tað [...] eisini at vera so hesa ferð. Byrjanin var tó einki serlig og Ísland vann fyrsta sett 25-10. Serliga vóru tað servurnar, ið koyrdu illa hjá føroyska liðnum, og tá tær íslendsku fingu møguleikan at spæla [...] spælast klokkan 13 í dag millum Finnland og Svøríki. Føroysku U17-kvinnurnar hugdu at finaluni, áðrenn tær so smátt byrjaði at pakka og gera seg klárar til heimferðina. Tær fara tíðliga í morginári við toki
Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 227479 ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@post.olivant.fo áðrenn 3. [...] í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry-o@olivant.fo ella palin [...] av Skála. Vælkomst verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl 18. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf 591486/447257 (Anna) ella 594323/441323 (Pauli) innan 15.desembur
vóru við yvirlutan. Fyrst og fremst var hugaligt at síggja, at hóast føroyskur kvinnuhondbóltur í dag er soleiðis, at útlendskir spælarar ofta hava hug at trýsta føroysku spælararnar frá bakkplássunum, so [...] trupulleiki í verandi løtu er tó, at royndirnar á føroyska liðnum ikki eru tær heilt nógvu, og tí var kortini um reppið, at sigurin varð tveittur burtur. Grønlendska liðið slapp at gera dystin meira spennandi [...] seinasta av hesum var misnýtt, vóru sekundini á talvuni kortini somikið fá, at grønlendska liðið ikki av álvara fekk stundir at seta eitt álop í lag. Dystirnir hesa ferð eru fyrstu dystirnir hjá “nýggja”
sunnudagin tann 25. oktober kl. 16.00. Hornorkestrið er á vitjan í Havn, í sambandi við at Frelsunarherurin hátíðarheldur, at tað eru 85 ár síðan, felagsskapurin byrjaði sítt virksemi í Føroyum. Valby Musikkorps [...] Erik Silfverberg, ið er ein vælkendur komponistur. Mest kendur er hann fyri at útseta tónleik fyri blásiorkestur, men eisini fyri at skriva løg til kristnar sangir. Hann er nógv brúktur sum dirigentur og [...] og festliga skrá. Valby Musikkorps fer eisini at luttaka í teimum møtum, sum Frelsunarherurin heldur í Eysturskúlanum í vikuskiftinum, eins og teir verða at hoyra á torginum í SMS leygardagin kl. 12. Øll
Hóast hetta, at síggja til, eru leysar hugleiðingar, eru tær í veruleikanum ein lemjandi atfinning at landsstýriskvinnu Sambandsfloksins í almannamálum, Rósu Samuelsen, tí hon er helst tann, ið best kann [...] svara fyri tað nógva, ið nevnt verður í greinini. Júst tí tykist tað eisini sera løgið, at Jóna Mortensen hevur gloymt at sett adressu á ella ikki vil gera tað, tí her verða bara nakrir bóltar tveittir upp [...] sleppa í gongd við at loysa okkara part av trupulleikunum hjá teimum røktarkrevjandi, men har hendir bara einki. Vit hava sanniliga arbeitt skjótt og hava leingi verið til reiðar at farið í gongd, men
Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á demografisku, ella fólkafrøðiligu, avbjóðingarnar, í londunum í Norðuratlantshavi: Íslandi, Grønlandi, Føroyum og Noregi. Eisini er ætlanin, at ráðstevnan skal koma [...] hevur fólkaflytingar við sær. Á Føroyar og Grønland, har stóra avbjóðingin er at fáa tey ungu, sum leita sær til Danmarkar at lesa, heim aftur. Og til Noregi, har fólk flyta úr smáplássunum, og har tey, [...] og Likestilling, Norge, frá, at tað snýr seg alt um javnstøðu ”It’s all about Gender”, meðan Magni Laksáfoss, demografur, fíggjarfrøðingur og politikari úr Føroyum sigur, at alt snýr seg um fíggjarviðurskifti
eisini ta avleiðing, at gestirnir brádliga fóru at hugsa um, hvat tær gjørdu, heldur enn bara at spæla, og so fingu premieru-nervarnir veruliga fatur á unga VÍF-liðnum. Talan gjørdist at enda eisini um ein [...] eisini, at hon kann verða góður fongur hjá Stjørnuni, sum aftur í ár strembar eftir gullinum. Tað gera tær hjá VÍF ikki, men minni kann eisini gera tað. Setningurin hjá liðnum er fyrst og fremst at halda [...] royndini, so er nógv og gott tilfar at byggja á. Royndirnar og kropsliga styrkin koma við størru avbjóðingunum, sum nú standa fyri framman, og megnar liðið samstundis at halda fast um góða hondbóltsskilið
pop-art kendur, og onki er at mistaka seg í, at myndirnar eru sjálvsportrettir. Av eldru listafólkunum, hevur Bárður Jákupsson hesuferð eina røð av vatnlitsmyndum við, sum tykjast at hava fingið eitt enn lættari [...] eru tær bestu, tykist føroyska yrkislistin at verða í støðugari menning. Tað ber ársins Heystframsýning á Skipasmiðjuni boð um, har vit í løtuni hava høvi at síggja nøkur av nýggjastu verkunum hjá einum [...] Byggja víðari Hetta er fimta árið á rað, at flestu av teimum somu listafólkunum sýna fram á Heystframsýningini, og hjá teimum, ið hava fylgt við, er týðiligt, at fleiri av listafólkunum hava flutt seg nógv
Til at basa ormverurnar er frægast at nýta eina havaslangu við spreydysu á til at spula planturnar við. Hetta vil fáa flestu ormverurnar at detta av bløðunum og niður á vøllin og fara fyri einki. At rista [...] rista greinarnar, ella at busta tær í teimum førum, har tað letur seg gera, fær somuleiðis nógv tær flestu ormverurnar at detta úr bløðunum. Smáfuglarnir eru ógvuliga grammir eftir blaðvespu ormverunum, [...] Skordýrið, sum sæst á myndini, hevur fullkomiliga avpiðað bløðini á ávísum træ- og runnasløgum, soleiðis at bert blaðnervarnar standa eftir. Talan er um ormveruna hjá eini í aðrar mátar heilt meinaleysari blaðvespu
vitjar við Margáir, og kravið er trý stig. Liðið er í vanda fyri ikki at vinna sær altjóða luttøku í 2010, og tí er umráðandi, at EB/Streymur vinnur fótbóltsdystir alt fyri eitt. Startskotið hevur í øllum [...] gjár, at sandoyingurin væntandi verður við í morgin. René Torgarð er smátt farin undir venjingarnar aftur. Hann hevur havt stórar trupulleikar í knæum seinastu mánaðirnar, sum helst er orsøkin til, at Gunnar [...] royndunum. Úrslit, sum ikki eru nøktandi. Og at skula reisast seg á útivølli móti EB/Streymi er í øllum førum ikki lætt. John Petersen, venjari, staðfesti um vikuskiftið, at talan ikki er um kreppu á Argjum. Argjamenn