Kvinnurnar og tey ungu støðast ov illa

Nú fríggjadagin er seinasta freist at tekna seg til ráðstevnu um demografi í Norðuratlantshavi, sum verður í Alta í Norðurnoregi seinni í mánaðinum

Fólkaflyting, kvinnumangul og ungdómsútflutningur. Hvussu fáa vit dýrabaru hendurnar og heilarnar at støðast betri í londunum í Norðuratlantshavi?

Hesi evni verða viðgjørd á aktuellari ráðstevnu, sum samstarvsbólkurin NORA skipar fyri í Alta í Norðurnoregi dagarnar 21.-22. oktober.

Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á demografisku, ella fólkafrøðiligu, avbjóðingarnar, í londunum í Norðuratlantshavi: Íslandi, Grønlandi, Føroyum og Noregi. Eisini er ætlanin, at ráðstevnan skal koma við nøkrum niðurstøðum um, hvussu til ber at koma trupulleikunum til lívs.

Á skránni verða viðkomandi fyrilestrar og workshops við serfrøðingum innan evnið.

Eitt nú leggur Dr. Rasmus Ole Rasmussen frá Nordregio fyri undir heitinum ”Why demograhy matters”, har hann gevur eitt yvirlit yvir broytingar í fólkasamansetingini í póløkinum, og avbjóðingarnar, sum hava staðist av hesum.

Eisini verður varpað ljós á viðurskiftini í einstøku londunum. Á Ísland, har álvarsliga fíggjarkreppan hevur fólkaflytingar við sær. Á Føroyar og Grønland, har stóra avbjóðingin er at fáa tey ungu, sum leita sær til Danmarkar at lesa, heim aftur. Og til Noregi, har fólk flyta úr smáplássunum, og har tey, sum fluta til, eru skjót avstað aftur.

Á ráðstevnuni greiðir Lindis Sloan frá KUN, Senter for Kunnskap og Likestilling, Norge, frá, at tað snýr seg alt um javnstøðu ”It’s all about Gender”, meðan Magni Laksáfoss, demografur, fíggjarfrøðingur og politikari úr Føroyum sigur, at alt snýr seg um fíggjarviðurskifti, ”It’s all about Economics”.

Umrøtt verður eisini, hvussu tey hava gjørt í øðrum økjum við líkandi avbjóðingum, so sum í Newfoundlandi, Labrador, Australia og á Bornholm.

Á seinna degnum verður skipað fyri fýra workshop, har evnini eru javnstøða, útbúgvingar og starvsmøguleikar, mentan og branding og almennar tænastur.

Millum føroysku umboðini á ráðstevnuni finna vit eisini Súsonnu Sørensen, Beintu í Jákupsstovu og Kristiannu Winter-Poulsen.

Freistin at tekna seg er fríggjadagin 9. oktober. Sjálv ráðstevnan er ókeypis. Les meira á www.nora.fo.


Fakta:

NORA er nevnd undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum arbeiðir við økissamstarvi í Norðuratlantshavinum. NORA verður fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum og við partvísari fígging úr teimum fýra NORA londunum, Føroyum, Grønland, Íslandi og Noregi.