Hóast hetta, at síggja til, eru leysar hugleiðingar, eru tær í veruleikanum ein lemjandi atfinning at landsstýriskvinnu Sambandsfloksins í almannamálum, Rósu Samuelsen, tí hon er helst tann, ið best kann svara fyri tað nógva, ið nevnt verður í greinini.
Júst tí tykist tað eisini sera løgið, at Jóna Mortensen hevur gloymt at sett adressu á ella ikki vil gera tað, tí her verða bara nakrir bóltar tveittir upp í loft, hóast hon í eini handavend kundi avgreitt tað mesta av hesum innanhýsis í Sambandsflokkinum.
Hetta er heilt margháttligt og fær helst fólk at undrast, um sambandsfólk framvegis ikki tosa sama mál ella kanska slett ikki tosa saman. Jóna Mortensen er enntá forkvinna í valfelag floksins í Suðurstreymoy, so hon mátti lættliga fingið »audiens« á rætta stað, vildi hon veruliga fingið svarað sínum spurningum.
Men tað mest merkisverda við greinini, ið annars er útmerkað, er tann beinleiðis skeiva adressan, ið verður smoygt inn ímillum í endanum, har undirritaði brádliga verður navngivin og drigin upp í hesa sugguna, ið sambandsfólk eiga við høvd og gørnum. Tann, ið ikki veit betur, kann tí lættliga lesa alt hetta, sum skuldi undirritaði havt skyldina av vánaligu stýringini hjá Sambandsflokkinum á hesum øki.
So er av øllum góðum grundum ikki, tí tvørturímóti hava vit í Tórshavnar kommunu sitið leingi og bíðað eftir játtan frá júst Rósu Samuelsen, so vit kunnu sleppa í gongd við at loysa okkara part av trupulleikunum hjá teimum røktarkrevjandi, men har hendir bara einki. Vit hava sanniliga arbeitt skjótt og hava leingi verið til reiðar at farið í gongd, men sleppa bara ikki, fyrr enn Rósa Samuelsen eisini avgreiðir sín part.
Hesum kundi Jóna Mortensen lættliga funnið útav, um hon bara setti seg í samband við sína partakvinnu í almannaráðharrasessinum, heldur enn at brúka undirritaða sum bíligt offur í síni endamálsleysu mjørkaboksing.
Av tí sama vil undirritaði eisini greitt frábiðja sær at verða settur til svars fyri allan tann hurlivasa, sum í løtuni valdar í løgtingi og landsstýri, tá tað kemur til almannamálini!










